leygardagur 25. januar 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Hjálp til fyrr-
verandi Sovjet
ØLL fegnaðust vit, tå komm-
unistisku stýrini eystanfyri
fullu. Tað vóru tey vestanfyri,
sum hildu fyri, at nú fór bert
at ganga stutt tíð til sokallaðu
fríu marknaðarkreftirnar
høvdu vent allari gongdini og
gjørt londini til fræls væl
ferdarsamfeløg. Her varð ser-
liga hugsad um fyrrverandi
Sovjetsamveldið. Åvisir vest-
urlendingar — onkur fólka-
floksmadur her heima eisini
— hildu fyri, at nå skuldi vest-
urheimurin halda fingrarnar
vekk frå londunum og lata
tey sjálvi fáa gongd á búskap-
in eftir vesturlendskum
mynstri. Eingin hjálp skuldi
latast londunum, hetta máttu
tey sjálvi finna út av osfr. Nú
kommunisman var horvin, so
vóru hesi nøgd.
HENDA fatan tykist ikki
vinna frama í dag millum fleiri
av heimsins leiðandi tjóðum
við USA á odda. Nú innsíggja
Jústínus Eidesgaard
hvussu stórur
fyri tey sjalvi,
rætta tey ikki londunum í
nýggja Ríkjasambandinum
eina hjálpandi hond. Vandi er
nevniliga fyri, at vit verða in-
vaderað av milliónum av fólk-
um eystan í frá eins væl og
frá londum í triðja heiminum
sum t.d. Afrika. Vandi er so
eisini fyri, at framtíðar dálk-
ing frá kjarnorkuverkum,
kjarnorkubumbum o.l. kann
koma til okkara. Ti må og
skal okkurt gerast her og nu.
hesi lond,
vandi lúrir
HETTA samdust fleiri lond
um á fundi í Washington nú
um dagarnar. USA er undan-
gongulandið og fer í næstum
undir eina loftbrúgv, har
neyðsynjarvgrur o.a. verður
sent til fyrrverandi sovjett-
isku lýðveldini. Hetta kann
næstan sammetast við eina
Marshallætlan fyri umrøddu
lond. Tað er greitt, at fríur
marknaðarbúskapur er ikki at
sammeta við einan kanin, tú
gandar úr einum hatti. Lond,
sum hava verið undir eini
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: PH Pressan 1981 Telefon:
kommunistiskari styris-
skipan i 70 år, kunnu ikki frå
degi til annan leggja um allan
sín búskap. Ti er tað rong
tala, tá sokallaðir búskapar-
guruar vestanfyri hava hildið,
at nú var bara at lata teir
sjálvar seta fría marknaðar-
búskapin í verk, og so vóru
allar súðir syftar.
VESTURHEIMURIN hevur
eina ábyrgd í hesum stóra
álvarsmáli. Vit kunnu ikki
bara venda hesum stóra parti
av heiminum bakið og rokna
við, at friur marknaðarbú-
skapur ornar tað heila. Tað er
tí hugaligt og gott, at vestur-
heimurin nú sær álvaran í
hesum máli. Bert spell, at
hetta skal verda gjørt ut frå
óttanum um, hvørjar avleið-
ingar gongdin eystanfyri
kann fáa fyri okkum. Men tað
er í hvussu er ein góður kata-
lysator fyri tey, ið har búgva.
TAÐ er greitt, at tað skal
nógv til fyri at hesi londini
skulu koma fyri seg aftur. Her
er bæði talan um at fáa
Postadressa: Postsmoge 76
110 Tórshavn
Tetefax: 14720
gongd á búskapin, at um-
leggja hann og ikki minst at
hjálpa londunum at sleppa av
við tey mongu kjarnorku-
vápnini, ið nú liggja og rekast
fyri vág og vind og harvið
kunnu vera ein álvarslig hótt-
an móti allari mannaættini.
Vit hava so sanniliga eina
skyldu mótvegis hesum fólk-
unum.
