týsdagur 4. februar 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ba
Nr. 23 — 4. februar 1992
Handilsskúlin
øm
Ma
EO,
+ 0
- ein Skúli fyri
framtíðina!
Alt ov nógvir umsøkjarar, ið søkja inn á hand-
ilsskúlan, fáa ikki møguleikan at royna seg.
Forðingar liggja á vegnum hjá teimum, sum
sókja inn á FHS og úr FHS inn á hægri hand-
ilsskúla. Sama er galdandi á handilsskvøld-
skúlanum. Alt fleiri leita sær tí til Danmarkar
at ganga á handilsskúla skrivar Ragnar Magn-
ussen, stjóri á Føroya Handilsskúla í blaðnum
"Handils-Kúlan", ið næmingar á Handilsskúl-
anum geva út og sum vit prenta sum "Sjónar-
mið" í dag.
Árið 1991 er farið aftur
um bak. Skúlaárið 1991;
1992 er hálvrunnið. Íkki
kann sigast annað enn,
at tíðin gongur skjótt.
Skulu vit í stuttum
tríva aftur í 1991, so
má sigast, at ein av
sterstu trupulleikunum,
sum vit hava, er, at alt
ov nógvir umsekjarar,
ið sekja inn á handils-
skúlan, ikki fáa megu-
leikan at royna seg.
Forðingar liggja á veg-
num bæði hjá teimum,
sum sekja inn á FHS
og úr FHS inn á hægri
handilsskúla. Sama er
galdandi á handils-
kveldskúlanum.
Tey ungu, sum koma
inn á handilsskúla,
kunnu uttan iva býtast
í tríggjar bólkar. Nekur
eru tey, sum ikki vita
hvat tey vilja, onnur
kundu hugsað sær at
farið í læru á eini skriv-
stovu, í einum handli,
peningastovni, á trygg-
ingarstovnum, sum
læknaskrivari ella í heil-
selu o.s.fr. Møguleikar-
nir eru nógvir á pappír-
inum. So eru tað tey
sum ætla sær eina gym-
nasiala útbúgving, t.v.s.
FHS og HH, sum tekur
3 ár tilsamans. Summi
av hesum seinastu hava
kanska ætlanir um at
lesa víðari á handilshå-
skúla, universiteti, til
lærara ella okkurt ann-
að. Felags fyri tey
flestu er tó, at tey ætla
sær út í vinnuna eftir
lokna skúlagongd.
Orsekin, at so nógv
ikki sleppa at royna seg
á handilsskúlanum, er
hon, at fíggjarlig orka
ikki fæst frá tí almenna.
Tey, sum so ikki sleppa
inn, verða tí noydd at
fara á aðra miðnámsút-
búgving í Føroyum,
sum eisini kostar pen-
ing ella fara til onnur
lond og tá serliga til
Danmarkar á handils-
skúla.
Summi halda eisini,
at alt ov nógvir næm-
ingar ganga á handils-
skúla. Sjónarmið eru tó
ikki komin fram um,
hví tey halda ov nógvir
næmingar ganga á
handilsskúla. Hugsandi
er, at tey, sum koma
við slíkum leysasøgum
ella gitingum, ikki vita
hverjar útbúgvingar eru
á handilsskúlanum ella
tí, at skålin hevur tað
navn, hann hevur.
Summi binda navnið á
skúlanum við, at so
mugu tey læra at snýta
í skatti ella læra um
»holini« í skattalógini,
so tey sleppa undan at
gjalda skatt. Hetta eru
fordómar, sum ringt er
at byrgja upp fyri. Tey,
sum ganga á handils-
skúla, vita, at so er
ikki.
Onkur hevur tó
nevnt, at tað ikki er
brúk fyri ellum FHS-
arum, sum á hverjum
ári vera lidnir. Tey, ið
siga slíkt, hugsa helst
um, at ikki er brúk fyri
hesum FHS-arum í tí
samfelagnum, sum vit
kenna í dag, ella tað,
sum verri er, sum við-
komandi heldur seg liva
í. Men spurningurin er,
um vit ikki eiga at
leggja okkara útbúgv-
ingar soleiðis tilrættis,
at tær nekta arbeiðs-
tørvin i framtíðini.
Spurningur er so,
hvussu sær samfelagid
ut um nøkur år. Hvat
hava vit bruk fyri til ta
tíð? Royndir hava verið
gjerdar hesi seinastu 30
árini at meta um,
hvussu samfelagið fór
at síggja út um nekur
ár? Úrslitið hevur verið
tað sama hverja ferð.
