leygardagur 15. februar 1992síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
%
FH
i
Nr. 32 — 15. februar 1992
Síða 19
-Vit mugu enduskoda '"“
Búskaparliga stóða Føroya ger, at neyðugt er at
enduskoða okkara verandi og úttalaða vinnulívs-
politikk við tí fyri eyga at tryggja okkum, at vit
fáa eitt sterkt og kappingarfórt vinnulív, uttan at
gongdin fram móti hesum máli setir veikar bólk-
ar og einstaklingar í stóðu, tey ikki orka at vera.
M.a. hetta skrivar Tummas Arabo, lands-
stýrismaður í hesum fyrsta partinum av eini
greinaróð um "vinnulívspolitikk", sum byrjar í
Sosialinum í dag.
Nå vit tala um vinnulivs-
politikk, hugsa vit oftast
um tann politikk, ið ein
sitandi stjórn ella eitt sit-
andi landsstýri boðar frá
sum sín vinnulívspolitikk.
Feroyskur vinnulívs-
politikkur í hesari merk-
ing er tí eins og vinnulívs-
politikkur í øørum londum
merktur av samanbland-
ing og vinnulívssjónar-
miðum, ið einsteku polit-
isku flokkarnir, ið mynda
ting og stjórn, hava, og av
teimum vinnulívstrupul-
leikum, ið eru uppi í tíðini
og eru viðurkendir.
Men vinnulívspolitikk-
ur er meira enn hetta.
Hann fevnir eisini um all-
ar teir målsetningar og øll
tey vinnulivstiltøk, ið
stjórnir og landsstýri
frammanundan hava sett
í verk, og sum nýggi
vinnulívspolitikkurin er
ætlaður at broyta ella
beta um.
Buskaparliga støda Før-
oya ger, at neyðugt er at
endurskoda okkara ver-
andi og úttalaða vinnu-
livspolitikk vid ti fyri
eyga, best møguliga at
tryggja okkum, at vit
fåa eitt sterkt og kapp-
ingarført vinnuliv, uttan
at gongdin fram móti hes-
um máli setir veikar bólk-
ar og einstaklingar í
steðu, tey ikki orka at
bera.
Ein endurskoðan og ný-
orðing av okkara vinnu-
lívspolitikki krevur
— at vit duga at meta
rætt um framtíðina í
búskaparligum hepi
fyri teir heimspartar
og tey lond, ið vit hava
mest samband við;
hvussu rákið verður
har, og hverjar møgu-
leikar hetta kann geva
okkum,
— at vit duga at meta
rætt um hverja ráveru,
hvenn kapitalútbúnað
og arbeiðsmegi, ið vit
hava at gagnnýta hes-
ar meguleikar, og
hvussu vit menna hesi
tilfeingi vid gagn-
nytslu fyri eyga,
— at vit fyrireika okkum
til komandi framtidar
altjóða arbeidsbyti og
leggja okkum å odda i
reglum, karmum og
hugburði, ið vit síggja,
at framtíðin fer at
krevja av okkum,
— at vit avmarka vinnu-
lívstiltekini til tað, ið
er avgjert neyðugt fyri
stimbring av okkara
framtíðar vinnulívi og
fyri at tryggja eina ikki
ov langa og ikki ov 6-
menniskjansliga tillag-
ingartíð.
Framtíðin í
búskaparligum høpi
85% ella stersti partur av
okkara útflutningi fer til
EF- ella EFTA-lond.
Marknaðurin í USA er
svunnin niður í eini 5—7
av heildini, og japanski
marknaðurin er ongantíð
vaksin til at hava nevnu-
verdan týdning.
Hyggja vit eftir inn-
flutninginum, kemur hann
ikki í eins stóran mun frá
EF- og EFTA-londunum,
men innflutningurin frá
hesum londum er vaks-
andi, og vit mugu tí siga,
at búskapur okkara stórt
sæð uppá gott og ilt hong-
ur uppií búskaparligu
umsteðunum í EF og
EFTA. Í eini viðurkenn-
ing av hesum hava vit nú
gjørt handilssáttmála við
EF og samráðast um ein
slíkan við EFTA-lond.
Ringt er at spáa um
gongdina innan hesar
handilsfelagsskapir, men
hóast nógvir ivaspurning-
ar steðugt taka seg upp
um fólkaflyting úr lond-
unum eystanfyri, um sam-
starv við og stuðul til
londini eystan fyrrverandi
jarntjaldið, um dálkingar-
trupulleikar og reglur í-
móti dálking, um vaks-
andi sundurlyndi og mót-
steðu móti miðsavning,
og hóast tað gongst strilt-
ið hjá teimum at kappast
við Japan og USA á m.a.
håteknologiska økinum,
må metast, at EF og
EFTA í eina rúma tíð
frameftir fer at verða ein
týðandi búskaparlig eind,
ið fer at geva okkum
meguleikar og avmarking-
ar.
Vit mugu rokna við, at
stórur partur av okkara
innteku fer at koma úr
hesum londum, og tað
veldst um okkara dugna-
skap at nýta teir megu-
leikar fyri at fáa eina
sterri innteku at liggja á
marknaðinum her, um vit
skulu varðveita okkara
livistandard.
Harafturat má roknast
við, at tað verður eisini úr
hesum londum, at vit
koma at keypa at kalla all-
ar okkara verur, og sum
okkara egna framleiðsla
skal kappast við.
Hvussu er so rákið, og
hvussu er so gongdin inn-
an tey vinnuøki, ið hava
okkara áhuga? Hyggja vit
eftir selu av dagligverum,
ið okkara fiskur má hald-
ast at koma undir, so
gerst hon alt meira savnað
hjá nekrum fáum, stórum
handilsfyritøkum, ið
kappast um kundan við
stórum og fjølbroyttum
útboði, við stórari markn-
aðarfering og við sámu-
ligum prísum, ið kunnu fá-
ast í samskipaðum stór-
um innkeypi.
Á ellum ekjum verða
fyrimunirnir, ið kunnu fá-
ast í stórfyriteku, eitt nú
kkara vinnulivspolitikk
felags innkeyp, felas
marknaðarfering, felags
eftirlit og felags leiðslu,
troyttir, og annaðhvert
fingnir til vega við saman-
legging av fyritokum,
samstarvi imillum fyri-
tøkur ella å annan hått,
eitt nú »franchising«.
Småfyritøkur detta ikki
burtur, men sjålvt tær
leita saman i samstarv av
ymiskum slagi, ti trupult
er hjå teimum at veksa og
mennast i ovurstóru kapp-
ingini vid risafyritøkur-
nar, og nógvar småfyri-
tekur verða til undir-
leveranderar hjá stórum
samstarvsskipanum.
Slíkar samstarvsskip-
anir bera í sær fyrimun-
irnar av, at samstarvið
tekur avgerð um, hvussu
veran skal síggja út,
hvussu og hvar hon skal
seljast, hver kvaliteturin
skal vera, og hvussu stór-
ar negdir skulu framleið-
ast, og hvussu veran skal
útviklast.
Veruleikin er, at meir- ingini av lidnu vøruni, og
virði verður í sterri mun veruútboðnum til enda-
skapt og definerað i liga keyparan.
marknaðarferingini, (framhald)
distributiónini og i handl-
Føroysk epli
Sera góð sandepli til sølu fyri 250,- kr.
sekkin.
Miðstovugarðurin á Sandi
TIf. 61057
eru altíð til reiðar at spæla til veitslur og
annað.
Tif. 13961