Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Henrik Old, løgtingsmadur um Millumbylgjusendaran: Setið motorin $ Nr. 27 — 8. februar 1992 Í gongd og trupulleikin er loystur Hetta verður eisini bíligasta loysnin, sigur ting- maðurin -At gera eina iløgu, sum kostar 70 milliónir og ikki kunna brúka hana fult út, er bæði synd og skomm. Tí mugu vit fáa millum- bylgjusendaran at senda við fullari megi við so- kallaðu DCC orkuspari- skipanini. Hetta verður eisini nógv bíligari enn at nýta streymin frá SEV, nú motorurin longu stendur har. Hetta segði Henri Old, í samband við eitt uppskot frá Tjóðveldisflokkinum í samband við Millum- bylgjusendaran. Tjóðveld- isflokkurin hevur skotið upp, at peningurin verður játtaður soleiðis, at send- arin kann senda við fullari megi og at landsstýrið tekur upp samráðingar við SEV um at loysa orku- spurningin í samband við sendaran. Henrik Old helt fyri, at menn frammanundan áttu at gjørt sær greitt, at ein tílíkur sendarin kostar at reka. Skeivt at geva sendaranum menningarhjálp Jórgen Thomsen, formað- urin í Fíggjarneyndini helt tað vera betri at lata send- aranum eina eykajáttan Allir tingmenn eru samdir um, at millumbylgju- sendarin skal senda við fullari megi, men hvaðani pengarnir skulu koma, er ein annar spurningur. Tjóðveldisflokkurin skeyt upp, at ein millión verður tikin av jåttanini til menningarhjålp at nyta til rakstur av millumbylgjusendaranum, men tad vóru aðrir tingmenn ikki so glaðir fyri. Millum aðrir Lasse Klein, Jórgen Thomsen og Niels Pauli Danieslen. Niels P. Danielsen segði, at tað var skeivt at leggja eftir teimum veikastu sum veruliga hava hesa hjálp fyri neyðini. Hann segði, at peningin, vit seta av til menningarhjálp skal brúkast til neyðhjálp og at menna tilafturskomnu londini, og ikki til okkum sjálvi. Jørgen Thomsen, formaður í Figgjarnevndini helt fyri, at tað er einki óvaligt at Fíggjarnevndin gevur eykajáttan, so tað fór helst eisini at bera til í hesum førinum. -Ein motorur er í Akrar- byrgi at vera tókur tá SEV svíkur, og hví skulu vit so ikki bert lata hann koyra, spurdi Henrik Old. Ting- maðurin vísti á, at motor- urin kostar bert góð 40 oyru kilowattíman at reka. SEV kostar 1,39, so her eru pengar at spara, helt tingmaduri fyri og legði aftrat, at neyvan er neyð- ugt við manning hóast motorurin skal koyra alla tíðina. Hetta hevur eisini við sær, at vanliga el- skipanin ikki verður 6- rógvað av millumbylgju- sendaranum. -At gera eina 70 millióna stóra iløgu, og ikki nýta hana fult út, er bæði synd og skomm, sigur Henrik Old, løgtingsmabur Figgjarnevndin fer at vidgera møguleikan Hóast hesin møguleikin, sum Henrik Old mælti til, ikki verður nevndur í upp- skoti tjóðveldisfloksins, sum Fíggjarnevndin nú hevur fingið til viðgerðar, fer nevndin ivaleyst eisini at viðgera møguleikan, at lata motorin í Akrabyrgi veita millumbylgjusend- aranum streym. Jørgen Thomsen, for- maður í Figgjarnevndini sigur, at møguleikin eigur at verða kannaður nærri. Sjálvandi eigur tað, sum kemur fram í orðaskift- inum á tingid eisini at verða við í viðgerðini í Figgjarnevndini, hóast tað ikki er nevnt í einum uppskoti. Hvat Fíggjar- nevdin annars fer at skjóta upp sum loysn í samband við málið um millum- bylgjusendaran, sæst tá álitið kemur aftur úr nevndini Motorurin i Akrabyrgi stendur jú har, og hví so ikki brúka hann, sigur Henrik Old, løgtingsmadur tór.- Mynd: Sjónvarpið Arbeiðsmaður Sekt verður eftir røskum arbeiðsmanni at byrja 1. mars 1992. Skrivlig umsókn verður at senda til Vakstrarhúsið á Lofti, 370 Sandavágur. Vakstrarhúsið á Lofti Frá Havnar Arbeiðskvinnufelag Ársaðalfundurin verður á Hotel Hafnia leygardagin 22. febr., kl. 14 við hesi skrá: Frágreiðing frá farna árinum. Roknskapur til góðkenningar. Innkomin uppskot. . Val av formanni, 2 stjórnarlimum og 2 tiltakslimum. Stødutakan til uppsøgn av såttmål- anum. 6. Ymiskt. Uppskot til fundin mugu vera formann- inum i hendi seinast 7 dagar undan fundinum. Nevndin PP AA