Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 22 r 7. februar 1992 Javnrættur er sJalvsagdur! tidindabladid Vit eita at broyta og menna hugburðin hvat viðvíkur javnrættindum. Fyri komandi ættarlið fara javnrættindi at vera sjålvsøgd ger Ung- dómstingið vart við Framløga um javnstødu Soljóðandi niðursteða varð samtykt við 22 at- kveðum fyri, og 0 ímóti: Skulu vit byggja samfelag okkara á javnrættindi, ber ikki til at lóggeva hesum í øllum ferum, heldur mugu vit menna og broyta hug- burð okkara. Fyrsta stigið er, at vit broyta og menna hug- burðin í heiminum og hetta ber ikki til at lóg- geva, tí hetta er ábyrgd hins einstaka at taka steðu til. Her fer tó ein steðug menning fram og er einki at ivast i, at fyri komandi ættarlið fara javnrættindi at vera sjálv- segd. Í ødrum stigi ber til at broyta hugburðin við lóg- gávu. Innan skúlagátt kunnu vit skipa undirvís- ingina soleiðis, at eingin verður fyri vanbýti. Sum er verða bæði. Tá arbeiðsgevari sekir eftir fólki eigur lýsingin at verða stílað soleiðis, at maður og kona á jøvnum føti hava meguleika at sekja um starvið. Arbeiðs- gevarin eigur sjálvur at kunna velja tann best egn- aða umsekjaran. Sum er, ger skattalógin mismun á giftum og ógift- um. Serliga kemur hetta fram, tá B-skattur skal líknast. Gift kvinna kann í ávísum ikki hava B-inn- tøku, tí sambært lógini kann bert maður hennara geva hesa upp. Sama er galdandi fyri barnafrá- dráttin. Skattalógin eigur at verða broytt soleiðis, at gift ikki eru fyri vanbýti. Børnini eru iløga í fram- tíðina. Nú tað sansar at fíggjarliga á mongum ar- beiðsplássum, kemur meira enn so fyri, at starvsfólk, sum gerast við barn, fáa boð um ikki at koma til arbeiðis aftur. Hetta er ein sera óheppin gongd og ótrygg fyri tær kvinnur, sum ynskja sær arbeiði uttan fyri heimið. Tað eigur at vera hildið fast um vunnin rættindi í sambandi við barnsburð. Arbeiðspláss, ið hava kvinnur í arbeiði, eiga ikki av hesum at líða fíggjar- miss. Øll eiga rættin til somu løn fyri sama arbeidi. Uppskot frå Sosialistisk- um Ungmannafelag og Unga Tjóðveldinum sam- tykt vid 11 atkv.: Ungdómstingið mælir til, at grunnur verður settur á stovn, har øll arbeiðspláss rinda í mun til útgoldna lon, soleiðis at oll arbeiðs- pláss verða felags um tær útreiðslur, sum nú liggja á nøkrum. Korini hjå vinnu- livinum broytast! Vit eiga at brúka alla orku til at betra korini hjá vinnulívinum og hevði tað havt við sær, at ar- beiðsloysi hevði minkað sigur Ungdómstingið Almennar iløgur og framtíðar útbyggingar Soljóðandi niðursteða varð samtykt við 21 at- kveðum fyri og 0 ímóti: Í staðin fyri at brúka í- løgur til nýbyggingar, átti tað almenna heldur at spart, og brúkt orku til at betra um korini hjá vinnu- lívinum. Hetta hevði havt við sær at arbeiðsloysið hevdi minkað, samstundis sum heimamarknaðurin hevði verið styrktur. Ein styrktur heimamarknaður hevði seinni økt um út- flutningin. Aðalmál okkara má vera, at eingin fiskur fer av landinum óvirkaður, her verður eisini hugsað um alivinnuna. Í føroyska samfelag- num i dag eru teir fysisku karmarnir i lagi, og ti eru utbyggingar ikki neydug- ar. Tær utbyggingar, sum hoast alt skulu gerast, skulu radfestast, og toyggjast yvir fleiri år. Ungdómstingið '92 kann taka undir við út- bygging av tí primeru heilsutænastuni, og á tann hátt leggja doyin á fyribyrging heldur enn viðgerðing. Ungdómsting- ið '92 eftirlýsir vantandi planlegging á heilsuøkin- um, tá hugsað verður um hvar og hvussu útbygg- ingarnar í dag fara fram. Ungdómstingið '92 er i- móti øllum stórum út- byggingum í samferðslu- kervinum. Um nakað skal gerast á samferðslugkin- um, má tað verða við ferðslutrygdini í huga, t.d viðlíkahald og breiðkan av vandamiklum vegum A undirvisingarøkinum krevst nýhugsan. Vit mugu her hugsa meira um innihaldið í sjálvari skúla- skipanini. Vit mugu út- fylla teir karmar, vit hava, fult út, áðrenn vit fara at hugsa um nýbyggingar. Góðar útbúgvingar koma ikki bert við ný- bygging av stórum skúl- um! Vit mugu hava meiri samstarv millum skúla- verk og vinnulív, so út- búgvingarnar verða meira viðkomandi. Landsstýrismenn eiga at hava ábyrgd Okkara stýrisskipan eigur at verða gjórd einfaldari. Lokalpolitikkur eigur at verða rikin lokalt og ikki í landshøpi. Landsstýrismenn ei ga at hava ráðharraábyrgd sigur Ungdómstingið m.a. Útbúgvingarstuðul Soljóðandi niðursteða varð samtykt við 22 at- kveðum fyri, og 0 ímóti: Í einum framkomnum samfelag er útbúgving ein treyt, um strembað verð- ur fram ímóti búskapar- ligum vekstri. Vit meta, at útbúgving- arstuðul eigur at verða knýttur saman við út- búgvingarskipan okkara og fara tí at viðgera bæði evnini. Vit skjóta upp, at sama upphædd verður latin til allar miðnáms- og hægri útbúgvingar uttan mun til aldur. Vit meta, at núverandi skipan ikki er nóg rættvís, tá hugsað verður um tey, ið hava langan veg til skúla. Hesi hava stórar neyðugar útreiðslur av at meta upp hvenn dag. Sum nú er verður lagt upp til at tey flyta av bygdini í skúla. Tí skjóta vit upp, at fólk undir útbúgving kunnu ferðast ókeypis við bygda- leiðum og strandfaraskip- um í skúlatíð. Henda broyting í skip- anini kemur at kosta eitt sindur fyri tað almenna, men samstundis verður lagt upp til at fleiri fara at búgva heima, tí rokna vit við at hesi bæði javnviga. Ásannast má, at tervur er á útbúnum fólki í primervinnuni. Hesar útbúgvingar eru oftast á einum slíkum kostnaðarsteði, at hin ein- staki hevur torfert við at fíggja tær. Ein meguleiki er, at teir føroysku pen- ingastovnarnir geva betri meguleikar fyri útbúgv- ingaruppsparing. Ásannast má at býtið á Framhald á síðu 18