leygardagur 25. januar 1992síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
så Ko
RD ÓS
eo
ORSA
Fittljos
á --
gøtu mini
E. A. Jacobsen
»Eftir Harranum eg havi truliga bíðað,
og hann seg boygdi til min og hoyrdi
mitt róp. Hann dró meg upp úr undir-
gangsins djúpi, úr tí botnleysa diki;
hann setti mínar fotur á klettin og
gjørdi fost mini feta.
Sálmur 40,2—3.
Mong munnu kenna søguna um stórskregg-
aran Minchausen, sum sitandi á hestbaki i
einum díki tók í herðatoppin á sær sjálvum,
og lyfti bæði sjálvan seg og hestin upp aftur
á turt.
At slíkt er skrøgg, munnu vit øll vera
samd um; men hvussu mong munnu geva
sær far um, at tað er júst henda ómeguleika
tey dag og dagliga takast við í andaliga lívi
sínum? Tí tað er júst hetta, ið ell menniskju
gera, sum byggja lív sítt á religigsum, men
ikki kristiligum grundarlagi; Ja, hetta er
sjålvt eyðkennið fyri »gudrøkni« mótvegis
kristindómi.
Tað er nevniliga ógjerligt at bjarga sær
sjálvum upp úr einum botnleysum díki, tí
tess meira tú strevast, tess djúpari sekkur
tú. Bert tann hjálpin, sum kemur uttanífrá,
er før fyri at bjarga tær.
Av náttúru eru vit ell stedd í einum slík-
um díki, og tað er ein royndur lutur, at fyrst-
ani tá, ið tú hevur mist vónina um at verða
bjargaður við egnum mátti, fert tú at rópa
eftir hjálp.
Og eitt slíkt neyðarróp hoyrir Gud longu
áðrenn tað er farið um varrarnar. Tí kann
Dåvid siga, og saman við honum øll tey, sum
frelst eru: >Hann dró meg upp úr undirgang-
sins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti
mínar fetur á klettin og gjørdi fest mini fet«.
Tí verður samandrátturin av hesum orðun-
um tann, at kristindómur er ikki alment góð-
kendar gudrekisreglur, men tað er persónlig
uppliving av frelsandi náði Guds.
17. januar
Jóhan Húshamar, Klaksvík, 78 ára gamal.
Sólrun Kjærbo, Sumba, 54 ára gomul.
Johannus Olsen, fyrrverandi smiðjumeistari,
Skála, 85 ára gamal.
18. januar
Sanna Jensen, Tveroyri, Sanna hjá Rudolf, 69 ára
gomul.
19. januar
Ellen Højsted, Hvalvik, búsitandi í Kongens
Lyngby, 77 ára gomul.
20. januar
Anna Vang, Sevmýru, 83 ára gomul.
Lily Andersen, ættað úr Lopra, búsitandi í
Amsterdam, 61 ára gomul.
22. januar
Sofía Danielsen, Syðradali á Kalsoynni, búsitandi
í Havn, 85 ára gomul.
Gudstænastur 3. s. e. trettanda
Hattarvík: Jógvan Johansen kl. 12.00
Árnafjerður: Niels Pauli Danielsen
Christianskirkjan: H. Bøgesvang kl. 11.00
Gjógv: E. Olsen kl. 18.00
Funningur: E. Olsen kl. 12.00, altargongd, (talvan
gongur fyri Sunnudagsblaðið)
Hvalvík: M. R. Jacobsen, altargongd
Fuglafjerður: T. Beder kl. 12.00, altargongd
Lamba: J. Kass kl. 17.00
Nes: J. Kass kl. 11.00
Kvívík: M. Bæk kl. 12.00
Sandavágur: D. Johannesen kl. 12.00, altargongd
Havnar kirkja: Bj. Bæk
Christianskirkjan: H. Poulsen
Kirkjubøur: H. Poulsen kl. 13.00
Hestur: Kj. Mørkøre, altargongd
Skopun: J. R. Hansen, altargongd
Sandvik: B. Johannesen kl. 18.00
Hvalba: B. Johannesen kl. 12.00 altargongd
Tvøroyri: J. Bech kl. 12.00
Fåmjin: J. Bech kl. i8.0
Porkeri: H. Joensen kl. 12.00, altargongd
Leiti: H. Joensen kl. 16.00
KFUK
DMS-ringurin møtir månadagin kl. 15.00.
Meinigheitshúsið i Havn
Bønarfundur i dag kl. 20.00.
Í morgin kl. 15.00 sunnudagsskúli.
Mánadagin kl. 16.30— 18.00 Junior/frítíðararbeiði.
Mánakveldið kl. 20.00 talar Emil Olsen. Manskórið í
Meinigheitshúsinum syngur.
Manskórið hjá Heimamissiónini
Manskórið hjá Heimamissiónini. Felags venjing fyri
allar sangarar verður í Missións- og Ungdómshúsinum
á Glyvrum í dag kl. 14.
10. januar fingu Meigin
og Magni Bertholdsen,
Nesi, Hvalba, eina
dóttur.
17. januar fingu Hildur
Fjerdal og Rúni
Tummasarson, Tver-
eyri, eina dóttur. Hon
var 54 cm long og vig-
aði 3730 gr.
