mikudagur 12. februar 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 29 — 12. februar 1992
Andrias Reinert, fiskifróðingur
Vit kunnu ala góð
Síða 5
Dreingja-/Gentusukkla
Black Hawk — Explorer ella onnur, ið hóska
vinnandi gentuni/dreinginum.
BH- og Expl.-dømi:
2", 2 felgubremsur
og 6 gear
JOHN W. THOMSEN 5
Box 10 - 700 Klaksvik - Tlf. 55858 & 55256
KRUPS
Espresso 963 |
Kaffimaskinur
Røttu maskinurnar til
skjóta espresso og
cappuccino
kaffigerð.
LH] Køksmiøstødin
Dótturfelag hjá Jákup á Dul
Pf. Koksmiðstoðin, Á Hálsi. P.O Box 1, FR-110 Tórshavn
Tlf. (4298) 14949, Fax (4298) 11330
12.000 tons
--Verandi aliøkir í Fóroyum bera ikki meir enn hesa nøgd. Tað
er betri at ala 10.000 tons av fyrsta flokks fiski enn 18.000 tons
av annan flokks fiski, sigur hann
Fiskifrødingarnir á ali-
tinginum friggjadagin
vóru ikki heilt samdir um
hvussu nógvan fisk vit
kunnu ala í Føroyum. I
fjór aldu vit 15.000 tons
og hetta metir Andrias
Reinert vera í meira lagi.
--Eg haldi, at sum stødan
er í løtuni á verandi ali-
stóðum, so er ikki ráðiligt
at ala meir enn góð 12.000
tons, sigur Andrias Rein-
ert.
—Vit hava góðar fyri-
Atli Gregersen, fiskifróðingur:
Kunnu ala 30.000
treytir fyri at ala í
Føroyum. Her er reint
hav. Men vit mugu ala
innan teir karmar, sum
okkara umhvørvi tolir,
sigur Andrias Reinert.
--Vit hava sæð seinastu
tíðina hvussu vinnan hev--
ur verið plágað av sjúkum
og lús. Hetta er tekin um,
at verandi alistóð eru
ovbyrjadi. Alingin gongur
væl tey fyrstu árini, men
so klárar umhvørvi ikki
meir, og tá koma sjúk-
urnar. Vit hava ikki nakað
tekniskt sum hjálpir einum
troyttum aligkið, tað
einasta vit kunnu gera er
at steðga alingini eina tíð,
soleiðis, at økid kann
mennast aftur, sigur And-
rias Reinert.
--Eitt aligkið eldist og
fiskurin mistrívist. Vit vita
ikki hví. men verður flutt
á ein nýggjan fjørð, so fer
fiskurin aftur at trívast,
sigur Andrias Reinert.
—I løtuni ber føroyska
aligkið ikki meir enn
ådurnevndu 12.000 tons.
Og eg haldi, at tad er betri
fyri búskapin, at framleiða
eini 10-12.000 tons av
fyrsta flokks fiski enn at
ala eini 18.000 tons av
annam flokks fiski.
jústinus
| tons í Førovum
--Vit hava als ikki alt á økjum við góðari vatnútskifting og tað
eru nógvir ótroyttir møguleikar, sigur hann
Atli Gregersen, fiski-
frødingur og alari, er
rúkandi ósamdur við
Andrias. Reinert um
hvussu nógv kann alast í
Føroyum.
--Hava vit møguleikan at
ala eini 30.000 tons, so er
tað synd bert at ala tað,
sum Andrias Reinert
mælir til. Andrias byggir
eisini sína meting á eina
kanning, sum er gjørd í
Noregi um hvat eitt aligki
tolir og eg haldi ikki, at vit
kunnu samanbera okkum
við norðmenn, sigur Atli
Gregersen.
—Vit hava enn als ikki
roynt at ala á økjum. sum
Gislaved
NORDx+xFROST
|[pt. wenzel petersen, tlf. 13873
liggja tætt vid streyma-
sjógv, har vatnútskiftingin
er góð. Eg haldi als ikki at
vit kunnu tosa um hvussu
strórt eitt økid skal verða
til eitt alibrúk, tá vit eru
úti á streymasjógvi. Tá fáa
vit eitt nýtt økid hvønn
tíma við rákinum, sigur
Atli Gregersen.
--Og tað vísir seg eisini,
at tey fáu alibrúk, sum
liggja við streymasjógv,
tey hava nógv færri
trupuleikar av lús og
sjúku, sigur Atli Greg-
ersen.
-Eg haldi, at ongin
orsøk er at stúra. Vit eiga
aliøkir i Føroyum, sum
bera eini 30.000 tons, og
vit skulu útnytta hesi, sig-
ur hann.
jústinus