Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. februar 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

skeer ARK Nr. 24 — 5. februar 1992 tíðindablaðið Hjålptir av fråsøgnum og at hava spurt seg fyri ymsastaðni, setti Fornminnissavnid á at grava her oman fyri minnisvarðan á Argjum. Her funnu teir gamla kirkjugarðin. Mynd Kalmar Komin fram á kirkjugarðin á Argjum At spedalsk hava verið grivin á Argjum hava fólk vita um, men júst hvat kirkjugarðurin er, er ikki komið fram fyrr enn nú Þornminnissavnið er nú komið fram á gamla kirkjugarðin á Argjum, har tey spedalsku vóru grivin. Silvurbrúdleyp Í dag kunnu hjúnini Randi og Hans Esbern Heinesen, Argjum, halda silvurbrudleyp. Vælkomst verður í Róð- rarneystinum á Argjum leygarkveldið 8. febr. kl 19.00 Kirkjugarðurin er nakað uppi í bønum yvir av lend- ingini. Orsgkin til, at Forn- minnissavnið júst nú fór at grava er, at Argja Komm- una hevur ætlanir um eina útstykking har á leið, og tí varð heitt á Fornminnis- savnið um at kanna eftir hvat kirkjugarðurin hevur verið. Økid verður nú frið- að. Símun Arge, fornfrød- ingur sigur, at Fornminnis- savnid ger ikki meira vid útgravingina á hesum sinni. Uppgávan var bert at staðfesta hvar kirkjugarð- u:"n var. Hann sigur, at teir eru komnir niður á nakrar kiskurestir, men beina- grindir hava teir ongar funnið." tór.- Síða 7 Góðtaka ikki tryggingina Alt lógaruppskotið til arbeiðsloysistrygging átti at verið enduskoðað, siga fakfeløg í brævi til Lýgtingið Løgtingid fekk í gjár bræv frá átjan fakfeløgum, sum ikki góðtaka uppskotið til arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. Feggini siga í brævinum, at uppskotið, ið nevnt verð- ur semja millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, verður tvungið igjøgnum vid løgungslog. - Vit umboða umleið helvuna av løntakarunum og taka ikki undir við upp- skotinum. Er uppskotið eitt semingsuppskot, eiga van ligu reglurnar á arbeiðs- marknaðinum at galda. Tá ætlanin er, at løgtingid skal tvinga sokallaðu semjuna igjøgnum, heldur verið umhugsað at skipa fyri eini uratkvødu millum allar lønm6ttakarar í land- inum, siga feløgini. skuldi Tey vísa á, at uppskotið er gjørt út frå ti fortreyt, at skipanin skuldi vera sjálv- boðin, men hetta er broytt einvíst, so skipanin verður tvungin. Ein so grundleggj- andi broyting má hava við sær, at alt lógaruppskotið, sum tað er, verður endur- skoðað, siga fakfeløgini. - Lógaruppskouð er ein bati fyri timalønt á flaka- virkjunum, meðan onnur timalønt - eitt nú handverk - arar - ikki verða tryggjadir eins væl í skipanini, og tey fastløntu koma í stóran mun bert at rinda inn til skip- anina, siga feløgini Tey biðja annars um at fáa t greiða nærri frá sjónarmiðun tá uppskotið eftir fyrstu við gerð er beint í nevnd Fakfeløgini hár Í høvi Ul á sinum hava sum SUðUroyggin fyri trygging undirskrivað áheitanina, eru Føroya Lærarafelag, S á K, Kjósmeðrafelag Før- oya, Føroya Handverkara- felag , Appoteksassistentfelagið, Føroya Bladmannafelag, Tørshavnar Kommunala Starvs og Tænastumanna- felag, Føroya Postfelag, Starvsmannafelagið, Fer oya Sjúkrahjálparafelag Føroyskir Sjúkrahúslabo rantar, Økonomafelag Før oya, Føroya Pedagogfelag Sjukrasystrafelag Føroya Yrkisfelagið hjá Studenta- kula- og HF-lærarum Føroyskir Fysioterapeutar Maskinmeistarafelagið og Teknikarafelagið randi Oyggjarfundurin í Øravik månakvøldid tók und- ir við uppskotinum um arbeiðsloysistrygging Arbeiðarafelggini í Suðuroynni taka væl ímóti, at arbeiðsloysis- trygging nú skal setast á stovn. Hetta kom týði- liga fram á fundinum, feløgini hagvdu kallað inn til í Øravik mána- kvøldid. Á fundinum vóru Ingeborg Vinther, for- kvinna i Føroya Arbeið- arafelag, Jóannes Eides- gaard, landsstýrismaðu- r, og Sverri Midjord, formaður í arbeiðara- målanevnd løgtingsins. Onkur var eitt sindur í iva um, hvussu skipanin fer atvirka, men tey hildu tað vera gott kortini at skipanin kemur nú, tí tørvurin er so stórur. Ætlanin er at endurskoða skipanina um eitt ár, og tá kunnu møguleikar rættast, slóu fólk seg til tols við. Fundurin heitt á Sverra Midjord sum nevndarformann um at virka fyri at geva upp- skotinum bestu viðgerð. 36 fólk vóru á fund- inum. randi Norðurlandahúsið Í kveld kl. 19.30: Grindadráp og umhvervisbólkar. Kate Sanderson greiðir frá. Filmurin »To Kill a Whale« verð- ur sýndur. Norrøna Felagið skipar fyri. Í morgin, hósdagin, verða tríggir barnafilmar sýndir. Kl. 16.00 »Fjadrarok«, kl. 17.30 >Fólk og Dólgar i Kardemummubyi« og kl. 19.30 »Frida«.