Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ljósmyndari Åbyrgdarbiadstjåri: Jan Múller s Fyritaksstjåri: Krisjan Dahl Kalmar Lindenskov Jústínus Eidesgaard Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosiafurin Prent: P/f Pressan 1981 | Telefon | Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoge 76 Argir 110 Tórshavn 11820 Teletax 14720 Ein glotti LEYGARDAGIN kom tyski trolarin Cuxhaven å Havnina við fullari last av góðum fiski. Henda lastin varð løgd upp á Bacalao. Hetta er vónandi bert fyrsta »vitjanin« av hes- um slagi, tí allur fiskur — líka mikið hvaðani hann kemur — er kærkomin hjá okkara svongu flakavirkjum. TAÐ hevur hent áður, at skip úr øðrum londum hava avreitt til okkara flakavirki, men henda landingin boðar frá heilt nýggjum — og góðum. EF-skip, sum fiska í Gren- landi, hava higartil avreitt í Hull og Grimsby, tí tey tá hava spart umleið 3 daga sigl- ingstíð við ikki at fara heim við fiskinum. Nú hava eitt nú tysk reidari uppdagad, at tey vid at landa i Føroyum kunnu spara upp i eina viku í sigl- ingstíð. Er prísurin í Føroyum í lagi, so hava tey stóran á- huga fyri at leggja fiskin upp her. HETTA kemur væl við hjá okkara flakavirkjum, men spurningurin er so, um vit hava ráð til at vera við í teirri hørðu kappingini, sum uttan iva fer at verða um fiskin í næstum. Onkur vil tá spyrja, um vit hava ráð til at lata vera. Vit ivast onga løtu í, at hetta er ein skilagóð leið, og tað er at vóna, at fleiri av okk- ara fiskavirkjum fara at keypa fisk frá EF-skipum. Nú er upp til teirra og okkara sølufeløg at fylgja upp hesum fyrsta initiativinum frá Før- oya Fiskasølu og Bacalao. Fara virki og sølufeløg at fåa fleiri slikar avtalur i lag, so kunnu vit bert sanna, at tað gongur tann rætta vegin. EIN orsøkin til, at tað kann loysa seg at taka ímóti frá EF- skipum, er nýggja avtala okk- ara við EF. Við henni er brád- liga 3. landsfiskur komin und- ir høgan toll, meðan allur fisk- ur, sum verður veiddur av før- oyskum skipum og og her er pointið: fiskur, sum vit keypa frá skipum, sum hoyra heima í EF-londum, sleppur tollfríur inn á EF-marknaðin. Dimma og upp- bodssøla Dimmalætting ger i odda- grein í vikuni nógv burtur úr uppbodssøluni. Blaðið heldur hesa skipan vera ent gott tiltak. M.a. skrivar blaðið: Eigarum og manning- um hevur hetta eisini hig- artil hjálpt til at betra um eina annars í mongum før- um torvunna inntøku, og tað skal vera teimum væl unt Men blaðið setir tó eis- ini spurnateking við hesa skipan. "$purningurin er kort- ini, um henda uppboðs- skipan nú í longdini er so gagnlig føroyska samfelagid, sum hon verd- fyri ur gjørd ul og kanska i fyrstu atløgu sær út til at vera, ella er hon sum stokkuti hitin hjá kellingini á sinni?" spyr oddagreinskrivarin í málgagni sambandsfloksins. Og her nemur blaðið við ein sera týdningar- miklan spurning í uppboð- søluni. Nevniliga um virk- im fyrr at fåa fisk bjóða so høgar og Ørealistiskar prísir, at Hud og einki verður eftir í teirra part, tá lidna veran verður seld Fáur man ivast i, at uppboðsskipanin er ein av gongdu og røttu leiðunum Skulu vit sleppa burtur úr verandi studningsskipan. Og tað er greitt, at slík kollvelting sum uppboðs- sela í veruleikanum er her á landi, so vil hon hava byrjunarbrek og -trupul- leikar. Og hetta at virkini kunnu bjóða so høgan prís, at hann als einki hevur við veruliga marknaðarprís at gera er ein av hesum trupulleikum. Tað kann ikki vera rætt, at virki leggja sektina á skiftis- avlop og figgjarstødu hjá virkinum bara fyri at fáa meira fisk. Tað ger so, at tey virki, sum bjóða reali- tetsprís, tvs. sum ikki fer undir tilverumark, sita efur við sviðið sod eila verða tvungin at