Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. februar 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vit mugu keypa okkara egna fisk! UN SONAR DE GM | E |; £ | | i E VERA Nr. 31 — 14. februar 1992 Síða 5 Jens Kannuberg, stjóri á Lynfrost í Runavík: At landsstýrið hevur gjørt av, at tridjahvør fiskalast skal verda seld um ta al- mennu uppboðssgluna, er nakað, ikki øll virkini eru so glað fyri, og als ikki tey virki, ið sjálv hava týðandi leiklut í eigaravidurskift- unum av skipunum, ið vanliga hava landað hjá teimum. Eitt av teimum virkj- unum, ið tí noyðist at fáa sær fatur á fiskinum frá sínum egnu skipum á heilt annan hátt, enn vanliga hevur verið gjørt, nevni- liga við at kappast við onnur um hann. er flakavirkið Lynfrost í Runavík: »Av ti at tridjahvør last skal verða seld á uppboðs- søluni, noyðast vit út at bjóða um kapp við onnur virki um fiskin, okkara egnu skip fiska,« sígur Jens Kannuberg, stjóri á Lynfrost. >Hetta hevur við sær, at fiskurin verður nógv dýrari, enn hann ann- ars vildi verið.< Dýrari at keypa Lynfrost hevur annars frammanundan fast fingið fisk frá teimum trimum trolarapørunum, ið hoyra Ford Escort 1,6 LX 5 ára gamal, koyrt 48.000 km, í góðum standi — til sølu. TIf. 73337 heima har — Jaspis og Ametyst, Sardis og Topas, Smaragd og Vónini — um- framt Kúrberg, men nú noyðist virki at keypa fiskin í kapping við onnur. Sum dómi um hetta kann nevnast, at trolararn ir Ametyst og Jaspis herfyri seldu á uppboðs- søluni, og at Ametyst seldi last sina til Hvannasund Fiskavirki fyri 7,52 krónur fyri kiloið, meðan Lyn- frost keypti fiskin frå Jaspis fyri 5,50 krónur fyri kiloið. Nú hava trolararnir so aftur verið og selt, og meðan tað hesaferð er Ametyst, ið selur beinleið- is til Lynfrost fyri 5,50 krónur fyri kiloið, noyðist Lynfrost at kappast við onnur virki um fiskin hjá Jaspis, ið virkið at enda mátti lata fyri ein kiloprís uppi á 7,77. Jens Kannuberg, stjóri á Lynfrost í Runavík: >Nú tridjahvør last skal um uppboðssól- una, noyðast vit at kappbjóða við aðrar um fiskin hjá okkum sjálvum, og verður tað tískil eisini dýrari hjá okkum at keypa fisk frá okkara egnu skipum.“ Mynd: Diml./Hilmar Jan Mugu hava fisk »Men hóast fiskurin á hendan hátt fyri okkara viðkomandi verður dýrari, so hava vit ikki aðra loysn enn at keypa kortini, tí virkið skal hava sítt undir øllum umstødum, skal tað kunna bera seg,< sigur Jens Kannuberg. >Kanska tíðin tó fer at vísa, at aðrar loysnir kunnu finnast, so vit mugu bara síggja tíðina ann, hvussu alt fer at laga seg.« Annars letur stjórin á Lunfrost einki serligt at fiskiskapinum higartil í ár: »Ein hevði hálvavegna roknað við, at bátarnir fóru at fáa meira fisk, eftir at verkbannið fór úr gildið, og fiskurin hevði fingið frið so leingi, men so hevur ikki verið. Síðani farið varð útaftur, hevur verið stak smáligt við fiskaríið,< heldur hann. >Men kortini kunnu vit vóna, at tað fer at gangast betur, nú várið er komið, og veðrið verður betri.< hj. Stovna pensionista- felag í Skála sókn Leygarkvøldiød kl. 19 verður stovnandi fundur Hesi seinnu árini hevur verið rættiliga stórt virk- semi innan arbeiði fyri pensionistar og onnur, ið eitt drúgt lív hava tænt samfelagnum. Hetta hevur millum annað ført við sær, at fleiri pensionistafelgg eru sett á stovn kring land- ið. Leygarkvøldid verður so enn eitt slíkt felag sett á stovn. Tað eru nakrir pen- sionistar í Skála sókn, ið hava tikið seg saman við tí í ætlanum at seta eitt pen- sionistafelag á stovn í Skála sókn. >Vit hava í eina tíð arb- eitt við hesum, og nú eru fyrireikingarnar komnar so mikið áleiðis, at vit leygar- kvøldið kunnu hava stovn- andi fund í Losjuni á Skála,< sigur ein av fyri- reikarunum við Sosialin. »Å hesum fundi skulu vit hava eina nevnd valda, og eisini skulu reglur gerast, ið felagið skal virka eftir, umframt at óivað mangt annað er, ið fáast skal upp á plåss.« Endamálið við felagnum verður fyrst og fremst at skipa fyri ymsum fundum og hugnaløtum, har ymist kann vera á skránni. Høv- uðstankin aftanfyri er, at fólk kunnu koma saman at hugna sær, eitt nú eina ferð um vikuna. „Felagið er pensionista- felag, so tí er tað fyrst og fremst grundað á limirnar, ið eru yvir 60 ár, men samstundis eigur eisini at vera pláss fyri øðrum, eitt nú einkjum, einkjumonn- Pensionistar í Skála sókn — umfatandi bygd- irnar Skála og Skála- botn (á myndini) — kunnu leygarkvøldid kl.19 á fundi í Losjuni á Skála vera við til at stovna nýtt pension- istafelag, sum framyvir fer at skipa fyri fundum og hugnaløtum av yms- um slag. Mynd: Kalmar um, einsamøllum, rørslu- tarnaðum og gðrum,< sigur fyrireikarin, vit hava tosað við. >Tað, sum umráðandi er hjá okkum, er nú frá byrjan av at fáa so mong við sum gjørligt, og tí rokna vit eisini við, um vit eitt nú sammeta við ta undirtøku slík feløg BIL FRÁ WENZEL, tíverri! ||pt- wenzel petersen, tif. 13873 | MES EG KEYPTI | IKKI BRÚKTAN hava fingið aðrastaðni.< Hvussu undirtgkan verður, hvussu felagið skal eita og ymist annað, kunnu pensinonistar í Skála sókn finna útav, um teir møta upp í Losjuni á Skála leygarkvgldið kl. 19 á stovnandi fundinum.