Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- sn — ty 1 } Pr . Nr. 28 — 11. februar 1992 tidindabladid pi. Fo I. deild kvinnur, VB-Neistin, 12-11 (7-5): VB skapti ensation VB: Margrith Augustinussen 4, Rigmor Djurhuus 3, Arn- leyð Krosslå 2, Sólrun Kross- lá 2, Eydis Kjærbo I Neistin: Svanna Hanusar dóttir 7, Marjun Christiansen 2, Rita Berg 1, Kára á Dungal Ávaringar: VB 2, Neistin Í Útvísingar: VB 4 Tá lið nordanfjørds skulu til Suðuroyar í sambandi við dystir, gremja tey seg ofta um, at tey nú skulu hendan langa veg at spæla, ti tað oftast er mikið lætt- ari at ferðast, tá talan er um megingkið norðanfyri So hava kanska Neista- kvinnurnar hugsað, tá tær sunnumorgunin fóru úr Havnini at spæla dyst í Vági móti VB. Fáur man tó hugsa um, at tað aloftast eru suðuroyarliðini, 18 mugu leggja nógv meira fyri, tí hjá teimum er talan ikki um bert ta einu ferð- ina norður um fjørð, men fleiri ferðir. Og serliga, tá tað sum í hondbóltinum, bert er tað eina suðuroyarliðið í 1. deild hjá kvinnunum. Men ein sannroynd er tó, at tað neyvan kann hava verið tann bera hug- móð hjá Neistanum, ið kostaði havnarliðnum bæði tey bæði stigini í dystinum og oddasessin í deildini, at liðið íkki kom til Suðuroyar fyrrenn sunnudagin. Skilagóðan taktikk Tað var heldur hinvegin ein frálíkur innsatsut frá heimaliðnum, ið skapti sígurin til VB. Tepur var hann — bert við tí eina mál- inum — men tað telur ein: nógv. VB-kvinnurnar spældu eftir stak skilagóðum takt- ikki, ið merkti góða og tætta uppdekking. Arnleyð Krosslá dekkaði eitt nú Svannu Hanusardóttir so væl, at hendan fullkomu- liga hvarv í dystinum. Bert tað eina málið av sjey hjá Svannu var >ordiligt<, meðan hini seks vóru uppá brotskast. So væl varð hon dekkað. Men hóast hetta, tóktust ikki hinar á Neista-liðnum at finna útav, at Svanna varð væl dekkað, tí tær hildu fram við at spæla uppá hana, men sjálvsagt uttan úrslit. Heldur ikki nyttaði hjá teimum at spæla til Mildr- ið Jacobsen úti á vong- inum, tí har dekkaði Eydis Kjærbo eins væl, so einki mál kom burturúr. Restin megnaði ikki at venda dystinum Tá hesa báðar á Neista- liðnum vórðu hildnar í skråvustikkuni, var ikki so nógv eftir at heinta á liðn- um hendan dagin, og tapið gjørdist ein sannroynd, allur tann føroyski hond- bóltsheimurin legði til merkis. Hinvegin royndi Neista- verjan eisini at gera sítt ítarsta, hóast tað langt frá altíð rakk nóg langt. Eitt nú varð Margrith August- inussen sera væl dekkað, men kortini fekk hon fýra 0 080 Síða 13 mál og gjørdist toppskjútti fyri VB. Eyðgerð Guttesen var í mál hjá Neistanum í fyrra hálvleiki, ið endaði 7-5 til VB, men varð í seinna hálvleiki skift út við Hel- enu Dam, ið stóð seg væl. Men kortini vann VB dystin, uttan at nakar ivi var lagdur eftir um, hvør hevði sigurin uppibornan. Munurin var annars ikki so stórur — burtursæð frå tí taktiska. Í málum vóru liðini alla tíðina tøtt, og tað var bert i hålvleikinum, at meira enn