fylgja við og harvið gjalda ein yvir- prís. i Hetta dugir einhver at síggja, kann ikki vera rætt. Men spurningurin er tá Tað er tí greitt, at vit við at keypa fisk frá EF-skipum og viðgera hann í Føroyum, kunnu selja hann á EF-markn- aðinum uttan toll. SO kann ein spyrja, hví vit ikki gjørdu mera av at keypa fisk frá EF-skipum, áðrenn EF- avtalan kom í gildi 1. januar. Hetta hevði sjálvandi verið gjørligt, og tað varð eisini gjørt í ávísan mun, men tå kom so tann tágaldandi toll- urin eisini at galda fyri EF- fiskin. Nú sleppa vit heilt und- an hesum tolli. NÚ fiskinggdirnar, okkara egnu skip leggja upp, eru minkaðar støðugt, hevur tað sera stóran týdning at fáa fisk aðrastaðni frá. Nøkur år herfyri fóru menn so undir at keypa fisk úr øðrum londum og eitt nú eisini londum utt- anfyri EF. Men tá avtalan við EF kom í gildi í ár varð tað automatiskt lagdur sertollur á henda fiskin. Tí er hetta at keypa fisk frá londum og skipum uttan fyri EF ikki eins attraktivt longur. Men her inn í. myndina, sum bæði kærkom- in og sum nakað sera virðis- mikið fyri okkara fiskiídnað. kemur so EF-fiskurin MEN ikki nóg mikið við ti. Tað hevur nevniliga eisini sera nógv at siga, nú vit hava gjørt avtalu við EF, sum legg- ur loft á tær góðskaðu vørur- nar, at vit sum skjótast røkka hesum lofti. Og hetta kunnu vit bert um vit fáa nóg mikið av góðum fiski, sum virkini so góðska til lidugvøru og selja á EF-marknaðinum. Tað stendur nevniliga í okkara EF- avtalu, at tå umrødda loft av lidugvørum er rokkið, so skulu vit hava møguleika at samráðast við EF av nýggjum um at broyta hetta loftið. LANDSSTÝRISMAÐURIN Ii fiskiidnadarmålum fegnast í blaðnum í dag um tiltakið og vónar, at hetta bert er byrjan- in. Hann vónar, at okkara fiskavirki og sølufeløg fara at troyta henda møguleikan til fulnar. Hetta er i hvussu er ein glotti i ti myrkri, sum ann- ars rædur her å landi i løtuni. hvussu hetta f heila takid ber ul. Ein skuldi trúð, at eitt virki, sum stendur illa í tí, als ikki hevur råd til at lata yvirpris fyri fiskin, ti tá fer tað bara skjótari á heysin. Ella hvussu virkar alt hetta kundi verið spurt Hver er tað, sum figgjar slíkan yvirprís! Tað kann so ikki vera meiningin við uppbodssøluni, at hon skal halda virki gangandi, sum tær grunleggjandi búskap- arligu mekanismurnar - treytirnar - ur gildi. So vil onkur siga, at hesi virki tå fara enn skjótari á heysin og tá kann tað vera gott tað sama. Men er tað so! "Lítið er vunnið, um virki ikki orka meira og liggja eftirá, tí tey hava overvad seg í kappbjóð- ingini“ skrivar Dimma- lættingin. Blaðið heldur fyri, at ráfiskabýtið, sum undan- farna landsstýrið kom við hevði havt betri ávirkan enn verandi "eydnuspæl- skipan". Hvussu og ikki so eiga vinnulívsfólk og poltikarar gjølla at fylgja við uppboðssoluni. Umrøddu brek mugu rættast soleiðis at vit fáa eina skipan, sum ikki er kunsug og veruleikafjar. Ein annar vansi við skipanini er, tá virki keypa upp fisk ul at flyta óvið- gjørdan av landinum. Hetta kann heldur ikki vera meiningin, tí tá verð- ur einki arbeiði í land- inum, og tað var so ikki endamálið við umrøddu skipan. Vónandi tekur landsstýrið hesum spurn- ingar til viðgerðar og ajourførir skipanina, so hon er bæði sunn og góð fyri vinnuna og landið. a Á Ringið! - og vit skriva (11820 Frå Havnar Arbeidskvinnufelag Årsadalfundurin verður á Hotel Hafnia leygardagin 22. febr., kl. 14 við hesi skrá: Frágreiðing frá farna árinum. Roknskapur til góðkenningar. Innkomin uppskot. Val av formanni, 2 stjórnarlimum og 2 tiltakslimum. Stødutakan til uppsøgn av sáttmál- anum. 6. Ymiskt. Uppskot til fundin mugu vera formann- inum i hendi seinast 7 dagar undan fundinum. Nevndin