Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Toppdystin leygardagin millum Kyndil og VÍF vunnu vestmenningar, og eru teir nú á fremsta plássi í endaspælinum Kyndil-VÍF, 1. deild menn, 19-20 (8-11) Kyndil: Jónleif Sólsker 6, Birgir Hansen 3, Hallur Stórá 3, Dia Midjord 2, Petur Peter- sen 2, Bárður Johannesen 2, Sophus D. Christiansen 1, Kári Nielsen 1 VÍF: Ingi Olsen 8, Hjalmar Klein Olsen 4, Rógvi Nielsen 3, Jóan Pauli Olsen 2, Jógvan E. Nielsen 2, Bent Jákup Hansen 1 Ávaringar: Kyndil 2, VÍF 3 Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 1 Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen Eftir at trý umfør eru spæld í endaspælinum hjá monnum, hava hesi trý umførini givið trý ymisk Kári Nielsen hevur felt Rógva Nielsen, ið ann- ars er fríur. Hetta gav annars Kára tveir min- uttir við síðulinjuna. Mynd: Brandur í Dali oddalið. Fyrst var tað Neistin, ið var á odda, síð- ani kom Kyndil framum, og nú er VÍF á odda. Um hetta er tað, enda- spælið hevur at bjóða hvørt umfar, tað ið eftir er, er eingin ivi um, at áskoð- ararnir fara at streyma til, og at åhugin yvirhøvur fer at vaksa fyri hondbólt- inum. Einki avgjørt áðrenn Tað, at einki er avgjørt frammanundan, er tað besta, ið kann henda kapp- ingini, og soleiðis er stød- an júst nú. VIF kom á odda í meist- arabólkinum við at vinna á Kyndli leygardagin í Havn, og var talan um ein væl og virðiliga uppiborn- an sigur. Vestmenningar spældu betur og vóru teir eisini sera væl uppbakkað- ir av áskoðarunum, ið vóru komnir úr Vestmanna at hyggja. Varðveitir VIF odda- sessin nøkur fá umfør aftr- at, verdur ikki lætt hjå nøkrum av hinum liðunum at gera stórvegis skreytir, tí so hvørt sum vestmenn- ingar meira og meira lukta gull, gerast eisini alsamt fleiri og fleiri áskoðarar, ið koma at hyggja. Og ein stór og trúfgst åskodarafjøld er fyri teirra viðkomandi at meta sum ein eyka maður á vøll- inum. Ingi Olsen snýtti Kyndla-verjuna Í dystinum leygardagin var tað serliga Ingi Olsen, ið førdi ann, og spældi hann sera væl allan dystin. Verjan hjá Kyndli varð ferð eftir ferð snýtt av honum, og onkuntíð var tað næstan låturligt, so eft- irtrykkiliga hann snýtti. Vidhvørt leyp hann upp, sum fyri at skjóta hoppi- skot, og so skjótt Kyndla- verjan fór upp við fyri at blokera, var Ingi niðri og smekkaði undirhonds móti málinum — og ofta sat Síða 13 Trúgvasti VIF-áskoð- | arin, Sverri, var sjálv- sagt glaður fyri sigurin leygardagin. Her heilsar hann upp á Niels Nattestad og Arna Gregersen. Mynd: Jens Kristian Wang bólturin! Og við fimm av sínum tilsamans átta málum legði hann góðar lunnar undir ein VIF-sigur, ið var sera kærkomin eftir síðsta tap- ið, tá tað ikki júst vóru lovorð fyri frálíkt spæl, ið Framhald á baksíðuni Flogbóltur, kvinnur og menn: Einki er Nú flogbóltskappingin er farin at nærkast endanum, er rættiliga stórur spenn- ingur í — bæði hjá kvinnum og monnum. Hjá kvinnunum er tað Mjølnir, ið er á odda. Sum er sær út til, at kvinnurnar úr Klaksvík hava besta møguleikan at gerst FM- vinnarar, og tá tær vunnu báðar sínar dystir móti lið- unum, ið nærmast eru at hótta tær, sær út til, at formurin avgjørt er til eitt FM-heiti. Leygardagin spældi Mjølnir vesturi í Vágum móti Drátti, og vann dystin 3-0 eftir trý spennandi sett. Serliga í tveimum teimum fyrstu settunum stóð nógv á, og endaðu tey åvikavist 16- 14 og 17-15 ul Mjølnir, meðan triðja settið lættliga varð vunnið 15-4, og harvið eisini dysturin. Sunnudagin spældu tær aftur — hesaferð á heima- velli í Klaksvík móti Fleyr úr Havn. Mjølnir vann eis- ini hendan dystin 3-0, og her vóru tað eisini tey bæði fyrstu settini, ið vóru spennandi og jøvn. Tey vann Mjølnir åvikavist 15- 10 og 15-12, meðan mót- stødan frå Fleyr í síðsta settinum ikki var so stór, og endaði tað settið 15-6. Hjá monnunum er eisini stórur spenningur í topp- inum, har tað mest eru IF og Fleyr, ið skulu dystast um gullið. Tó ikki móti hvørjum gðrum, men hvør í sínum lagi móti ávikavist Falki og Mjølnir. Um vikuskiftid vunnu bædi IF og Fleyr sinar dystir, og sostatt er fram- vegis spenningur i, og enn er einki avgjørt. IF vann i Havn á Falki vid settmuninum 3-0. Her var ongantid nakar ivi um, at IF skuldi vinna dystin. Settini endadu 15-0, 15-9 og 15-11. I dystinum millum Mjølnir og Fleyr var eitt sindur meira spenningur. Serliga i sidsta settinum, har Mjølnir var å odda vid 14-10 og hóast átta (8!) settbóltar ikki megnadi at vinna settið, men tapti tað 16-14. Mjølnir spældi annars best i fyrsta sett- inum og vann tad eisini 15-12, men so kom Fleyr fyri seg og vann tey bæði næstu 15-8 og 15-5, og tá Mjølnir sum nevnt ikki fekk nakað burturúr fjórða settinum, var dysturin tept- ur. hj.