leygardagur 15. februar 1992síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ás
Nr. 32 — 15. februar 1992
E. A. Jacobsen
»Skilir tú tað, sum tú lesur?«
Apostlasegan 8,30.
Tað er um lesnaðin av Guds orði at hesi orð-
ini snúgva seg, og tá verður svarið í fyrsta
umfari noktandi fyri okkum ell somul.
„Ein náttúrlig menniskja tekur ikki við tí,
sum hoyrir Guds Anda til«.
Tað liggur einki niðursetandi í hesum orð-
unum; tey eru einans gomul kristin sann-
roynd. Men hver er so mótsetningurin til
hina náttúrligu menniskjuna? Er tað hin
ónáttúrliga ella yvirnáttúrliga? Nei, tað er
hvergin teirra; men tað er hin andaliga, og
tað er tann menniskjan, sum hevur fingið lut
í nýggjari náttúru. Og eins og tað liggur
einki niðursetandi í hini fyrru sannroyndini,
so liggur heldur einki rósandi í teirri seinnu;
tí hetta er eingin menniskjanligur fyri-
munur, men tverturímóti ein guddómlig
gáva.
Eins og Jesus noyddist at lata upp skyn-
semi lærusveinanna til at skilja skriftirnar,
soleiðis noyðist hann eisini við Heilaga And-
anum at lata upp skynsemi okkara. Og
henda gerning hevur hann eftir burturferð
sína í ein ávísan mun bundið til menniskjur.
Tað er ikki einglar, men menniskju, hann
sendir at leggja út skriftirnar fyri teimum,
sum tráa eftir at kenna sannleikan. Soleiðis
sendi hann hesaferðina Filippus at leggja út
skriftirnar fyri hirðmanninum úr Etiopiu; og
tað varð honum til frelsu.
Slíkur gerningur er ikki einans neyðugur,
men hetta er harumframt bæði heilaga
skylda og framíhjárættindi teirra, sum
trúgva. Teimum er givið bæði at bera boðini
til teirra, sum ongantíð hava hoyrt, og at
leggja út orðið fyri teimum, sum frá barns-
beini kenna Hina heilagu Skrift.
Men av hesi somu orsek hvílir eisini á
byrgd á teimum, sum hoyra: at tey geva orð-
inum gætur.
6. februar
Samson Hejgaard, Vestmanna, 77 ára gamal.
Olivur Næss, Tórshavn, 55 ára gamal
7. februar
Poul Johannes Poulsen, Tveroyri, ættaður úr
Sandvík, 83 ára gamal.
Anna Elena Vigdå, Fuglafirði, 67 ára gomul.
8. februar
Heðin Hansen, Tórshavn, ættaður av Glyvrum,
48 ára gamal.
9. februar
Niels Olsson, ættaður av Tveroyri, búsitandi í
Havn, 70 ára gamal.
11. februar
Elsebeth Malena Brimstrond, Tveroyri, 78 ára
gomul.
13. februar
Alexandur Hentze, Sandi, 80 ára gamal.
Síða 21
Gudstænastur Septuagesima
Viðareiði: J. Johansen kl. 12.00. Talvan gongur til
frama fyri Heimamissiónini
Hvannasund: J. Johansen kl. 17.00. Talvan gongur til
frama fyri Heimamissiónini
Haraldssund: N. P. Danielsen kl. 12.00
Christianskirkjan: H. Bøgesvang kl. 11.00
Gøta: Peter O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd
Nes: J. Kass kl. 11.00, altargongd
Norðskáli: E. Olsen kl. 12.00, altargongd
Saksun: M. Bæk kl. 11.00
Sørvågur: D. Johannesen kl. 12.00
Hvitanes: Bj. Bæk
Havnar kirkja: P. M. Rasmussen
Vesturkirkjan: Kj. Mørkøre kl. 11.00
Argir: H. Poulsen kl. 11.00, altargongd
Kirkjubøur: Kj. Mørkøre kl. 12.30
Skopun: J. R. Hansen kl. 16.00
Skålavik: J. R. Hansen kl. 12.00, altargongd
Dalur: Bergur Jacobsen kl. 17.00
Tvøroyri: J. Bech kl. 12.00, altargongd
Porkeri: B. Johannesen kl. 12.00
KFUK
Bingo i dag er avlyst.
Samkoma teirra eldru við prestafólkunum Tórgarð
verður mánadagin kl. 15.00.
Meinigheitshúsið, Tórshavn
Sunnudagsskúli í morgin kl. 14.00. Sunnukveldið einki
meti kl. 18.00 vegna missiónsviku á Argjum.
Mánadagin kl. 16.30—18.00 Junior/frítíðararbeiði fyri
bern eldri enn 10 ár. Mánakveldið kl. 20.00 Bíbilbólkur-
in v/ Marius Dam og Johs. Alvheygg um rúsdrekkamis-
nýtslu.
Brúdleyp Livdin, Djóna í Geir getu 1
Hósdagin 20. febr. giftast Opið hús í kveld frá kl.
