mikudagur 5. februar 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Eftir Jústinus
M yndir Kalmar
Eidesgaard
Lindenskov
Mortan hjá Kaj peikar
hann. Sonni held
á hvussu illa fiskurin
ur um stertarnar
er farin, ti al teir ikki slu
tidindabladid
—Vit eru sera illa vidfarnir av norsku myndu-
leikunum. Teir tordu ikki at spyrja serfróðingar,
eitt nú norsku vrakararnar, tá tosað var um
hvussu nógv saltfiskur svinnur. Vit sluppu ikki
at ríva millum 30-40 tons av fiski, sum lá
skrubbsaltaður í lastini. Í dag er meginparturin
av hesum vrak. Vit sluppi ikki at skalka lastina,
tí hon var forseglað áðrenn vit fóru heim.
Sjógvur kom niður og nakað av fiskinum er
oyðilagdur av hesum, sigur ein beiskur Sonni
Johannesen, skipari á Antuut
Niðri í lastini á
fyrrverandi Sjúrðaberg ,
Enniberg og nú Antuut, er
lív og rómur.
Skálakvinnur ungar og
eldri kýta seg at ríva
saltfiskin leysan og mann-
fólkið er um tær allatíðina.
Skiparin Sonni Johan-
nesen, bulmikil vid reyd-
um håri og fullskeggi sær
myndugur ut. Hann er i
lastini saman vid fyrr-
vernadi reidarin Mortan
Johannesen, Mortan hjå
Kaj, teir lempa salt å
banjaranum so rokid
stendur frå.
Í erva á fabrikksdekk-
inum standa umboð fyri
Heilsufrødiligu Starvs-
stovuna og eygleiða og
kanna at alt fer rættuliga
fram. Eisini á kaiini eru
mNMN.24— 3. februar 1992
adámurnar dríva á
A på fyrrverandi
Sjúrðaberg og
mangan
Skála. Hann
Foroya í 1972
ppu at umríva
uni hevu
landingint
Mr, 24 — 5. februar 1992
á Antuut.
hevur
landað 4
kom tú
umboð fyri starvsstovuna
og kanna og eisini við
vektina í turkihúsinum.
Hetta er ikki nøkur
vanlig landing. Fiskurin
sum kemur uppá land skal
nýtast sum prógv í einum
norskum rætti. Vektar-
seðilin skal leggjast fram í
rættinum í Tromsg, tá
málið um ovurveiðu hjá
Antuut verður tikið upp-
aftur. Og hetta verður eitt
tungt prógv, tað ivast
Sonni ikki í.
Aðrenn vit fara viðari,
so varð Antuut tikin av
einum norskum vaktar-
skipi. Hann var
skuldsettur fyri at hava
stolið tosk. Málið kom í
rættin og sum nú er
Eli Dan: isen frá Heil-
Piliou Starvsstov-
S ro á V
á - eftirlit við
stendur reiðaríið til eina
bót uppá eina millión og
skiparin er dømdur at
gjalda 50.000 krónur.
Krossfrest Krossfest
Sonni Johannesen sær
beiskur út í dag. Hann
kennir seg ikki rætt við-
farnan av norsku myndu-
leikunum.
-Akærumynduleikin var
rættuliga úti eftir okkum.
Vit vórðu dømdir uppá
forhond. Her skuldi statu-
erast eitt dómi. Tað
ljóðaði í bakgrundini frá
statsadvokatinum, kross-
fest, krossfest. Men hóast
tað so slakaði sami stats-
advokatur í bótini við
500.000 krónum, sigur
Mortan Johannesen.
--Tað serliga politi-
fulltrúin, Sandnes, sum
var óríggjaligur. Hesin
maðurin var snøgt sagt
ikki til at tosa við, Sonni
Johannesen, skipari.
Tit vóru seinasta sum-
Mortan tómir
mar í samband við norsku
vaktartænastuna. Vaktar-
tænastan skuldsetir tykk-
um fyri at hava skotið við
byrsu eftir henni. Kann
hetta hava nakað at gera
við strongu viðferðina tit
hava fingið nú?
--Tað veit eg ikki. Men
ein kann hugsa. Vit lógu
saman við trimum ødrunn
grønlendskum trolarum og
vit vórðu pilkadir
burturúr. Annars er tað
nakað tvætl, at vit hava
skotið eftir norðmonnum.
Ein maður skeyt fugl í
bakborð, og báturin hjá
norska verjuskipinum lá
ein fjórðing frá okkum úr
stýriborði. Og norðmenn
høvdu einki at gera
umborð hjá okkum tann
túrin. Vit veiddu í altjóða
sjógvi, sigur Sonni
Johannesen.
Vit spurdu Mortan Jo-
hannesen, fyrrverandi
reiðara á Antuut, um eitt
føroyskt skip hevði fingið
somu viðferð.
—Teir eru altíð fólkaligir,
banjaran.
tá teir koma umborð, tað
Skulu teir eiga. Men teir
kunnu ganga uppul 12
tímar umborð og kanna
veiðuna, og tá kennir ein
seg ikki væl. Eg havi
onkuntíð ivast, er nú alt
rætt hjá okkum, sigur
Mortan.
Sluppu ikki at ríva um
--Vit høvdu havt gott
fiskari. Tey 170 tonsini,
sum vit hava inni, hava vit
fiskað í 12 dagar. Tá vit
vóru komnir til Tromsø,
var lastin forseglað. Eg
veit ikki akkurát hvussu
nógv, men millum 30-40
tons av fiski lá saltaður í
lastini. Hetta var ikki
umrivið. Vanliga liggur
fiskurin í einar 20 tímar í
nógvum salti, áðrenn vit
ríva hann um. og tá fer
nógv minni salt á hann,
sigur Sonni Johannesen.
