Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 17 — 25. januar 1992 ! gið umborð boðar frå tíðindablaðið Japanar eru kendir fyri at vera meistarar í matgerð Her sæst ein kvikhentur kokkur karva ieyk sundur og høgru megin fær skiparin sær ein bita. Pinnarnir eru hentir. Hesar fiskiroyndir høvdu ikki surimiframleiðslu fyri eyga. Meir at kanna stovnin, sigur skiparin, Yosuke Matsumoto. Alt er japanskt Ein føroyingur fær vid at ganga umborð á Shikai Maru prógv fyri hvussu frammalaga japanaf er á ti tøknfrødiliga økinum. Og hann skilir eisini mis- nøgdina i vesturheiminum yvir, at japanar bert selja til vesturheimin og keypa alt ov lítið. Eg royndi at hyggja umborð. Hvert eitt einasta tól var japanskt, ja um tað so var ein elektriskur ketil, so var hesin eisini jap- anskur. Høvudsmaskinan og tær triggjar hjålpimaskinurnar eru japanskar eisini øll tól í maskinrúminum. Sama er á brúnni. Her eru alskyns tól. Tó imponera tey ikki føroyingar, ti føroyingar eru sera frammalaga, tá tað snýr seg um útgerð á brúnni. Men talan er um japanska ramleiðslu. Shinku Maru brúkar nógv radara tá teir eru til iskiskap Skiparin sýnir errin Furunu radaran og plottaran, sum er sera ramkomin. Myndin kann goymast á vanligum små um diskettum. Og kann takast framaftur, tá skipið eitt nú kemur aftur í føroyskan sjógv. Skiparin tekur fram eitt veðurkort, sum liggur við síðuna av veðurmaskinuni. Eg veit ikki um tað hevur nakað við pátrúgv at gera, men omaná veðurmaskinuni, standa triggir urtapottar. Ein er reyður, ein er gulur og eina er hvítur og teir standa í øllum veðri. Skiparin tekur eitt veðurkort fram. Eg síggi at tað stavar frá miku- degnum. Hann peikar á eitt djúpt lágtrýst sunnan- fyri Føroyar, ristir við høvdinum og suffar um Skiparin, havfrødingurin og stýrimaðurin á dekkinum Veirtrumlurnar hava fýra útav veðrið í Norðuratlants havi Surimidekkið Skiparin vísir okkum niður á verksmiðudekkið. Fad er fylt við maskinum ótrúðliga trongt at arbeiða, smalar gongir eru millum maskinurnar. Vit ganga aftur í gjøgnum verks miðjuna. Og skiparin byrjar at greiða frá afturi í tí stóra fiskipauninum. Hann greiðir frá, at paunurin tekur 140 tons. Tað mesta vit kunnu framleiða um dagin av surimi er 10 tons. Men tá skal tað ganga ógvuliga væl. Tað vanliga er um fimm tons og tá gongur eisini væl. Til tíggju tons av surimi skulu vit hava eini 200 tons av svart kjafti. Kravið um reinføri er eisini stórt. Vit nýta sjey tons av vatni ul hvort tonsið av surimi. Men vit hava eisini stórar vatn- gerarar umborø, sigur skiparin Tað sum ikki verður nýtt til surimiframleiðsl- una verður gjørt ul mjøl Onki fer burtur. Surimiið verður goymt í einum stórum frystaríið. Tað verður fryst heilt niður til 40 stig. Umbord er ein nýggj skiljingarmaskina og ein maskina, sum sjålv leggur fiskin å bondini. Mann- ingin sleppur frå at leggja i. Tríggjar kokkar Í kabyssuni arbeiða triggir kokkar. Vit hugdu inn til teirra, teir vóru í fer við at gera døgurda. Høvudsrætturin var eitt fiskaslag, sum vit ikki Hlometur av veri at geva | FØr« I eir dá nint > 1aK30 Og f k 5 í r piåturi sapanar eru kendir fyri at vera sera góðir kokkar fyri at duga væl at pynta matin, so at hann sær åtuligur út. Teir fingu ein forrætt við grønmeti. kokkarnir kutaðu kvihentir leyk og agurkir sundur, eitt sindur av káli og pasta og so onkra sós útyvir. Hetta sá åtuligt út beint undir døg- urða hjá okkum, vit vórðu bjóðaðir, men fingu tíverri ikki tíð. Manningin gongur vakt seks og seks og teir eta Byrja verður við morgun- 1 1 mati klokkan SJCY Og SO timar millum Føroyingar vid Triggir Føroyingar skulu vid fyrsta tårin. Magnus Pauli Magnussen er vid fyri Heilsufrødili Starvsstovuna, Bjarni Pet ersen úr Kollafirði skal við sum skipari og Birgir Streymoy verður eisini við. Hann hevur havt nógv at gjørt við svartkjaft á Bakkafrost. Shinku Maru skuldi fara av Havnini í gjár út at royna. Skipið er bygt í 1974 og tekur 1600 tons.