Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1992síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 27 — 8. februar 1992 Willemoes Olsen 1916—1991 Willemoes Olsen, fiskimaður, Funningi, andaðist 23. november 1991, 75 ára gamal. Yngstur av 7 systkinum. Foreldur hansara vóru Jóan M agnus í Funningi og Gudrun, sum ættað var úr Skopun. Fjúrtan ára gamal fór Willemoes til skips við Gjár Sofusi, tað var í deyðsiglaratíðini og við deyðsiglara var Willemoes fletsu árini við slupp- ini »Signhild«, sum bróðurin Robert fordi. Seinni fór hann við enskum trolarum, »Acorna«, „Star of Wave« og „Bella Buchan« og eisini var hann við »Brimnes« og »Skålanes« til hann í 1948 fór á skiparaskúla. Undir krígnum royndu fáir trolarar undir Fer oyum. Ta einu ferðina við >Bella Buchan< vóru teir álopnir av týskum bumbuflogførum, teir lógu tá í Djúpunum og reinsaðu, men vóru ikki raktir Í fimtiárunum var Willemoes bestimaður við num<, sum Bernhard Hansen í Fugla- sildaveiðu norðanfyri og eisini var £ ldaveiðu við »Lunar Bow« »Mars« ds arum og eisini var hann tey yr 1 línibátum Selnni, I seksti- og sjeytiårunum, róði hann út í Grenlandi um sumrarnar, síðsta ferð hansara í Grenlandi er á sumri 1981. Bestu fiskiárini í Grenlandi vóru miðskeiðis í sekstiárunum — í 1973 fer fiskurin reiðiliga at minka har. Vetrarnar róði Willemoes út úr heimbygdini Funningi — vanliga avreiddu teir í Fuglafirði hjá Pidda og onkuntíð í Klaksvík — og so heimaftur til Funnings, tað vóru treytirnar tá. Willemoes á seinasta fari sínum. Á vári 1985 keypti hann saman við soninum Magnusi glasfipurbát, 29 fót. Við honum róði hann út øll árini, til báturin varð seldur á jólum 1990. Tá var eingin at taka eftir hann í Funningi — og heilsuni var reiðiliga farið at bila, tá var Willemoes farin um tey 73. Tá onkur helt fyri við Willemoes, at einsamallur átti hann ikki at farið við bátinum, var hann knappur at svara: »einsamallur — eg befali meg í Jesusar hendur — og nú fari eg«. Og so helt hann avstað. Vestur á Mel við snellu — á sumri mest við línu — ella út á Norðhavið. Undir krígnum og aftan á kríggið eisini fóru teir eystur á Hvannasund at dreggja eftir oðu — og komu teir ofta sekkladnir heim aftur við 7-manna- farinum. Øduna goymdu teir á sjónum, í sekkjum. Fast kræklingapláss var annars inni í Húsa- fjørðu. Vandaferðirnar vóru eisini. Ta einu ferðina Sig- fred, bróðurin og Willemoes vóru á útróðri, brast hann á av útnyrðingi; ikki kundi leggjast inn á Funningsfjørd, fyrr enn komið var suður á hálvan fjørdin — eingin hevði tå roknað við, at teir spurd- ust aftur. Døpur var eisini hendingin, ta ferðina Willemoes var við týska trolaranum »Hover«. Teir tóku upp manningina av týskum trolara, sum sigldi á sker uttanfyri Feroyingahavnina — eingin av manningini, 20 í tali, komu frá tí við lív- inum. Javnaðarmaður var Willemoes, stillari floksins bæði til logting og fólkating. 23. november 1991 legði Willemoes árarnar inn, 75 ára gamal. Feddur í Funningi 14. august 1916. Mona og Willemoes giftust 29. nov. 1941; nærum 50 ár hevdu tey livað í hjúnalag, 6 vóru bernini og eingin teirra varð búgvandi í Funningi. Deturnar, Veronika býr í Sveríki, Gudrun og Jórun í Danmark. Synirnir, Julian býr í Klaksvík, Síða 19 A brúnni a Nordafar, har hann le 70i upp mangan j 1 2 góðan fongin. Magnus í Hósvík og Kristian, sum er yngstur, býr í Havn. Vinsælur var Willemoes og fróur maður, kundi vera bersegin, men einki duldi hann. Dugdi væl at taka til og hittinorðaður. Heimsælur sum fáur nýtti Willemoes hverja stilla stund fáast kundi heima. Allastaðni, har hann hevði verið, heima sum úti, hevði hann gott orð á sær. Við skaldinum kunnu vit heilsa honum: Havið átti mín longsul og dreym, skjótt bar eg ár á borði; síðan lærdi eg at kenna streym at stýra og halda sneri. Síðan kom eg til útróðrar fyrstu ferð ein morgun, náttúran øll svav; tå lá fyri mær ein alføgur verð, eitt dragandi, endaleyst hav. Frið lýsa vit yvir minnið um Willemoes Olsen úr Funningi. Minningarorð um Mortan Miiller Tað vóru tung boð at hoyra, at Mortan var farin. Eitt tað fyrsta, ið eg legði til merkis, tá eg byrjaði at arbeiða á flogvellinum í 1972, var at serliga nógvir suðuroyingar ferðaðust um flogvellin. Hetta vóru serliga sjómenn, sum fyrst og fremst sigldu við norskum trolarum. Ikki var tað so sjáldan, serliga upp undir hegtíðirnar, at teir komu heim við leiguflog- fari, fyri síðani at fara avstað aftur aftan á hegtíðina. Tað var soleiðis, eg kom at kenna Mortan. Frá fyrsta degi av, tú kom á tal við hann, var tað sum tú hevði kent hann leingi. Altíð positivur og í góðum lag, bæði tá hann var á veg heim til konu og bern, eins og tá hann var á veg yvir aftur til yrki sítt. Eisini tá gav hann sær stundir til at tosa við ein og út frá hesum samreðum fekst tú eina greiða fatan, hví Mortan hevði starvast so leingi fyri sama felag. Tí sjálvt um tað fyrst og fremst vóru heimferðirnar og tann tíðin, hann hevði saman við familjuni, sum gleddu hann mest, so duldi hann ikki fyri hvussu væl honum dámdi sítt arbeiðspláss. Saknurin hjá starvsfeløgum og reiðaríi at hava mist henda vinsæla álitismann er stór- ur. Men allarsterstur er saknurin hjá tykk- um, sum eftir sita. Við djúpastu samkenslu. Frank Skótahúsið KAMBUR á Kambsdali Húsini eru væl itgjørd og vælegnað til legur og skeið við upp til 60 luttakarum Skúlar, barnagarðar, feløg og onnur, sum vilja leiga húsini, kunnu venda sær til skrivstovuna, tlf. 11075 KFUM-SKÓTARNIR I FOROYUM Tlf. 11075 - Hoydalsvegur 6 Postbox 1080 - 110 Tórshavn FSF