tað eina málið var á muni. — | Eftir hetta sensationella úrslit hjá VB, er stóðan í | toppinum nú meinlík | henni í fjør, tá eisini VB vann á Neistanum, so Skála harvið fekk neyðuga fyrimunin í stigum. So nógv líkist, at sigurin til VB á Neistanum hesaferð gav i. deild nýtt oddalid: Skåla. við. hj. - seg] Tre van O.snev omDer ISB-stevna fyri brekad Leygardagin 28. mars skipar Ítróttarsamband fyri Brekað fyri stevnu í Iwóttarhgllini á Hálsi. Endamálið við hesi stevnu er at savna sam- an so mong sum gjør- ligt úr llum landinum til eitt tiltak við ymsum ítrótti á skránni. Tað er ókeypis at | vera við á stevnuni, og | gl brekað kunnu vera Í | Byrjað verður kl. 10 fyrrapartin, og verður so hildið fram til út á seinnapartin kl. 16. Frá kl. 12 ul 13 er steðgur, har møguleiki er at fáa hj. sær ein bita. ítróttur Tær ítróttargreinarn- ar, ið vera við, eru ym- isk b6ltspøl, rullubretti borðtennis og boccia. Ætlanin er so at enda dagin við einum borð- haldi, har allir luttakar- arnir kunnu hugna sær saman. Tey, ið standa fyri at fyrireika ítróttarstevn- una, eru annars at hitta í ÍSF-húsinum á tlf. 12606 hvert tyskvøld frå kl. 19 til 21, um onkur skuldi havt onkr- ar spurningar i sam- bandi vid stevnuna ella annað. VÍF basti Neistanum VÍF-Neistin 23-22 (13-14) VÍF: Hjalmar Klein Olsen 7, Ingi Olsen 7, Jóan Pauli Olsen 4, Harald Bjørgvin 2, Sjúrður Holm 2, Rógvi Nielsen 1, Jógvan E. Nielsen 1 Neistin: Uni Wardum 7, Jón Hansen 5, Sámal Hansen 4, Eyðun Jensen 3, Jógvan Djurhuus 1, Bjarki Ellefsen 1 Ávaringar: VÍF 3, Neistin 3 Útvísingar: VÍF 1, Neistin 3 Dómarar: Birgir Sondum, Andreas F. Hansen Áskoðarar: Uml. 200 Leygardagin fekk Neistin at kenna, at tað eisini kann vera kalt á toppinum. Síðani dystin móti Kyndli fyri góðum tveimum vikum síðani, ið Neistin vann, so odda- sessurin varð vísur, hevur Neistin havt viðgongd, samstundis sum liðið hevur verið nummar eitt í fóroyskum manshond- bólti. Men leygardagin punkteraðu vestmenn- ingar oddasessin við at vinna við einum máli á Neistanum. Dysturin, ið varð spældur í Vestmanna, kundi fara báðar vegir, men við einum styrktum liði — Hjalmar Klein Olsen var við — eydnaðist heimaliðnum at draga tað longra stráið og harvið vinna. Sum sagt var dysturin javnur, og var bert ta einu ferðina meira enn eitt mál á muni millum liðini í fyrra hálvleiki, ið Neistin vann 13-14. Men beinanvegin frá byrjan í seinna hálvleiki sást, at vestmenningar vildu tað gðrvísi, og í einum háli vóru teir komnir framum afur Neistan, ið síðstu 20 minutt- imar var aftanfyri — bæði við tveimum og trimum málum. Við hesum sigrinum kom VÍF upp á síðuna av Neistanum, so bæði tvey nú hava tvey stig. Men annað úrslit í ovara bólki gav tó Kyndli leiðsluna í deildini, so í løtuni er tað dysturin um annað og triðja plássið, ið stendur millum Neistan og VÍF, sum sær út til at hava fingið nógv ting upp á pláss, so spælið glíður betri og eitt nú álopini gerast vandamiklari. bj.