17. januar fingu Sú-
sanna Høj og Jan Han-
sen, Glyvrum, eina
dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3700 gr.
Vælkomid
lítla barn
dóttur. Hon var 55 cm
20. januar fingu Leila long og vigaði 3800 gr.
Falkvard og Herning
Simonsen, Servági, 21. januar fingu Arn-
eina dóttur. Hon var 52 fríð og Albert Hentze,
Hvussu var tað persón-
liga fyri teg at meta
Brasilia í dag?
ser FYRI sur
Orðið fyri verður ofta brúkt skeivt. Tað verður
tað í hesari yvirskriftini. Vit skulu nevna nekur
demi, tá ið fyri verður brúkt rætt.
Øll munnu vit onkuntíð siga aftanfyri, ella
frammanfyri. Eg stóð aftan fyri hann, ella at
hann stóð framman fyri meg.
Í segnini um Snopprikk, Giljabóndan og Laðan-
garðsbóndan sigur Snopprikkur við son Gilja-
bóndans, at tað mátti verið lítið fyri hann, ein
ungan, sterkan mann, at lopið niður í toftina eftir
Jógvani
Vit gera brimgarðar at verja fyri brimi
Ilt er at byggja borð fyri báru.
Vit taka heilivág fyri sjúku
Mong onnur demi kundu verið nevnd, hvussu ið
vit skulu brúka fyri og rætt.
Fyri í yvirskriftini skuldi verið hjá. Hvussu var
hjá tær
Ein kona av bygd varð spurd: >Hvussu er tað
fyri eina unga Havnarkonu at flyta í so lítla bygd
at búgva?“
„Hvussu er hjá ungari Havnarkonu at flyta í so
lítla bygd at búgva?< skuldi konan verið spurd.
Herluf Berthelsen talaði einaferð í Sjónvarpi
Feroya um orðið fyri, hvussu ið vit skulu brúka
tað, og hvussu ið vit ikki skulu brúka tað.
Vit fara á Tangan at dyrgja. Tað er púra burtur-
við at siga, at vit fara á Tangan fyri at dyrgja.
Eingin fer niðan um garðarnar fyri at hyggja
eftir seyði. Vit fara niðan um garðarnar at hyggja
eftir seyði.
Onkustaðni hevur staðið soleiðis skrivað: Fimm
menn fara til Skotlands fyri at luttaka á skeiði
fyri kavarar. Hevði tann, ið hetta skrivaði, vand-
að sær um málið, hevði hann skrivað: Fimm menn
fara til Skotlands á kavaraskeið, og hann hevði
sloppið undan at brukt bæði luttaka og fyri.
Maður tók soleiðis til orðanna: Heitið fyri skeið-
ið er, og so segði hann, hvussu ið skeiðið varð
nevnt. Maðurin skuldi sagt: „Heitið á skeiðinum
er...“ ella hann segði: »Skeidid verður
nevnt...«, ella hann segði: „Skeiðið eitur...“
ella hann segði hverjum skeið verður í.
Í einari lýsing stóð KLÆÐI FYRI BORN. Í
lýsingini skuldi staðið KLÆÐI TIL BORN, ella
enn betur skrivað BARNAKLÆÐI.
Fyri Eyðstein kendist letan sum eldir. Eyð-
steini kendist letan sum geldir.
Mangan munnu vit hoyra sagt: >Hvat er hatta
fyri nakað?< „Hvat er hatta?« Tað man vera betri
málbrúk.
„Hvat fyri spurning setti hann tær?< spurdi
onkur mannin, sum verið hevði í rættinum. »Hvat
spurdi hann teg um?« Soleiðis skuldi maðurin
heldur verið spurdur.
Sv. T.
cm long og vigaði 3200
gr.
21. januar fingu Maik-
en og Niclas Sigur-
heim, Sandvík, ein son.
21. januar fingu Elsa
og Páll Joensen, Signa-
be, eina dóttur. Hon
var 51 cm long og vig-
aði 3500 gr.
21. januar fingu Jó-
hanna og Johan E.
Hansen, Nesi, eina
Vági, ein son. Hann
var 60 cm langur og
vigaði 5200 gr.
22. januar fingu Una
Zachariasen og Bryn-
leif Hansen, Hoyvík,
ein son. Hann var 50
cm langur og vigaði
2950 gr.
23. januar fingu Ruth
og Sigmar Davidsen,
Runavík, ein son.
Hann var 56 cm langur
og vigaði 4050 gr.
Læknavaktir
Tórshavn: Kristianna
Nordendal, tlf. 12979,
leygardag, og Petur
Højgaard, tlf. 10110,
sunnudag.
Eysturoy: Magnus å
Stongum, tlf. 23006,
leygardag, og Holdan
Simonsen, tlf. 47010,
sunnudag.
Norduroyggjar:
Steingrim Weihe, tlf.
55300.
Vågar: Tlf. 32413.
Suduroy (nordur):
Tlf. 71560.
Suduroy (sudur):
Tlf. 73030.
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráfeingishjálp fæst
leygardag, sunnudag
og halgidagar kl. 13.00
—14.00. Tlf. 145 44.