VÓNANDI verður hetta ikki
at meta sum ein dropi í havin-
um, men verður tað harafur-
ímóti byrjanin til eina veruliga
»Marshall-ætlan« fyri londini
i Eystureurpoa og nyggja
Ríkjasambandinum. Høvdu
vit hjålp fyri neydini eftir
seinna heimskriggj at byggja
upp aftur okkara búskap, so
hava londini eystanfyri enn
meiri brúk fyri hjálp. Taka vit
tí ikki henda spurning í fullum
álvara í dag, so kann hetta
koma eisini okkum aftur um
brekku ein dag. Tí heilsa vit
fundinum og úrslitið av fund-
inum í Washington vælkom-
num.
Tilfeingisnytslan
i fiskivinnuni
Tilfeingi kann uppfatast
uppå fleiri måtar. Vitan er
eitt tilfeingi, råvøra úr
undirgrund er tilfeingi,
fiskur i havinum er til-
feingi, og pengar eru til-
feingi.
Felags er tó, at vit nýta
eitt tilfeingi til at tjena
pening til okkum sjálvi og
samfelagið. Jú betur vit
duga at fáa burturúr, jú
meira kappingarfør eru
vit, og betri livilikindi
hava vit.
Tilfeingismangul hevur
altíð eyðkent Europa. Í
Føroyum er tilfeingis-
mangul eitt rættiliga nytt
fyribrigdi. Serliga merkja
vit hetta í fiskivinnuni, og
eftirsum hetta er hevuðs-
vinna okkara, so ræður
um at vit duga at hand-
fara tað tilfeingi, vit hava.
Samfelagsskipanin ger,
at tey seinastu árini eru
tað fleiri og fleiri fólk, sum
vænta og krevja, at tey
Landsstýrismaðurin
í dag:
Thomas Arabo
skulu hava part í tí til-
feingi, sum er at gera
burturúr.
Fiskivinnan er soleiðis
uppbygd, at her eru fleiri
lið, sum nýta tilfeingi.
Fyrst og fremst eru tað
teir, sum fara út og fiska
tann fisk, vit hava rætt
til So kemur fólkið á
landi, sum krevur at fáa
tilfeingið at virka burtur-
úr, soleiðis at peningur
eisini er at vinna í hesum
liðinum.
Seinna liðið hevur verið
misrekt í fleiri ár, soleiðis
at tað at virka ráveruna
til liðugtveru nústaðni
hevur fingið veruliga ferð
á seg. Hetta kann eg
venda aftur til í seinni
grein.
Hvussu er tað so við
fyrsta liðinum, tá tað snýr
seg um at nýta tilfeingið
hjá okkum? Vit hava fyrst
og fremst okkara egnu
grunnar at troyta, og eru
hesir seinastu árini troytt-
ir í ólukku mát. Teir flestu
fiskastovnarnir eru niður-
fiskadir, og umfatandi
friðingar av økjum og frið-
ingar í tíðarskeiðum eru
neyðugar.
Uttanfyri landgrunnin
hava vit so ávís fiskirætt-
indi. Her er so tað rætti-
liga beklagiliga, at tað eru
fleiri túsund tons, ið
svimja í fremmandum
sjogvi, sum vit hava rætt
til, sum ongantíð verða
fiskað. Nakað av hesum
tonsum er sjálvandi so-
kallaður »pappirsfiskur«,
ið ikki er til at fáa hendur
á, men nakað er fiskur, vit
lættliga kundu fiskað og
hava amboð til. So eru
aðrar kvotur, sum vit í
veruleikanum ikki hava
meguleika til at nýta, tí
vit hava ov fá skip til ta
vinnuna.
Hyggur ein at ónýttum
kvotum, so er tað fyrst og
fremst nýtslan av rækju-
kvotuni við Svalbard,
sum er bert nýtt við um-
leið helvtini av teimum
fiskidegum, ið eru megu-
ligir. Harafturat eru 2.500
tons í russiskum sjógvi,
sum ikki verða nýtt. Sam-
stundis hava vit tvey
rækjuvirki í landinum,
sum mangla ráveru, nú
trupulleikar eru við triðja-
lands uppruna.
Hetta bendir alt á, at
landsstýrið eigur at geva
loyvi til at økja um rækju-
flotan, men av tí at hesar
rækjur, ið eru til taks eru
bíligar, so kunnu hesir
bátar ikki hava ein
kapitalkostnað, ið er
hægri enn eini 20 mió. kr.
Men eingin ivi um, at tað
er rætt av landsstýrinum
Framhald á síðu 20
Bingotglini:
7