fríggjadagur 24. januar 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
A
Nr. 16 — 24. januar 1992 —
er ———"—aneav
Jákup Sólstein, Reiðarafelagið:
Nógv lobbyvirksemi var í
tinginum, tá løgtingid við
lóg avblásti verkfallið
Tingið fekk fleiri skriv frá
pørtunum. Mynd: kalmar
Allir taptu
--Frítíðarlónin må fáast burtur úr sáttmálasamráðingunum kom-
andi ár, um ikki annað, so við lóg. Og vit halda, at hon skuldi
verið goldin beinleiðis til fiskimannin, sigur hann
Verkfallið hjá fiskiflot-
anum endaði við einum
ódnarveðri og framvegis
liggur allur flotin. Í gjár
fara út.
Eitt heilt ótrúligt og ødrvisi fototól, grundað á
hægstu framtíðar tøkni. Nýtir t.d. ikki film,
men disk og m.a. spennandi meguleikar ber
til at sýna júst tiknar myndir í sjónvarpstólin-
um.
Síggið tólið hjá serfrødinginum.
SMS FOTO & VIDEO
Tlf. 19820 - Postsmoga 1058 - FR-110 Tórshavn
var ikki hugsingur um at
--Vit í Reiðarafelagnum
kunnu ikki liva við, at
fo HØVUDSVINNINGUR:
Canon
on
Still Video Camera
fritidarlønin verður í
nýggjum samráðingum
um sáttmála. Her mugu
samráðingar fara fram
millum feløgini gjøgnum
árið. Finna yit ikki fram til
eina semju, so mugu
politikararnir gera ein lóg,
sum ásetur hvar
fritidarlønin skal gjaldast.
Tað er alt ov vandamikið,
at fritidarlønin skal nýtast
sum trumfur til at leggja
flotan, sigur Jákup
Sólstein.
--Vit skjóta upp eina
salomonska loysn. Fritid-
arlønin skal gjaldast ut-
tanug) manningarfeløgini
bein:eiðis til fiskimannin
So hava vit ikki fleiri
trupuleikar av hesum, sig-
ur hann.
Fritidarlønin verdur i
løtuni goldin gjøgnum
fiskimannafelagid. Hesum
hevur fiskimannafelagið
eina fitta rentuinntøku at,
og tað er hesa, sum yvir
mannafeløgini vilja hava
burturav.
Taparar
--Allir partar taptu í hes-
um verkfalli, eingin er
vinnari. Vit hava fingið
ein eitt sindur frægari
sáttmála fyri rækjuskipini.
Vit hava eisini fingið ein
eitt sindur frægari
sáttmála fyri
ísfiskatrolararnar.
Nótabátasáttmálin er held-
ur ikki verri og tað sama
er galdandi fyri teir stóru
hekkutrolararnar, sigur
Jákup Sólstein, formaður í
reiðarafelagnum.
--Fyri teir stóru línu-
bátarnar og fyri saltfiska-
línubátarnar er sáttmálin
tann sami, sigur hann.
--Reiðarafelagið ynskti
at bonusskipanin fyri
yvirmenn á teim stóru
hekkutrolarunum skuldi
takast av. Hetta ynskið
fingu vit ikki i gjøgnum,
men nýggja skipanin er
betri fyri reiðaríðini.
Er talan um smáar
túrar, so merkist bonus-
skipanin væl fyri okkum.
Er talan um stórar skjótar
túrar, so merkist hon ikki
so væl, sigur hann.
jústinus
Japanar
undir
Føroyum
Japanska havrannsóknarskipið, sum komandi mån-
aðarnar skal royna eftir svartkjafti undir Føroyum,
kom í gjár á Havnina.
Tað var so nógvur vindur, at skipið kundi ikki
leggja at bryggja fyrrapartin í gjár. Skipið skal taka
nakað av útgerð umborð, áðrenn tað fer undir
Føroyar at royna.
Japanska skipið skal sum sagt royna eftir svart
kjafti og tilvirka hann til surimi umborð. Tað er
landstýrið, sum aftaná at hava fingið loyvi frá
løgtinginum, hevur gjørt sáttmála við japanska
skipið.
Japanar hava drúgvar royndir av at tilvirka surimi
og í Japan er stórur marknaður fyri hesum úrdrátti.
Tað sama er galdandi fyri USA
Umframt at fáa staðfest hvussu væl egnaður svart
kjaftur er til surimiframleidlu, sludi verið møgulciki
eisini verið fyri at fingið ein marknað í Japan
jústinus
Býr nú í báti
a Strondum
Finska kvinnan, ið síð-
ani einaferð í summar
hevur búleikast í tjaldi
á Strondum, er nú flutt.
Tjaldið er tíkið niður
og pakkað saman, og er
hon nú farin umborð á
ein bát at vera, ið
liggur í tí uttara báta-
hylinum á Strondum.
Tað er báturin >Val-
kyrien<, og eigarin skal
hava loyvt kvinnuni at
fara umborð á bátin at
vera, nú hon eftir llum
at dóma ikki longur
slapp at vera í tjaldi
sínum, sum sambært
tjaldingarlógina stóð á
einum ikki góðkendum
tjaldingarstaði.
Seinasta, ið frættist
frá løgregluni, ið ann-
ars til fánýtis hevur
roynt at fáa kvinnuna at
flyta við tjaldi sínum,
var at málið var nú
latið fútanum, sum so
skal taka stóðu til lagnu
hennara.
Spurningurin er nú,
hvat fútin kann gera
við málið, tá kvinnan
Ikki longur býr
ólogliga. Og haraftrat
ber eftir øllum at dóma
ikki til eitt nú at útvísa
kvinnuna soleiðis uttan
víðari, um tað skuldi
verið ein avleiðing av
øllum hesum málinum,
tí kvinnan hevur í ára-
vís — síðani fyrst í 80'-
unum — verið í Føroy-
um. Hon hevur eitt nú
havt arbeiði á onkrum
flakavirki.
hj.
Børnini
búnast
av bókum