hósdagur 30. januar 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
HÓAST nógv mál eru í fokus
her heima í løtuni og livligt
kjak er um tey í fjølmidlunum
og å tingi, so finst eisini ein
heimur uttanfyri klettarnar,
sum uttan iva nógvir føroy-
ingar hava áhuga fyri. Ikki
minst tá navnið Ísrael verður
tikið upp á tungu ella sett á
prent rakna føroyingar vid.
Just Ísrael hevur altíð havt
stóran áhuga millum føroy-
ingar. Hetta hevur nakað við
okkara kristnu trúgv at gera.
OG venda vit so eygunum
móti hesum fyri okkum fjar-
skotna landi, so eru tað ikki
minst samráðingarnar millum
israelar og mongu grannar
teirra, sum hevur tann stóra
áhugan í løtuni. Men um
somu tíð er tað ein persónur
— ein ísraelskur politikari,
sum serliga er komin í fokus.
Tað er fyrrverandi verjumála-
ráðharrin og núverandi íbúða-
málaráðharrin Ariel Sharon.
Hesin mest víðgongdi av øll-
um heykum i israelskum poli-
tikki. Tad er hann, sum stend-
ur fyri israelska nidursetupoli-
tikkinum í teimum hersettu
økjunum. Hóast allur heimur-
in biður til at Ísrael gevst við
framhaldandi búsetingunum í
umrøddu økjum, hóast ST
hevur heitt á landið um at
taka seg av hesum gkjum, so
ger Ariel Sharon beint tvørt-
urímóti. Hann skundar undir
eina nýggja búseting fyri og
aðra eftir — til mikið fortreð
fyri samráðingarnar millum
Ísrael og grannar tess og ann-
ars Ísrael sum heild til lítlan
sóma. So stórt vald hevur
sami Sharon, at ikki ein gang
partamenn hansara í stjórnini
tora at seta seg upp ímóti
honum.
NÚ stígur so sami høgraheyk-
urin fram og bjóðar seg fram
sum komandi forsætisráð-
harravalevni. Gud náði Ísrael
skuldi hesin víðgongdi polit-
ikarin fingið meiri vald í land-
inum. Hann er sum er sera
vandamikil fyri Ísrael og fólk
tess, tí hann alla tíðina rekur
eina ódiplomatiska og harð-
renda linju mótvegis palestin-
um og annars grannum Ísra-
els og tí hann ongantíð lurtar
eftir teimum av landsmonn-
um sínum, sum ávara hann
móti avleiðingunum av hes-
um »russiska roulette« poli-
tikki.
HERFYRI tóku tveir av stuð-
ulsflokkunum hjá Shamir seg
úr stjórnini og misti hon har-
við meirilutan. Tí verður val
aftur í landinum longu í
summar. Tað er greitt, at
hetta verður eitt sera avger-
andi val, nú Ísrael og grannar
hava givið samráðingunum
grønt ljós. Ísrael hevur eftir
okkara tykki ikki brúk fyri
einum harðrendum og vid-
gongdum politikara sum Sha-
ron í hægsta sessi. Nú skulu
vit heldur ikki gera leiklut
hansara størri enn hann er.
Neyvan fær hann nóg stóra
undirtøku til at røkka so
langt, men hinvegin eiga vit
ikki at gloyma, at hann vid
sinum busetingarpolitikki fær
undirtøku millum teir israelar,
sum als ikki vilja samrådast
ella slaka ein tumma fyri
ynskjum og krøvum frá
hvorki palestinum, arabisku
grannunum ella fyri tað USA
og hinum londunum í Vestur-
heiminum.
ÍSRAEL hevur brúk fyri ein-
um hóvligum politikara í ov-
astu leiðslu landsins. Einum
politikara, ið torir at seta
menn sum Ariel Sharon upp á
pláss og sum dugir at síggja.
hvørjar framtíðar avleiðingar-
nar kunnu blíva, heldur landið
fram við sínum búsetingar-
politikki. Hóast Flógvakríggið
er av, so er greitt, at júst Mið-
Útgevari: P/f Sosialurin Bústaður:
Uppseting: P/f Sosialurin
P/F Pressan 1981 Telefon:
Argjavegur 28 Postadressa: Pøstsmoge 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Teletax: 14720
eystur er kanska vandamikl-
asta kråttunnan i heiminum i
dag. Vit eiga sjålvandi ikki at
undirmeta støduna i Eystur-
europa. Men stødan i Mið-
eystri er serliga ålvarssom.
