Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. februar 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Um einki hendir við málinum, onnur stig tikin. A SSÍalUrin Hann sum hevur lænt hátalaraanleggið við tráðleysu mikrofonini verður vinarliga biðin um at koma aftur við tí. verða Nevndin Akvarium Umli. 100 |, helst við pumpu, ynskist til keyps. Tlf. 21458 Fo HØVUDSVINNINGUR: Eitt heilt ótrúligt og ødrvisi fototól, grundað á hægstu framtíðar tøkni. Nýtir t.d. ikki film, men disk og m.a. spennandi møguleikar ber til at sýna júst tiknar myndir i sjónvarpstólin- Síggið tólið hjá serfrødinginum. SMS FOTO & VIDEO Tlf. 19820 Postsmoga 1058 FR-110 Tórshavn ØÅ HØVUDSVINNINGUR: Snotulig standi- lampa Bert ein av mongu úr stóra úrvalinum. Pf. EINAR S | MIKKELSEN GÓÐK. EL-INNLEGGJARI Bøgøta 12 - Box 321 - 110 Tórshavn - Tlf. 12211 lampuni Nr. 24 — 5. februar 1992 Millumbylgjusendarin »Viillum bylgjurnar »Aftanå« og »partvist« áðrenn sendingina »mill- um bylgjurnar« i SvF, sum var um nyggja mill- umbylgjusendaran i Akra- bergi, er komið fram i ljós- mála, at landsstýrið í 1990 (fyri hálvum eðrum ári síð- ani) læt gera eina frágreið- ing um hvat var farið fram í »millumbylgjumålinum«. Í sendingini kom fram, at tað var Signar Hansen, fyrrv. landsstýrismaður, sum hevði biðið um frá- greiðingina. Undirritaði hevði ongan kunnleika um frágreiðing- ina undan samreðuni í SvF; fór tí av mínum ein- tingum at fregnast í landsstýrinum eftir henni dagin eftir upptekuna. Telefonsamrødan við Sólbjørn Fekk hana útflýggjaða seinasta fríggjamorgun, og ringdi síðani til Sól- bjørn Jacobsen kl. 09.40, og spurdi um hann hevði kunnleika um frágreiðing- ina? Hann kundi íkki svara uppá um hann hevði sæð frágreiðingina, tí nú var hann helst í iva um, um talan kundi verða um fleiri frágreiðingar, men tíggju minuttir seinni hevði hann avtalu við SvF, har hann skuldi svara spurningum um millumbylgjusendaran. Í sendingini boðaði hann frá, at undirritaði hevði ringt og kunnað hann um eina frágreiðing, hann bað um at sleppa at síggja hana, men sjón- varpsmaðurin noktaði honum at síggja frágreið- ingina ið teir hevdu? Avtalað spæl ella ávaring Illar tungur hava síðani viljað verið við, at undir- ritaði hevði ætlanir um at ávara Sólbjørn Jacobsen onkursvegnja og at talan skuldi vera um avtalað spæl millum undirritaða og telefonverksstjóran, og at vit í felag høvdu ætl- anir um at fjala út yvir ávís viðurskifti? Var fráfarin sum landsstýrismaður Hetta er fullkomuliga burturvið. Eingin — ikki ein tann einasti ein kann seta ein fingur við trúvirði hjá undirritaða sum po- litikara. Havi ongantíð snarað sannleikanum til egnan fyrimun eitt vet; havi altíð verið erligur og opin í øllum samfelags- spurningum, sum eg havi fingist við. Telefonsam- reðan við stjóran var bert ein vanligur fyrispurning- ur, og einki annað, tí sum ellum kunnugt var undir- ritaði farin frá sum lands- stýrismaður áðrenn ar- beiði nakrantíð var byrjað í Akrabergi, og hevði tí hverki leiklut ella polit- isku ábyrgdina av arbeið- inum yvirhevur um tað mundið. Men frágreiðingin hjá Signar Hesa uppgávu hevði hin- vegin Signar Hansen, fyrrverandi landsstýris- maður, ið læt frágreiðing- ina gera fyri hálvum eðr- um ári síðani, og hví frá- greiðingin ongantíð sær dagsins ljós fyrr enn nú, tykist at vera sera legið, og tí er nógv, sum kundi bent á, at ætlanin hjá Signari við frágreiðingini var at finna onkran at hanga millumbylgjumálið uppá, at finna ein synda- bukk, hví so ikki gera eina roynd aftrat, men tá so -frágreiðingin onki sigur um ein slíkan, so koyrir Signar Hansen frágreið- ingina niður í eina skuffu, uttan at fyritaka sær nakað sum helst í málin- um yvirhevur. Men lítil ivi tykist vera um, at hann ætlaði at hanga undirritaða uppá egin mistøk, men tá hetta ikki eydnaðist og hann ikki fekk aðrar at spæla saman við sær, so skuldi frágreiðingin krógvast burtur. Leiklutur mín sum fyrr- v. landsstýrismaður var at fyrireika útboði av sendaranum . og antenn- uni; hetta arbeiði eydnað- ist sum øllum kunnugt rættuliga væl og lítil broyting var í prísinum tá sendarin bleiv tikin í nýtslu, meðan kostnaður- in av sendisteðini í síni heild var rættuliga stórur. Hví tað ikki eydnaðist sjónvarpsfólkunum at fáa samband við tey fólkini, sum hevdu politisku á- byrgdina av sendisteðini tá arbeiðið í Akrabergi byrjaði, standi eg undr- andi yvir fyri, og tað gav sendingini eftir mínum tykki eina slagsíðu. Tað kann hugsast at tey hava noktað at luttikið í send- ingini eins og telefon- verksstjórin gjørdi? Eg veit ikki — men legið var tað kortini. Hví ikki ajourfera hálvt annað ára gomlu frágreið- ingina hjá Signari Hansen og almannakunngera hana, tí so hevdu fólk hevi við egnum eygum at kanna eftir hvat fram er farið í málinum higartil! Ólavur W. Høgnesen Sidani undirritadi skrivadi omanfyristandandi grein, síggi eg nú i Sosialinum undir yvirskriftini >Vikan orðaskifti 1 ið for«, at Ólavur W. Hegnesen viðger sending- ina »millum bylgjurnar«, har hann roynir at mis- tonkiliggera, at loypa ut í orð falskan vitnisburð um telefonsamreðuna, undirritaði hevði við S.J., og um åbyrgdarøkid hjá undirritaða í síni tíð sum landsstýrismaður. At slík skriving skal koma frá blaðmonnum, ið áttu at havt kent viðurskiftini betur, er sera hugstoytt og undir alt lágmark. At verja seg fyri slíkari skriv- ing tykist at vera torført, men eitt minsta mark må vera at blaðfólk kenna sína ábyrgd, at tey hava kunnleika um rættleikan í tí tey »servera« fram fyri almenningin. Í dag er ikki ilt at meta um hver umboðar »beista- gerðir< ella »fusarar« í før- oyska blaðheiminum, sambært Sosialinum sjålvum er >Vikan ið for« eitt gott dømi um hesi bæði hugtek. Lasse Klein Búð verður eina viku í smáttu við øllum hent- leikum á Hardanger Frítíðar- sentrinum í tí sera vakra Norðheims- sundi. HØVUDSVINNINGUR: Noregsferð fyri tvey við tveimum børnum og bili #7 Smyril Line, rir. 15900 J. Broncksgeta 37, Box 370 - 110 Tórshavn