Metingarnar hava ikki
hildið. Helst verður eis-
ini so í framtíðini. Tí er
best, at næmingurin
sleppur sjálvur at velja
tað, sum hann heldur
seg duga best til, og
bera so í bandi, at tann
ungi hevur nakað at
velja ímillum, so hann
hevur eitt veruligt val.
Tann, sum hevur sett
seg inn í útbúgvingar-
nar á handilsskúlanum,
veit, at lærugreinirnar
kunnu flokkast í tveir
bólkar. Summar læru-
greinir, meira enn helvt-
in, eru sokallaðar al-
mennar lærugreinir og
sum partvís miða eftir,
at næmingurin fer víð-
ari í sínum lesnaði, og
hin parturin hevur til
endamáls at reika tey
fyri at fara út í vinn-
una. Men fleiri og fleiri
velja tó, sum tíðirnar
eru, at fara beinleiðis úr
FHS inn á hægri
handilsskúla, og á tann
hátt brynja seg betur
til avbjóðingarnar í
framtíðini her heima
sum í eðrum londum.
Hvar skulu tey annars
fara?
Útbúgvingarnar á
handilsskúlanum miða
tí ímóti, at næmingarnir
verða fyrireikaðir at ar-
beiða á ymiskum máls-
økjum í fyrisitingum,
umsitingum, peninga-
stovnum, handlum
o.s.fr. ella til at lesa víð-
wi. Næmingurin kann
ganga i eitt år, um
honum hóvar; men hann
kann eisini ganga í eini
6—7 ár alt eftir tørvin-
um hjá tí einstaka.
Hetta meta vit, ið hava
við handilsskúla at
gera, sum ein stóran
fyrimun, ið tey ungu
hava bitið merki í. Tí
velja eisini nógv ung at
fara á handilsskúla,
men fáa ikki loyvi til
tess, tí politikarar ikki
skilja hetta, ella tí teir
sjálvir ikki hava gingið
á handilsskúla og á
tann hátt, um ikki ann-
að, nomið sær vitan um
skúlan. Alt fleiri leita
sær til Danmarkar at
ganga á handilsskúla.
Men vit eru jú so von
at loysa okkara tver-
leikar við at lata onnur
loysa teir fyri okkum.
Hvussu lítið verður
hugsað um handilsskúl-
an vísir eisini umreðan
á tingi fyri kortum um
miðnámsútbúgvingar-
nar. Bert tann eini reð-
arin nevndi nakað um
handilsskúlan. Onkur
tosaði í 45 min. uttan
at tað eydnaðist honum
at nevna orðið handils-
skúlin, heldur ikki í inn-
leiðingini. Um orðið var
|
Ragnar Magnussen:
-Best er, um næm-
ingurin sjálvur
sleppur at velja tað,
sum hann heldur seg
duga best til, og
bera so í bandi, at
tann ungi hevur
nakað at velja
ímillum, so hann
hevur eitt veruligt
val
ljótt í hansara um-
hvervi, so hevði tað ikki
verið mætari.
Í ålitinum til løg-
tingið frá landsstýris-
manninum í skúlamál-
um varð heldur ikki
nógv sagt um handils-
skúlan uttan tað, at har
skuldu helst onkrar
smáar broytingar ger-
ast, hóast stórar broyt-
ingar eru farnar fram á
handilsskúlunum í Dan-
mark bæði skipanarliga,
innihaldsliga og fíggjar-
liga. Einki varð nevnt
um hetta. Tað løgna er,
at sum grund fyri at
broyta eina aðra mið-
námsútbúgving i Føroy-
um, verða broytingar i
Danmark nyttar. Men
er talan um handils
skulan, so skulu tær
helst ikki gerast. Her
haltar okkurt.
I fleiri år hevur onkur
politiskur flokkur jåkad
upp i saman, at vit eiga
! at fáa meira fyri fiskin,
sum vit selja. Hetta
gerst ikki eftir einum
degi. Umframt áhugan
skulu iløgur í útbúgv-
ing og eftirútbúgving
gerast. Uttan iva høvdu
fleiri av teimum, ið ikki
sluppu inn á handils-
skúlan, men høvdu hug
til at fáast við handil og
seluarbeiði, kunna verið
at loyst tann spurning-
in.
At enda kann verða
nevnt, at danir gjalda
so at siga allan kostnað-
in av at reka handils-
skúlan. Verður hugsað
um skattin. sum tey
gjalda, ið arbeiða á
handilsskúlanum, so
hevur føroyska samfe-
lagið fleiri mió. í vinn-
ingi. Hvussu hevði
verið við handilsskúlan-
um, um danir ikki bóru
kostnaðin, áðrenn
blokkurin kom, er ikki
trupult at hugsa sær.
Ragnar Magnussen
AA TO 7 NSSS ESRA SN NSKE SAS GNNULT