Ein skilir væl, at Ísrael hevur
gjørt seg so væl út hernaðar-
liga, nú landið liggur kroyst
millum mongu arabisku
grannar tess. Håast landið
onga trygd hevur fyri, at ikki
lond sum Irak aftur fara at
bjóða tí av, so eigur Ísrael —
við stuðuli frá stórveldunum í
Vesturheiminum — at reka
ein hóvligari politikk og vísa
sín góða vilja. Tann linja, sum
Sharon stendur fyri, gongur
tann øvugta vegin, nevniliga
móti eini konfrontatión fyri
og aðrari eftir. Hvussu leingi
landið kann liva av ti er åvist.
MEN tað tænir hvørki Ísrael,
umheiminum ella teimum før-
oyingum, id fegnir siggja, at
israelar kunnu liva i sått og
semju vid grannar sinar, at
menn sum Ariel Sharon fáa
størri vald. Vénandi fer kom-
andi valid i landinum haraftur-
ímóti at geva teimum hóvligu
og samráðingarsinnaðu stórri
vald.
Tað er rætt, at hóast
henda samgongan hevur
fingið hampuligan ar-
beiðsfrið - undanfarnu
verið brotasjógvar við 17.
manninum. Eitt nú í tunn-
ilsmálinum. Koma fleiri
av hesum slag verður ikki
17. maðurin
Fjúrtandi skrivar í odda-
grein í gjár um ósemjuna í
javnaðarflokkinnum mill-
um javnaðarfelagið og
tingmannin í Norðoyggj-
um og restina av flokkinm
og fyri tað samgonguna.
Blaðið heldur fyri, at nú
javnaðarflokkurin hevur
funnið saman aftur eftir
ósemjuna við Vilhelm Jo-
hannesen, má haldast, at
málið er loyst. Blaðið
heldur fram:
"Onkrar sømdir fær
norðoyartingmaður floks-
ins, tí neyvan fer fólka-
flokkurin at seta sam-
gonguna uppá spæl.
Spurningurin er so, hvørj-
ar avleidingar hetta kann
fåa fyri politikkin. Løg-
maður hevur áður sligið
fast við tiggju tumma
seymi, at ongin 17. maður
skuldi sleppa at noyða
samgonguna til nakað. Tá
hann hevur slakað nú
kann hann illa halda tørn,
um aðrir 17. menn koma
við sínum króvum, antin
tað so er onkur javnaðar-
ella følkafloksmadur .”
Umrøddi spurningur er
vorðin "en varm kartoffel”
og tianverri hevur almenn-
ingurin enn einki fingið
nágreiniliga at vita um,
hvat málið itøkiliga snýr
seg um. Vit vita, at javn-
aðarfelagið og tingmadur
tess í Norðoyggjum eru
ónggd við gongdina í
Nónhamarsmálinum. Men
hvat meira tað snýr seg
um vita vit ikki í skrivandi
løtu.
Tað hava so verið sam-
ráðingar í javnaðarflokk-
inum um málið og eftir
hvat skilst, so er ein loysn
í eygsjón. Men hvat hon
inniber vita vit ikki.
Heldur ikki vita vit, um
norðoyartingmaðurin hev-
ur sett samgonguna uppá
spæl við at hótta við at
brúka "17. maðurin"-
vápnið. Uttan at leggja
okkum út í umrøddu
ósemju, tí vit vita ikki,
hvat býr undir, so kunnu
vit geva Fjúrtanda rætt í tí,
at slakar samgongan fyri
einum 17. manni, so kann
hon blíva noydd ul at
slaka fyri tí næsta og triðja
osfr. Og hetta var jú tað,
sum løgmaður herfyri vísu
á, at hann ikki fór at
góðtaka.
Vit hava áður víst á
vandan við júst tí 17.
manninum: at tað er ein
spurningur, um tað í heila
tíkið er rætt at skipa
samgongur við bert einum
tingmanni i yvirvåg. At
17. madurin ger um seg
og setir ultimativ krøv er
als einki nytt. Hetta hava
vit sæd aftur og aftur i
øllum samgongum. Og
úrslitið av tí er ein hóður
av rossahandlum, sum
ikki bara hava gagnað
okkara samfelag. Tað er tí
spurningurin - út frá
royndunum higartil - um
tað ikki í framtíðini eigur
at vera eitt "krav" til
komandi samgongur, at
tær eru so væl mannaðar,
at 17. maðurin er søga!
Og skuldi tað hent, at
henda samgongan verður
kollrend av einum 17.
manni, so verður tå høvi
at skipa eina samgongu
vid ti neyðuga ung-
mannatalinum. Komandi
dagarnar fáa vit so at
síggja, hvørji krøvini og
ynskini frå Nordoyggjum
eru, og hvat Tinganes-
manningin hevur at siga.
samgongur kundu als ikki
einans um nakað - so hava
samgonguni langt lív
lagað.
Innilokaður Scania
nýsýnaður, biliga til solu.
Tlf. 24220 — 88220
Bingotølini: