Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A: Nr. 32 — 15. februar 1992 Bustibindarar Blindastovnurin er farin undir nýtt tiltak. Blind læra at gera bustir og hesar skulu seljast í handlunum í kapping við útlendskar, sigur fyristóðumaðurin Jákup Danielsen Á Blindastovninum ar- beiða í hesum triggir blindir mans við at binda bustir. Teir gera alt slag av bustum uppvaskibustum, skrubbum o.s.v Thorstein Johannesen, sum seinastu 36 árini hevur fingist við at binda , Eitt nýtt arbeiði fyri blind. Mynd: kalmar bustir, leggur teimum lag á. Hann er føroyingur, men hevur búð í Danmark meginpartin av síni lívs- ævi. Thorstein er eisini blindur, og hildið verður, at tað er ein fyrimunur, at ein blindur lærir ein blindan. --Bustirnar verða hond- bundnar og talan er um kvalitetsvørur. Tær eru antin úr træ ella plastikk og sjálv bustin er úr hestahári. Hetta er fyrstu ferð í nýggjari tíð, at bustir verða bundnar í Føroyum. Í fimtiårunum skipaði Karolina Petersen fyri bustibinding innan ALV, sígur Jákup Danielsen. Hetta er onnur vikan, at teir triggir blindu læra seg at binda bustir. Teir skulu verða á stovninum ein mánað og so er ætlanin, at teir skulu gera arbeiðið heima, sigur Jákup Danielsen. Ískoyti til pensiónina --Teir blindu fáa eina ávísa upphædd fyri hvort holið teir binda í bustini. Talan er ikki um stórar upphæddir, teir klára ikki at halda tímalgnina, men lónin er roknad sum eitt ískoyti til pensiónina, sigur Jákup Danielsen. Vit vóna, at vit fara at verða kappingarførir í prísi. Men eitt kunnu vit garantera, góðskan verður góð á teimum vørum vit lata, sigur Jákup Daniel- sen. Verkstaður og dagtilhald Tað mesta vit hoyra um blindahúsið er tá lýst verð- Síða 11 Thorstein høgru megin leggur lag á. Mynd: Kalmar ur til bingo veitslur og brúdleyp. Men mangt annað hendir eisini í húsinum -Hvørja viki veva einar 10 kvinnur í húsinum. Hetta eru kvinnur, sum ikki eri heilt blindar, men síggja illa. Vit hava eisini ætlanir um at gera eitt snikkaraverkstað. Tó fara vit ikki at kappast við verandi snikkaraverkstød í landinum. Vit ætla at fara at gera nøkrar serligar lutir, sum ikki finnast á marknaðinum jústinus 40 ára gomul toftakvinna heppin Brákaði mjødnina Um níggju tíðina hósmorgunin hendi eitt álvarsligt ferðsluóhapp í Runavík, sum lættliga kundi endað í eini van- lagnu, um ikki hepni var uppí. Ein 40 ára gomul kvinna av Toftum kom koyrandi inn eftir Rókavegnum. Tá hon skuldi snara av inná parkeringsplássið við Skúlan í Runavík, varn- aðist hon ikki at tað var hált. Hon misti tamar- haldið á bilinum, hann slongdist og bognaði vink- ulrætt um ein elsteyra í tí síðuni kvinnan sat. Vakthavandi á politi- stødini í Runavík sigur, at tað eydnaðist kvinnuni at tveita yvirpartin innfrå, tá bilurin rakti steyran. Hevði hon ikki gjørt hetta, 80 er ilt at vita-hvat hevði hent við høvdi og kroppi. Kvinnan var flutt á landsjúkrahúsið og á mid- degi í gjár hevði hon tað gott. Læknarnir hava stað- fest, at hon hevur brákað mjødnina. Annars er einki hent. Ein maður og ein smádrongur vóru eisini í bilinum., men teir fingu ongan skaða. Vakthavandi á politi- stødini í Runavík sigur, at hálkan við skúlan í Runa- vík er eitt løgid fyribrigdi. Sjálvt um tått er báðu megin við, so er ofta hált júst á hesum stað. Og tí kemur tað ofta óvart á fólk. Tað eru fleiri gitingar um hví hendan hálkan fyrikemur. Ein forkláring er, at her metast Skála- fjørðurin og Toftavatn. Og at slavtokan frá Toftavatni ger svartakálk á vegnum. Eitt hugskot til politiið var at sett ávarigarskeltir upp. jústinus ——— — Pride avloysir Trónda Komandi mánadag verður strandfaraskip- ið Tróndur tíkin úr sandoyarsiglingini. Hann skal til um- vælingar á skipasmið- ju. I meðan fer Pride at røkja siglingina. Hann tekur tó ikki bilar og ti fer Teistin komandi mikudag ein túr til Sands. Tróndur verður væntandi tíkin aftur í sigling fríggjadagin. jústinus