Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 2003síða 21

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 67 - 5. apríl 2003 Nr. 67 - 5. apríl 2003 41 Útbjóðing Klaksvíkar kommuna Ídnaðarhavn í Ánunum Við hesum bjóðar Klaksvíkar kommuna arbeiðið at gera atløgusíðu í Ánunum út í almennari lisitasjón. Byggiharrin treytar sær rætt til frítt at velja millum tey innkomnu tilboðini, ella at havna øllum. Arbeiðið fevnir um at uppseta stálspunsvegg við tilhoyrandi akkerum fyri atløgusíðu, 150 m. til longdar og tilhoyrandi rampu 30 m. til breiddar. Dýpið er 12 m. Eisini skal grótfylla útleggjast aftan og framman- fyri spunsvegg. Áhugað kunnu venda sær til: Preban Hansen, ráðgevandi verkfrøðingur Argjaboðagøta 7 FO-160 Argir, tlf. 312025 ella 221142 Teldupost: phansen@post.olivant.fo áðrenn tann 9. apríl 2003, kl. 12.00 Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað ímóti kr. 5.000,- sum krossaður kekkur í veð. Lisitasjónin verður tann 19. mai 2003 kl. 14.00 á skrivstovuni hjá Klaksvíkar kommunu N.Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík. Pedagogur Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna frá 15. mai 2003. Barnagarðurin er ein sjálvsognarstovnur við 2 stovum, 15 børn í hvørjari í aldrinum frá 3-7 ár. Vit ynskja at umsøkjarin: • Hevur góð samstarvsevir • Er røkin, nærlagdur og álítandi • Er nýhugsandi og ígongdsetandi • Dámar væl at vera úti í náttúruni Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Lønar- stig 9. Meira fæst at vita við at ringja til okkum og tosa við leiðaran Súsonnu á Stongum, tlf. 332948. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum skal vera okkum í hendi seinast 23. apríl 2003. Barnagarðurin Sýslan FO-380 Sørvágur Útbjóðing av lastbilaflutningi Flutningur av skervi og sandi millum bryggjuna á Langasandi og grótbrotið í Hundsarabotni, verður við hesum boðin út alment. Áhugað kunnu venda sær til LV-skrivstovuna, Tinghúsvegi 5, tlf. 311333, har frágreiðing og treytir fáast útflýggjað. Licitatiónin verður hjá Landsverkfrøðinginum 22. apríl, kl. 13.00. Landsverkfrøðingurin Frá Føroya Arbeiðarafelag Boðað verður til fundar fyri allar dagrøktar- mammur,ið arbeiða innan øki hjá Føroya Arbeið- arafelag. Fundurin verður mikukvøldið 9. apríl 2003 kl. 18.30 í hølum Føroya Arbeiðarafelags, Tjarnar- deild 7. Fundarskrá: Sáttmálaviðurskifti. Føroya Arbeiðarafelag Radiohandil á bygd til sølu Um hóskandi boð fæst, er vælrikin radiohandil við íbúð til sølu. Sera gott samband er til meginøkið. Bill.mrk. 650 Samskipari til Fiskiveiðieftirlitið Starv sum samskipari á Fiskiveiðieftirlitinum, verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt. Fiskiveiðieftirlitið er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum. Talan er um eitt starv við spennandi avbjóðingum, har møguleiki verður fyri at royna seg á einum øki, ið alla tíðina er fyri øktum krøvum á altjóða støði, og har dagføring og menning av skipanum og starvsfólkum er ein týðandi liður í dagliga arbeiðinum. Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur: • Áhaldandi viðlíkahalda og dagføra trygdar- og leiðsluskipanina eftir ISM- koduni, • Ráðgeva deildarstjóranum og taka sær av øllum málum viðvíkjandi viðlíkahaldi av skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum • Hava dagligu umsitingina av starvsfólkaviðurskiftunum á Fiskiveiðieftirlitinum um hendi • Annað fyrifallandi arbeiði í samband við skipini. Førleikakrøv: Umsøkjarin skal: • Hava útbúgving sum verkfrøðingur ella • Hægstu maskinmeistaraútbúgving ella • Hægstu nautisku útbúgving • Hava góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Kunna arbeiða sjálvstøðugt • Hava góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa Hollar starvsroyndir og royndir við at seta í verk skipanir er ein fyrimunur. Setanartreytir: Løn- og setanartreytirnar eru sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar tess, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheitið er samskipari og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til deildarstjóran. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Fiskimálaráðið tlf. 353030 og tosa við Elmar Højgaard, deildarstjóra á Fiskiveiðieftirlitinum. Umsóknir: Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 22. apríl 2003 kl. 1600. Umsóknir skulu sendast til: Fiskiveiðieftirlitið Postsmoga 347 110 Tórshavn Fiskimálaráðið Fiskiveiðieftirlitið Keypssamtøkan í Hoyvík sóknast eftir fólki til nonfood deildina. Tann ið settur verður, má kunna arbeiða sjálvstøðugt og helst hava royndir frá líknandi arbeiði. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, at byrja 1. mai 2003 ella eftir avtalu. Løn samb. avtalu. Meira fæst at vita um starvið og arbeiðstíðir, við at venda sær til Bent Lundsgaard, tlf. 31 41 49. Skrivlig umsókn skal í seinasta lagi 12. apríl sendast til FK Hoyvík Box 349 188 Hoyvík Fólk til nonfood deildina HOYVÍK Lesið Sosialin C M Y K 41 40