mikudagur 19. februar 1992síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 34 — 19. februar 1992
ítróttur
Undankapping til
landskappingina
Níggju av teimum tiggju liðunum í 1. deild og landsliðið skulu í
130 svimjarar
vóru við í 63
kappingum
I døgunum 7., 8.
og 9
skipaði Havnar
Svimjifelag fyri kapping í
svimjihellini í Havn. 130
svimjarar vóru úr Havnar
Svimjifelag, Ægir, Fugla-
fjarðar Svimjifelag, Reka
og Magnus
Havnar Svimjifelag
vann 36 kappingar, Fugla-
fjarðar Svimjifelag vann
10 kappingar, Ægir vann
10 kappingar, Magnus
vann 4 kappingar og Reki
vann 3 kappingar.
Vinnararnir av kapping-
unum (í klombrum talið á
vunnum kappingum):
Úr Havnar Svimjifelag
Jákup Johansen (4), Ann-
februar
ika Anthoniussen (3),
Guðmundur Guðmunds-
son (17, Helgi Winther
Olsen (1), Dia Jacobsen
(5), Jetta Vinther (1),
Kristian M. Guðmunds-
son (2), Remi Lamhauge
(2), Jóhan Joensen (2), Ei-
vind Eysturoy (2), Krist-
ina Danielsen (2), Paula
Bech (1) og Ragnar Stakk-
sund (1).
Ur Ægir
Helga Mikkelsen (1), Serin
Olsen (3), Vígdis Samuel-
sen (1), Rógvi Sigurðsson
(1), Karina Joensen (1),
Svend Hansen (1) og Sú-
sanna Hansen (1).
Ur Fuglafjarðar
Svimjifelag
Heidi Cruse (5), Anna
Hansen (4) og Joan Olsen
(1).
Úr Magnus
Elsa Lyngvej (1) og Bogi
Lenvig (3).
Úr Reka
Fridbjørg Hansen (3).
Lidkappingar
Havnar Svimjifelag (9) og
Ægir (1).
i
tveimum bólkum kappast um Føroya Bjór- -Steyp
Leygardagin byrjar Føroya
Bjór-kappingin 1992. Tal-
an er um eina kapping, id
er lík henni, lidini í 1.
deild spældu í fjør, nakað
undan landskappingini.
Talan er sostatt fyrst um
undankapping ella upphit-
ingarkapping til sjálva
landskappingina, men av ti
at landsliðið er við, er tal-
an somuleiðis um eina
upphitingarkapping hjá
landsliðnum.
Tey tíggju liðini, ið eru
við í hesi kapping í ár, eru
B36, B71, HB, VB og A-
landsliðið, ið spæla sínar
dystir í innleiðandi umfar-
inum í Havn, meðan hini
fimm liðini, B68, GÍ, KÍ,
NSI og SIF, spæla sínar
innleiðandi dystir í Gøtu.
Einasta 1. deildarfelagið,
ið ikki er við í ár, er TB.
Tey fimm fyrstnevndu
liðini eru í bólki A, meðan
hini eru í bólki B, og
spæla liðini so øll móti
øllum fyri at finna fram til
bólkavinnarar, nummar
tvey í bólkunum, nummar
trý og so framvegis.
Í endaliga umfarinum
skulu so bólkavinnararnir
spæla hvør móti øðrum,
tveyararnir móti hvørjum
ødrum og so framvegis.
Innleiðandi umfarið í
kappingini verður spælt í
Havn og í Gøtu leygardag-
in 22. februar, sunnudagin
23. februar og leygardagin
29. februar. Sunnudagin 1.
mars verdur so finaluum-
farið spælt i Havn.
Dystirnir í bólki A:
Leygardagin 22. februar
kl. 11.30 HB-Landsliðið
(Baldvin Baldvinsson), kl.
13.30 B71-B36 (Nemus
N. Djurhuus) og kl. 15
VB-Landsliðið (Jóan Carl
Dam). Sunnudagin 23.
februar kl. 13 B71-VB
(Birgir Sondum), kl. 14.30
HB-B36 (Kim Ejdesgaard)
og kl. 16 Landsliðið-B71
(Nemus N. Djurhuus).
Leygardagin 29. februar
kl. 10 B36-VB (Jóan Carl
Dam), kl. 12 HB-B71
(Baldvin Baldvinsson), kl.