--Vit bóðu um at sleppa
niður í lastina at umríva
fiskin, men vit fingu
blankt nei, vit skuldu einki
broyta í lastini. Hetta kom
Síða 11
illa við. Meginparturin av
hesum Óumrivna fiskinum
er nú nummar trý ella
vrakfiskur og hann fellur
nógv í virði. Nummar trý
fiskurin kostar einar seks
krónur minni fyri kiloið
enn enn nummar eitt,
sigur Sonni Johannesen.
Enn ein neis
Tá vit skuldu fara
heim, komu norðmenn-
imir við tí fiskinum, sum
teir høvdu tikid í land at
viga. Talan var um 12
plattar. Vit fingu ikki tíkið
teir umborð beinanvegin
og ter komu at standa i
seks tímar á kaiini i
ringum vátakavaveðri
Teir vórðu ikki pakkaðir
inní nakað, Og góðskan
minkaði. Tað kann ikki
sigast, at norðmenn fóru
væl um tað teir høvdu
ukid frå okkum, sigur
Sonni.
Vit spurdu ådrenn vit
fóru at sigla, um seglið
kundi brótast á lastini
soleiðis, at vit kundu
skalka lastalukurnar til.
Hetta var eisini noktað. Í
tí skili fóru vit heim. men
tað vísir seg, at nakað av
sjógvi er komið í lastina
og hetta er gingið útyvir
góðskuna av fiskinum. Vit
hava fingið sera ringa
viðferð frá norsku politi-
mynduleikunum, men lat
meg leggja afturat, at
vanliga fólkið í Tromsø
fór væl við okkum, sigur
hann.
Ikki fiska ov nógv
-Norðmenn meta
okkum at hava sløk 200
tons i saltfiski inni. Vit
sjålvir meta at 170 tons
eru i lastini. Norska
vaktartænastan loyvir upp
til 10 prosent meir av fiski
enn niðurmált er. Tað vil
siga, at vigar fiskurin 187
tons, so eru vit framvegis
innanfyri toleransumarkið
hjá norsku kystvaktini og
tá hava vit einki ólógligt
gjørt. Men vit eru 100
prosent vissir í, at lastin
fer ikki at viga so nógv,
sigur Sonni Johannesen.
-Tå í norðmenn 14
januar fyrstu ferð máldu
hvussu nógv vit høvdu
lastini, komu teir til 436
tons umroknað til rundan
fisk. Um vit høvdu nýtt
tann nýggja umroknings-
faktorin, so høvdu vit
komið fram til 438 tons.
Seinni seinni broyttu teir
roknihátt og komu fram til
at vit skuldu hava 513
tons inni, umroknað til
rundan fisk. Teir hava
roknað eftir hvussu nógv
fiskurin fylti, men tað er
ikki løgid, at fiskurin fylti
nógv í rúmd, tá millum
30-40 tons lá óumrivið.
Har var jú meginparturin
salt, sigur hann.
Vrakarastovnurin
munnkurv
Politiákærin segði i
rættinum, at saltfiskur ikki
svann nevniverdugt. Hetta
mótmæltu vit harðliga. Vit
vita jú at hann svinnur við
minst einum triðingi. Vit
prátaðu við fiskautflytarar
og fólk frá vrakara-
stovninum, teir góvu okk
um viðhald í at saltfisku
svann, men tordu ikki at
úttala seg í rætunum, sigur
Sonni Johannesen.
Ein av eftirlitsmonn-
unum hjá Heilsufrødiligu
Starvsstovuni, Eli Dan-
telsen situr cisini í mess-
uni og prátar. Hann vísir
okkum nøkur tøl frá
fyrrverandi almenna før-
oyska vrakarastovninum.
Hesi tølini passa fyri
føroyskan saltfisk, men eg
skilji, at norsku myndu-
leikarnir vildu ikki góð-
taka tey. Føroyingar eru
komnir fram til, at ein
pakki við 50 kilo av
saltfiski svinnur teir fyrstu
5-14 dagarnar 1,5 kilo.
Frå 14-21 døgum svinnur
hann uppaftur eitt kilo. Og
frå 21-30 dagar svinnur
hann vid trimum kilo,
sigur Eli Danielsen
Endurgjald
--Tað er ongin ivi um, at
vil fara at krevja endur-
gjald. Vit hava mist 14
dagar í fiskitid. Partar av
lastini er nummar try
fiskur orsakað av Omøgu-
ligheit frá norsku politi-
mynduleikunum. Sluppu
vit at ríva um og at skalka
lastina, so høvdu vit
næstan ongan vrakfisk,
sigur Sonni Johannesen.
--Vit fara avstað aftur í
næstu viku. Vit fáa part av
eini øktari grønlendskari
kvotu uppå 500 tons. Tå
hon er uppfiskad fara vit
til Eysturgrønlands at
royna.
--Fiskaríið hevur verið
nakað misjavnt síðan eg
fór til Grønlands fyri
knøppum tvey árum sidan.
Nú hoyrist at týskir
trolarar hava brúkiligt
fiskari undir Eysturgrøn
landi, sigur Sonni Jo-
hannesen.
Sonni letur væl at
Antuut. Hetta er eiti gott
gamalt skip vid nyggjari
maskinu, sum hevur stóra
tovmegi. Hann sigur, at
teir fáa eins nógv og hini
skipini.
16 føroyingar og 22
gronlendingar eru vid An-
tuut.