leygardagur 1. februar 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Hvussu fæst sum frægast burturúr flota og fiskatilfeingi
Kvotur skulu kunna
keynast og seljast
á fríum marknaði
Hetta er hóvuðstilmælið í frágreiðing, ið Andras Kristiansen, fiskifróð-
ingur, hevur staðið fyri
At fiskiskipaflotin er alt ov
tórur, er ein sannroynd, ið
evur I nakað somu
] I Sto P.: Øfll
1 um tað ingin
ger nakað við tað
Breitt samstarv
Nú skal tað vera<, letur
nú til at vera hugburðurin,
ikki bara millum fiski
frødingar, men eisini innan
vinnuna. I fjør varð Andras
Kristiansen, fiskifrødingur
á Fiskirannsøknarstovuni,
settur at gera eitt uppskot
til eina skynsama fiski-
vinnuskipan.
Kanningararbeiðið verð-
ur gjørd í samstarvi mill-
um vinnufeløg ødrumegin
arbeiðsgevarafelagið,
reidarafelag, ráfiskakeyp-
arafelagið, ídnaðarfelagið,
havbúnaðarfelagið) og
granskingarstovnar
hinumegin (fróðskapar-
setrið, fiskirannsóknarstov-
una, Heilsufrødiligu
Ølklubbamålid útsett
Heygadrangur skumpar málið málið um Rio Bravo og Maxim
hálvt ár longur út
Rættarmálið viðvíkjandi
matstovunum Rio Bravo í
Havn og Maxim á Argjum
skuldi upprunaliga koma
fyri i jan-uar mánaði.
Áðrenn rættarmålid
skuldi koma fyri, vard
Magnus Møller sjúkur, og
ti var målid sett ut til
mars-mánað; tað er Magn-
us Møller, ið hevur fyri-
reikað málið fyri ákæru-
valdið.
Nú er málið aftur útsett,
hesa ferð til september
Orsøkin er, at Chr. Andr-
easen, advokatur, er uppi í
málinum viðvíkjandi
Heygadrangi, har hann er
umboðar Ola Zacharias
sen, fyrrverandi stjóra á
Skála Skipasmiðju
Chriostian Andreasen er
eisini advokatur fyri tær
báðar matstovurnar, ið eru
skuldsettar fyri at hava
skonkt ólógliga og fyri at
hava opið fyri almenn-
inginum í stríð við halgi-
dagslógina.
ówh
Eisini
Tórsbyrgi
Fyrradagin skuldi sokall-
aða Tórsbyrgismálið koma
fyri. Íbúgvarnir í havnar-
bylinginum hava stevnt
býráðnum, ið var byggi-
harri, tá húsini í Tórsbyrgi
vórðu bygd
Stevnararnir vilja hava
býráðið at gjalda tað, tað
17. januar
var eitt ár
liðið síðani
løgreglan
gjørdi bart
og ruddaði
Rio Bravo
(myndin)
og Maxim
kostar at seta húsini i
góðtakiligan stand. Býráð-
ið hevur fyri sín part krøkt
byggifelagnum, Guttesen
og Staksberg, upp í málið,
so rætturin í sama rendi
kann taka stóðu, um í-
búgvarnir hava nakað
krav og hvor skal svara til
tað.
Eisini hetta málið varð
útsett. Tann serkøni, ið
rætturin hevur tilnevnt at
meta um kanningina já
sýns-monnunum, hevur
havt ov stutt skotbrá. Mál-
ið er útsett til mánaðar-
skiftið februar-mars.
ówh
Starvsstovuna, og menn
ingarstovuna)
Fiskikvotur
Nú fyriliggur partur av
kanningini hjá Andrasi,
sum aftanfyri seg at geva
góð ráð og fylgja við hevur
havt ein stýrisbólk; í hon-
um sita Óli Jacobsen, Arni
Poulsen, Kjartan Hoydal,
Jógvan Mørkøre og Kjart-
an Kristiansen.
Gandaorðið í fiskiveiðu-
politiska orðaskiftinum í
næstum eitur >fiskikvot-
ur<. Andras skjýtur upp, at
hvørt reiðarí fær tillutad
eina ávísa kvotu. Aðrenn
kvoturnar verða skiftar
sundur, ásetur Fiskirann-
sóknarstovan á hvørjum ári
heildarkvotur fyri hvørt
fiskaslagið sær, ið eru liv-
frødiliga forsvarligar. Síð-
ani kann eitt nú Fiski-
vinnuráðið áseta tað heild-
arkvotu fyri hvert fiska-
slagið sær, sum er sosialt
og búskaparliga ulráðiligt.
