Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. februar 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 34 — 19. februar 1992 tíðindablaðið NISSEN Umskipa fiski- vinnuna á sjónum Moguleikar eru fyri at seta á stoun fleiri hundrað arbeiðs- pláss, uttan stórvegis hóvasták, skrivar Lasse Klein í sambandi við tiltakið: arbeiði til allar vinnuforar hendur. Hvussu veiðuflotin skal síggja út, er ein spurning- ur, sum hevur verið um- reddur í nógv ár. Tað eru ógvuliga fáir, sum hava torað at givið eitt boð uppá hetta orsakað av politiskum avleiðingum. Ein veruleiki Vit kunnu í hvussu er ikki síggja burtur frá tí veru- leika, at tá vit sammeta trol og línu, so er úrslitið tað, at trolarafiskurin er nógv dýrari at fáa hendur á bæði fyri tað almenna og fyri teir, sum reka skipini. Tey tonsini, útróðrar- bátarnir veiða, geva nógv meira av sær til samfe- lagsbúskapin enn sama tonsatal av trolveiddum fiski. Arbeiðsplássini Somuleiðis er stórur mun- ur á iløgunum pr. arbeiðs- viðmerking politisk pláss. Og tað er eisini vert at nevna, at 40 útróðrar- menn fáa sítt livibreyð av sama tonsatali sum 12—14 trolaramenn. Eitt arbeiðspláss við trolara krevur eina iløgu uppá 5 mió. kr., meðan eitt ar- beiðspláss við útróðrar- báti kostar umleið 0,5 mió. kr. Eisini í tonsum Sum umsteðurnar eru á Feroyagrunninum brúkar ein trolari t.d. tað dupulta av olju pr. kg. av fiski sum húkaveiðan. Hyggja vit síðani at veiðumongdini, síggja vit, at fyri hvert arbeiðspláss við trolara skulu veiðast umleið 150 tons av fiski. Við útróðrarbátum liggur veiðan um 50 tons uppá mannin. VALUTAKURSIR USA Bretland V-Týskland Svøriki Noreg Frakland Belgia Sveits Holland Italia Finnland Ísland Eysturríki Spania Portugal Kanada Japan Írland Pund .. Grikkaland Drakmur Pund .. Króna Króna Króna Escudos Dollari .. 1115,38 Markur . Frankur . Frankur . Frankur . Gyllin ... Markur . Skillingur Pesetas . Dollari .. Yen .... . 1034,54 Ultimo síðsta mán. 625,60 1115,57 387,61 106,76 98,85 113,78 18,821 436,72 344,27 0,5158 142,34 10,76 55,085 6,162 4,504 532,20 4,9869 1033,62 3,358 17.2. 628,10 387,36 106,77 98,84 113,76 18,820 430,56 344,30 0,5159 141,91 10,81 55,048 6,176 4,502 52879 4,9535 3,353 Kelda: Føroya f parikassi Munandi meira burturúr Hervið skal kortini ikki verða sagt, at als eingir trolarar skulu vera. Men verður trolaraflotin mink- aður niður á eitt hóskandi steði, fara eisini teir trol- arar, sum eftir verða, at fáa munandi meira burtur- úr, teir fara at veiða meira pr. troltíma, steddin á fiskinum, ið veiddur verð- ur, fer at verða munandi betri, og tað gevur betri prís. Fleiri mátar — áseta mark Tað kann gerast uppá fleiri mátar. Helst er rætt at áseta mark fyri hvat veiðast kann. Tann meguleikin, sum vit hava at velja í er at áseta eitt TAC fyri allan trolaraflotan, (hægst loyvda tonsatal) og lata línuna fiska frítt innanfyri tey longu frammanundan loyvdu ekini. Elvt til kapping Skipanin hevði elvt til kapping, ikki sum nú um størstu nøgdirnar, men um ta bestu góðskuna og harvið tann besta prísin. Tann, ið undir slíkari skipan hevði fingið tillut- að eina kvotu, átti eisini at havt loyvi til at handla við hesi kvotu. T.d., um ein hevur ov lítla kvotu til at skipið kann bera seg skal honum verða loyvt at selja kvotuna, um hann leggur skipið. At leggja saman Eisini kunnu trý reiðarí við hver sínum skipi semj- ast um at leggja saman til eitt reiðarí, sum síðan rekur tvey skip, men við kvotu, ið var ætlað trim- um skipum. 100 tals arbeiðspláss Ein slík skipan sum hend- an hevði ført við sær meguleikar fyri fleiri hundrað arbeiðsplássum eftir stuttari tíð. Skulu vit vinna á trupulleikunum, so er eis- ini neydugt vid nyhugsan å øllum økjum. Hesin spurningur eigur at takast upp til viðgerð- ar. Lasse Klein Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn hósdag frá kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM, undir Pisuvarða 2, elle á tif. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frå kl. 15.30—7.00 & morgni. Norðlýsisverkætlanin Nakað at fara upp til Seinnapartin í mars fer Norðlýsið á 28 daga ferð kring oyggjarnar við ungfólki millum 17 og 20 ár. Len fæst eing- in, men tey ungu sleppa at royna seg og tíðin telur sum sigl- ingstíð, har næmingar- nir hava ábyrgd sam- bært fastlagdari skrá, og treytum sbr. sjólóg- ini: Manningin fer at læra um røkt av skipin- um, navigation, trygd- arreglur á sjónum, at fiska og at hagreiða fisk. Eisini skal hylling fá- ast á at keypa inn og at gera mat, seta segl og bjarga seglum og mang, mangt annað. Gentur og dreingir 17 til 20 ár og sum ikki hava lent arbeiði kunnu søkja um at sleppa við. Henda ætlan verður bert veruleiki, um fígg- ing fæst. Tað vóna vit at vita um 14 dagar. Áhugað kunnu senda skrivliga umsókn við upplýsingum um aldur og arbeiði/skúla higar- til og senda umsóknina til Norðlýsisverkætlan- ina, Postsmoga 325, 110 Tórshavn. Tøkk Túsund tøkk til tykkum øll, sum mintust til mín fødingardagin 9. febr. 1992 við blómum, telegrammum, telefonpráti og góðynskjum. Vinarligar heilsur Mortan Petersen Hotel Tórshavn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum syndu sam- kenslu, tå kæri påpi, verpåpi, abbi, langabbi og oldurabbi okkara KRISTIAN LUDVIK WANG Kvivik doyði og varð jarðaður. Tøkk til Emil Olsen og Marjun Bech fyri troystarrík orð. Tekk fyri blóm ur og kransar. Einar, Edmund, Mourits og Jákup Martin