Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Grønlendska sjónvarnið keypt Com-Data útgerð Møguleikar eru fyri at selja fleiri tilikar skipanir sjónvarpsstóðir Í hesum døgum er Bolethe Olsen, sum er útbúgvin békavørur, og starvast í grønlendska sjónvarpinum, í Føroyum og lærir seg at brúka eina nýggja útgerð, sum grønlendska sjónvarp- ið hevur keypt frå Cam- Data. Com-Data gjørdi i sínari tíð eina arkivskipan fyri Sjónvarp Føroya, og hesa hava teir arbeitt víðari við. Eisini hava teir gjørt eina danska útgávu, og hetta er fyrsta av sínum slag, sum Com-Data selur av land- inum. Skipanin ger, at skjótt og lætt er at finna júst tað filmsbrotið, sum nýtast skal. Steinbjørn í Dali á Com- Data sigur, at søiuavtalan við grønlendska sjónvarpið kann merkja, at fleiri onn- ur fáa áhuga fyri skipanini. Hann leggur aftrat, at teir hava longu havt fleiri fyrispurninngar úr Dan- mark, millum annað frá TV2. Umframt at keypa skipanina hevur grøn- lendska sjónvarpið eisini keypt øll tólini ul hana frå Com-Data. tór.- til danskar Bert tveir útbúnir grønlendskir békavørar eru. Bolethe Olsen er annar teirra, og er nú i Føroyum fyri at læra seg at nýta útgerðina, sum grónlendska sjónvarpið hevur keypt frá Com-Data. Mynd: Kalmar Brunatryggingin við nýggjum tilboði Mynd: Kalmar 5 Nr. 22 - 1. februar 1992 Brunatryggingin kemur vid spildur nýggjum tilboði PAKKA- TRYGGING knar I ler atryg ein a sokallaða ert tú på vísur í at tú er tryggjaður væl og virðiliga Til várs kemur x Teir smáu bókstavirnir á tryggingarskjalinum ør- kymla mangan fólk. Tey hava tryggja seg - halda tey sjálvi - men so er okkurt við smáum stavum sum sigur, at í júst hesum førinum tekur tryggingin ikki vid. Hetta skapar mangan misskiljingar og misnøgd millum fólk, og tad hevur Brunatryggingin tikið til eftirtektar. Ronald Poulsen, nevnd- arlimur í Brunatrygging sigur, at tryggingin kemur vid einum spildurnyggjum tilbodi til vårs. Einari sokalladir pakkatrygging. Teknar tú eina tilika trygging til húsini, ert tú vísur í, at húsini eru tryggjað bæði so og so. Hetta heldur Ronald Poul- sen vera ein stóran fyri- mun, og hetta fer eisini at gera, at tað slepst undan nógvum misskiljingum. Eftir pakkatryggingini verður alt tryggja til ný- virði, so fólk sleppa undan at hækka og lækka trygg- ingarupphæddina eftir millum ødrum marknaðar- virði. Hetta er eisini ein stórur fyrimunur, heldur neyndarlimurin. Pakkatryggingin verður eitt sindur dýrari enn bert at tryggja móti eldi og vatni, men kortini nógv bíligari enn tað hevði kostað, at tryggja seg einsæris móti øllum ti, sum er í pakkanum. Eina ferð í vár fer Brunatruggingin at senda ein faldara í hvgrt hús, har kunnað verður nærri um nýggja tilboðið. Hóast Brunatruyggingin nú kemur við nýggjum tilboði, fer framvegis at bera til at nýta gomlu skip- anina, verður sagt. tór.- f á Pedagogar Sekt verður eftir 2 pedagogum til stovn okkara til 1. mars ella eftir avtalu. Ein pedagog 40 tímar um vikuna á stovu við 8 børnum í aldrinum % til 1% Hitt er vikariat 40 tímar um vikuna á stovu vid 12 børnum í aldrinum 1% —3 ár. Vikariatid er at rokna til 1. september í ár, við møguleika fyri føstum starvi seinni. Løn og setan sambært sáttmála millum Foroya Pedagogfelag og Foroya Lands- stýri. Meiri fæst at vita um stervini við at venda sær til stovnin. Skrivlig umsókn við prógvi og møgulig- um viðmælum verður at senda til stovn- in í seinasta lagi 20. februar. Stella Maris Vøggustova Vardagøta 11 - FR-100 Tórshavn Tlf. 12853