Ikki skip, men reiðarí
Tað er avgerandi fyri
smiðleikan í skipanini, at
tað er reiðaríið og ikki
skipið, ið eigur kvotuna.
- Royndirnar í Íslandi
siga okkum, at tað er
óklókt at hefta kvoturnar
ognarliga at skipunum.
Tað ger tað tvørligari at
sleja skip út úr flotanum
og virkar tískil ímóti eini
minking av veiðuorkuni.
Samstundis órógvar tað
marknaðarprísin á fiski-
farinum, tí kvotavirðið
verður lagt aftrat, stendur
m.a. í einum kapitli, ið er
skrivaður saman við
Jógvani Mørkøre, samfel-
agsfrødingi.
Skipanin, ið verður skot-
in upp, ber í sær, at
reidariini kunnu keypa og
selja kvotur ímillum sín. Á
henda hátt kann hvort
einstakt reiðarí gjøgnum
frían handil seta kvotu sína
saman, so tað fær sum
mest burturúr rakstrinum
av sínum fiskiførum.
Laga seg sjálvi
- Marknaðurin við kvotum
ger eisini, at fiskastovn-
arnir verða fiskadir av
teimum skipum, sum eru
bíligast í rakstri, skrivar
Andras Kristiansen í hes-
um viðfangi.
Tí verður heldur ikki
hugt at, hvørjum reiðskapi,
skipini fiskað við, tá fiski-
kvoturnar til hvørt reið-
aríið verða ásettar. Tey
mugu sjálvi koma eftir,
hvørjar kvotur, tey keypa,
fyri at fáa sum frægast
burturúr teirra skipum og
teirra reiðskapi.
Eftir skipanini skal allur
Studningur takast av fult
og heilt, tí tað vil avlaga
fría marknaðin við keyp og
sølu av fiskikvotum.
Miðsavnan
Ein av vansunum við
fiskakvotum er møguleikin
fyri miðsavning, t.v.s. at
tað verða tey kapitalsterku
reidariini keypa kvotur frá
teimum smáu. Hendir
hetta, so hevur tað eisini
eina miðsavning við sær,
tá talan er um øki.
I frágreiðingini stendur,
at hendir ein miðsavnan
gjøgnum fría marknaðin,
so er tað ikki vist, at tað
ikki er tað besta búskap-
arliga; hinvegin kunnu
onnur politisk ynski tala
ímóti, fyrst og fremst
ynski um bygdamenning.
Leggja upp fyri
Tveir háttir vera nevndir at
leggja upp fyri hesum, um
tað er itt politiskt ynski.
Annar er at seta eitt
hámark fyri, hvussu stóra
kvotu eitt reiðaravirki
kann hava, og hin er at
seta loft fyri, hvussu stóra
kvotu ein sýsla kann hava.
- Eitt anað er, at sjálvt
um man á henda hátt
Nr. 22
Framyvir mugu reiðarí-
ini keypa sær tær kvotur,
tey halda neyðugar fyri
at fáa sum frægast burt-
urúr. Tað vil, tá saman
um kemur, eisini vera
frægast fyri samfelags-
búskapin, sigur Andras
Kristiansen
roynir at tryggja einum ski
fiskikvotur, so er ikki giv-
ið, at fiskurin verður av-
reiddur og virkaður í øk-
inum, serliga ikki um ein
munandi partur verður
seldur á eini uppbodssølu,
stendur í frágreiðingini.
Avmarkingar ikki
nóg mikið
Endamálið við skipanini er
at fáa frægasta búskap-
arliga úrslitið burturúr
fiskastovnunum. Í frágreið-
ingini verður sagt, at
sokallað teknisk tiltøk -
friðing, avmarking av
meskavídd, fiskidagatal -
kunnu gera sítt. Men stórur
dentur verður lagdur á, at
hetta er ikki nóg mikið,
skal úrslitið verða optim-
alt, sum tikið verður til.
Rentur og avdráttir
minka ikki, fyri tað um
talið av veiðudógum verð-
ur minkað, øki friðað ella
meskavíddin minkað. Flot-
in verður tá framvegis ov
stórur og kapitalútreiðsl-
urnar Ov stórar, eins og
talið av fiskimonnum er
størri enn tað, sum er
neyðugt fyri at veiða ta
nøgd, sum gevur samfel-
agnum mest.
Summi hokna
Skerjing av veiðutrýstinum
gjøgnum teknisk tiltøk er
ikki nóg mikið. Talið av
fiskiskipum skal eisni
minkast. Og tað fer tað
eyðvitað at gera við
fiskikvotaskipanini. Part-
A
1. februar 1992