á Ráðhúsinum í Vissen- 19.00—01.00.
bjerg Magnus Egholm,
sonur Elin og Mogens Eg-
holm, og Kaori Matsu-
moto. Brúdleypsadressa: í
Roldvej 44, 5492 Vissen- Læknavaktir
bjerg. Tórshavn: Petur
Højgaard, tlf. 101 10,
leygardag og Sten
Larsen, tlf. 10283,
sunnudag.
Norðurlandahúsið
Í kveld kl. 19.30 vísu-
kveld við Kára P. Norrena
felagið skipar fyri.
Í morgin konsert »Car-
mina Burana« kl. 16.00 og
18.00 við Havnarkórinum,
Tórshavnar Kamarkóri, Norðuroyggjar: Jasp-
Tórshavnar manskóri, ur Petersen, tlf.
Fuglafjarðar gentukóri og 56 400.
eðrum sangarum. Stjórn- ne TIL að 11
rs Willy Gobl. Vågar: Tlf. 32413.
Eysturoy: Andreas
Petersen, tlf. 41086,
leygardag og Sverri
Lamhauge, tlf.
48016, sunnudag
Suduroy (nordur):
Tlf. 71560.
Suduroy (sudur):
73030.
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráfeingishjálp fæst
Hollywood leygardag, sunnudag
og halgicagar kl.
Almennur dansur i kvøld 13.00—14.00. Tlf.
frå kl. 22.00—01.00, 18 14544.
ára aldursmark.
Leikhús Bio
Í kveld kl. 21.00 sýnir
Filmsfelagið filmin
„Crazy Love«.
Diskotek
Hvussu var tað
persónliga fyri teg
at meta Brasilia í dag?
í dag
Mongum tykir tað legið, sum fólk eru farin at
brúka hesi bæði orðini í dag. Vit hava ikki sagt so
fyrr, uttan so var, at tað var í dag, ikki aðra tíð.
Í einum blaði stáð soleiðis skrivað: Hví tað er
so, hevur vísindin einki svar uppá í dag. Latum
okkum fyrst nevna vísindin. Á feroyskum eitur
tað einki annað enn vísindi. Vísindi er hverki-
kynsorð og bara í fleirtali. Blaðið skuldi havt
skrivað: Hví so er, vita vísindini ikki, ella vita vís-
indini ikki enn.
Ein maður spurdi einaferð: >Hvussu nógvir
Feroyingar búgva í Íslandi í dag?«
Hann skuldi spurt: »Hvussu nógvir Feroyingar
búgva í Íslandi?“ Óneyðugt er at leggja í dag
afturat.
Vit tosa um tervin í dag og um tervin eftir ár
2000. Soleiðis stóð skrivað. Vit tala um tervin nú
og um tervin eftir ár 2000.
Vit vita, at høvdu menn dugað á at skynað, so
hevði meginparturin av teimum trupulleikum,
vinnan stríðist við í dag, verið ókend.
Í hesum brotinum er so nógv, sum skuldi verið
eðrvísi, at tað hevði verið ivaleyst til fleiri mål-
teigar. Tann, ið hetta skrivaði, skuldi heldur havt
skrivað: Vit vita, at høvdu menn dugað á at skyn-
að, so hevði meginparturin av teimum trupulleik-
um, vinnan stríðist við, ikki verið.
Latum okkum bara nevna hetta demið afturat:
Tvey alibrúk eru lýst at verða seld í fútarættinum
í dag. Tað verður tann 29. august.
Lýsingin hevði verið góð, var hon soleiðis
skrivað: Í dag eru tvey alibrúk lýst at verða seld í
fútarættinum. Tey verða seld 29. august.
Yvirskriftin kundi verið: Hvussu var hjá tær at
vera aftur í Brasil?
Sv. T.
6. februar fingu Jonni
Dahl, Oyri, og Jón &
Hansen, Saltangará, - -
eina dóttur. Hon var 57 /
cm long og vigadi 3950 b
gr. 4
8. februar fingu Karin
og KarlErik Reyn-
heim, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 54 cm
long og vigaði 4150 gr.
8. februar fingu Sarita
og Jern Eriksen, Vest-
manna, ein son. Hann
var 51 cm langur og
vigaði 3050 gr.
9. februar fingu Anna
Hentze og Eyðsvein
Johannesen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 53
cm long og vigaði 3450
gr.
10. februar fingu Ketty
Kjærbo og Kristian
Hentze, Sandi, ein son.
Hann var 56 cm langur
og vigaði 4150 gr.
11. februar fingu Gull-
borg og Gunnar
Nolsee, Skopun, ein
son. Hann var 56 cm
Vælkomið
Litla barn
langur og vigaði 4600
gr.
12. februar fingu Birgit
og Jón Gunnarsson,
Argjum, eina dóttur.
Hon var 51 cm long og
vigaði 3200 gr.
12. februar fingu Karin
og Kartin Lenvig,
Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 54 cm long og
vigaði 3250 gr.
14. februar fingu Jón-
gerð og Gunnleif
Thomsen, Fuglafirði,
eina dóttur. Hon var 55
cm long og vigaði 4.300
gr.