Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. februar 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Stuðlar fiska- - virkjum | ummas Arabo, stýrismaður er væl nøgdur við framgongdina í góðskingini Landsstýrið heldur tað framvegis vera skilagott at stuðla vørumenning á føroysku fiskavirkjunum, og at | hesi keypa fisk frå útlondum ul virkinga i Føroyum Tummas Arabo, landsstyrrismadur hevur ti lagt uppskot á ting um al landsstýrið heldur | fram at veita hendan | studning. Hesin stuðul hevur verið latin í fjør, og so mikið væl hevur vignast, millum annað takkað verið hesum stuðli, at landsstýrismaðurin vil framleingja stuðulin. Sísta vár samtykti løgtingid at veita 33 prosent í stuðli til íløgur í samband við umlegging av fram- leiðsluni til góðsking av fiskavørum. Nú verður skotið upp, at veitast kann upp í 40 prosent í stuðuli. Við góðskingini av verum hevur gingist sera væl. Í 1990 vóru framleidd 2.000 tons av lidnaru veru, og í fjór millum 6 og 7.000 tons. Roknað verður við, at koma upp á millum 10 og 12.000 tons komandi ár. Landskassin var í fjør við til at fíggja keyp av umleið 5.000 tonsum av fiski úr útlondum. Royndirnar at tilvirka hendan fiskin eydnaðust sera væl hjá nøkrum virkjum og minni væl hjá øðrum. Sum heild heldur landsstýris- maðurin, at royndin hevur verið positiv landsbúskaparliga. tór.- Nr. 31 — 14. februar 1992 Felagslærararáðið skrivar til løgting og landsstýrið: Eysturskúli +Maskinskuli =Eingin skúli sigur felagslærararáðið við kommununalu skúlarnar í Havn. Sum vil vera vid, at sambyggingin verður nærum eins dýr og at byggja nýggjan Maskinskúla Felagslærararáðið við kommununalu skúlarnar í Havn ger i skrivið til løg- tingið ungmenn og lands- stýrismenn greitt, at ein sambygging millum Eyst- urskúlan og Maskinskúlan er ein sera vánalig loysn. Í skrivinum verður millum annað sagt, at verður sam- bygt, verður Maskinskúlin eingin skúli, sum maskin- Skúlamenn sjålvir hava víst á. Haraftrat verður tann parturin, sum eftir verður av Eysturskúlanum heldur eingin skúli. Felagslærararáðið vísir á nøkur tel, tey hava fingið ul vega. Hesi vísa, at 4,5 milliónir eru longu brúktar Latið Eysturskúlan fáa frið, sigur Felagslærararáðið, sum vísir á, at tað fer heldur ikki at loysa seg í pengum at byggja Maskinskúlan upp í Eysturskúlan Mynd: Kalmar Á at projektera nýggjan Maskinskúla. Síðani skulu 12 milliónir rindast fyri partin av Eysturskúlanum, umbygging fyri 5 milliónir og maskinhøll fyri 15. Samanlagt kostar sam- byggingin, sambært tølini frå Lærararáðnum, 36,5 milliónir í mun til tær 39 milliónirnar, nýggjur maskinskúli er ætlaður at kosta. Og hetta heldur ráðið ikki vera skilagott. Skúlin til børnini I skrivinum til tingid ger Felagslærararáðið vart við, at kommununalpolitikarar mangan hava tikið til, at skulin eigur at koma til børnini. Hinvegin setur Felagslærararådid spur- ningin hvi børnini ikki kunnu koma til skúlan. Vist verdur å, at av Norðasta Horni og heim á Venjingarskúlan eru ikki fleiri enn 3,7 kilometrar, og er hetta longsta strekkið til nakran skúla í Havn. Ráðið ber hetta saman við hvussu er aðrastaðni og vísir á, at eitt nú í Runavík koyra børn i fyrsta flokki meira enn fimm kilometrar í skúla. Aðrastaðir í Føroyum koyra tey nógv longri. Lítið val Felagslærararáðið heldur ikki, at Eysturskúlin er ov stórur. Skúlin er rúmligur, og gevur hetta góðar um- støður í undirvisingini, men verða einar 15 skúla- stovur tiknar av til Maskinskúlan verður ikki verandi har longur. At gera Eysturskúlan tví- sporaðan fer at ganga út yvir vallærugreinirnar. Tá fáa fleiri verkligar vallæru- greinir ongan møguleika, sigur Felagslærararáðið í skrivinum til ting- og landsstyrismenn. tór.- Tórshavnar Kommuna heyði sín fulla rætt at stuðla keypinum av Skálafjalli. Mynd: Kalmar Í lagi at Havnin stuðlaði keypinum Hevdi Tórshavnar Kommuna tókan pening í grunni, heyði hon onga orsøk fyri at spyrja landsstýrið um loyvi at seta pengar í Skálafjall Skal ein kommunu taka lán til at veita veðhald fyri lánum ella at átaka sær regluligar veitingar, sum kommunan ikki hevur skyldu til, krevst loyvi frå landsstýrinum. Hevur komunan hinvegin tøkan pening, er ikki neyðugt at spyrja landsstýrið fyrst. Hetta er nidurstødan í svarinum frá Jógvani Sundstein, fíggjarmálaráðharra til løgtingsmannin Niels Paula Danielsen sum spurdi, um vid hvørjari heimild kommunur hava hava at seta pengar i skip og vinnufyritøkur. Herfyri settu tingmenn spurnartekin um Tórshavnar Kommuna hevði loyvi til at seta pengar í fyritøkuna, sum keypti Skálafjall. Løgtingsmadurin Niels P. Danielsen helt ikki, at Tórshavnr Kommuna hevdi loyvi til tess, og Setti tí fíggjarmálaráðharranum fyrispurningin. Hesin er nú svaraður, og sum skilst hevur Tórs- havnar Kommuna einki skeivt gjørt við at lata Skålafjalli tvær milliónir úr fløgrunni kommunurnar. Annars viðmerkti Jógvan Sundstein eisini í svari sínum, og hansara fatan er tó, at kommunur ikki eiga at luttaka í vinnulívinum. Hann upplýsti, at lands- stýrið arbeiðir eisini við hesum spurninginum í samband við nýggjari skipan av ábyrgdargkjum hjá kommunum. tór.-