14 Landsliðið-B36 (Sjúrð-
ur Norðbúð) og kl.. 15.30
VB-HB (Kim Ejdesgaard).
Dystirnir í bólki B:
Leygardagin 22. februar
kl. 10.30 NSI-B68 (Niclas
á Lidarenda), kl. 13.30 GÍ-
KI (Jónfinn Olsen) og kl.
15 SÍF-NSÍ (Harry Benja-
minsen). Sunnudagin 23.
februar kl. 14 NSÍ-GÍ
Nú fer føroyski fótbólturin aftur á rull. Mynd: Jens Kristian
(Herman Midjord), kl.
15.20 B68-KI (Niklas á
Líðarenda) og kl. 16.50
SIF-GI (Lassin Isaksen).
Leygardagin 29. februar
kl. 10 GÍ-B68 (Lassin Is-
aksen), kl. 11.30 KÍ-SÍF
(Harry Benjaminsen), kl.
14.30 KÍ-NSÍ (Jónfinn Ol-
sen) og kl. 16 B68-SÍF
(Herman Midjord).
Dystirnir verða spældir
við tíðini tvær ferðir 30
minuttir. hj.
Málríkasta Eysturoyar-kapping nakrantíð:
Farna vikuskiftið varð hol
sett á árligu Eysturoyar-
kappingina, ið er millum
feløgini í Eysturoynni.
Øll feløgini eru við, og
skiftast tey um at skipa
fyri. Hesaferð standa leir-
víkingar fyri tørni sum
fyriskiparar av kappingini,
ið hjálpir liðunum í gongd
aftur eftir vetrarsteðgin.
Fyrsta umfar av hesi
kapping var sum sagt
farna vikuskiftið, og vórðu
tá fýra dystir spældi.
Á Toftum hittust 1.
deildarliðið hjá B68 og
EB, ið er nýtt lið í 2 „deild.
Her byrjaðu toftamenn við
heilt serligum blíðskapi, tá
34 mál skotin
I fýra dystum
teir longu heilt tíðliga í
dystinum gjørdu sjálvmál,
so EB kom á odda 1-0. Tó
eydnaðist ikki EB at halda
støðuna, og í seinna hålv-
leiki fekk ein av teimum
nýggju B68-spælarunum,
Bergur Magnussen, skotið
bóltin í málið hjá tí annars
Oføra EB-målverjanum, so
B68 her kortini fekk
bjargad sær javnleikin
I Runavik hittust 1.
deildarlidid hjá NSÍ og 3.
deildarliðið hjá GÍ, og
gjørdist NSÍ vinnari av
hesum dystinum við mál-
muninum 3-2
Grannaliðini GÍ í |.
deild og IF í 2. deild møtt-
ust í Gøtu, og vann GÍ
hendan dystin 7-0. Kortini
kom ikki hol å hjå gøtu-
monnum fyrrenn móti
endanum á dystinum, men
tá varð eisini so opið. at
ikki kundi sleppast undan
Stórsigri.
LIF vann 20-0 á ÍF
Stórsigur er tó neyvan
orðið, tá sigast skal frá
dystinum millum 4. deild-
arliðið hjá LÍF og 3. deild-
arliðið hjá ÍF. Her smurdu
leirvíkingar grannarnar úr
Fuglafirði so ruddiliga av,
at meðlamálskjótingin um
vikuskiftid leyp úr 4,7
målum fyri hvønn dyst —
ið er rættiliga nógv — upp í
heili 8,5 mál. Halda hesi
hagtølini restina av kapp-
ingini, verdur Eysturoyar-
kappingin Givad tann mål-
rikasta nakrantid.
Liðið hjá LÍF varð
mannað av teimum van-
ligu 4. deildarspælarunum
og nøkrum spælarum, ið
júst eru komnir upp í ung-
lingaaldur, so ikki kann
sigast annað, enn at talan
er um eitt Ófgrt avrik.
Eysturoyarkappingin fer
at halda fram komandi
vikuskiftið.
hj.
ÍFLÍSAR
MARMOR
MURSTEIN
KLINKUR
SKIFER
TRAPPUFLISAR
Flisaumvælingar
Flisaarbeidi
OPID ER:
Tysdag til triggjedag 13.00-17.30
Leygardeg 9.00-12.09
Månadag er stongt
Føroya
Flisahandil
v. MURARAMEISTARA
MARCUSSEN
STYKKIÐ - TLF. 21295
Serhandil fyri flísar