fríggjadagur 21. februar 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 36 — 21. februar 1992
Scansat/TV3
Friggjadagin kl. 18.00:
21 Jump Street
Hanson skal verja ein AIDS sjúkling,
Harley Poolish. Hann kennir seg hóttan
ovitandi foreldrum og næmingum, sum
forða honum at gera skúla-
gongdina lidna. Samstundis gerst Pen-
tá ið fyrrverandi genta
hansara kemur at vitja
royna at
hall klekkur
Fríggjadagin kl. 22.15:
Rockford Files
Greivinnan
Hin vakra, ríka greivinnan Deborah og
núverandi maður hennara Texasmillión-
ingurin Ryder hoyra til tey »finu« i sam-
felagnum. Men so kemur ein maður og
hóttir at avdúka, og hon einaferð hevur
verið lógbrótari. Deborah gerst bangin
og biður Rockford hjálpa sær. Men áðr-
enn hann ger nakað, verður maðurin
funnin — deyður.
Leygardagin kl. 20.00:
Rich Man,
poor Man
Quales leggur á Tom, tá ið hann uppdag-
ar, at hann fjasar við konu sína, og tað
endar við at Quales fær skaða. Tom er
ikki býttari enn so, at hann veit at mafi-
an fer at koma eftir honum og flýggjar.
Virginia Calderwood hóttir Rudy, og
hon er fer fyri at gera alt at skaða hann,
um hann ikki vil giftast við henni.
Leygardagin kl. 22.30:
Kojak
Kojak verður órógvaður í eini morðsak,
tá ið hann fyrst noyðist at fáa eina
kvinnu at verða vitni og síðani verja
hana móti fíggindum, sum hótta hana.
Judd Nelson og Jill Schoelen
Sunnudagin kl. 18.00:
Billionaire Boys Club
Am. filmur í tveimum pertum frá 1987,
við Judd Nelson í hevuðsleiklutinum.
Hetta er ein sega, sum er bygd á veruliga
hending. Í Beverly Hills halda nakrir rík
manssynir saman fyri at gerast uppaftur
ríkari. Hunt er leiðari og avger hvar
pengarnir standa tryggast. Teir ganga
allir væl ílatnir og eru ofta í veitslum við
vekrum kvinnum. Ofta verða avgerðir
tiknar í barrini hjá Hunt
Sunnudagin ki. 20.00:
in the Heat
of the Night
Gillespie møtir av tilvild gamla vinmanni
sinum Jud Walker, og hann hevur løgnan
atburð. Stutt eftir verður dóttir Judd,
Raylynn, myrd. Kanningar visa, at
henda unga gentan hevur livað sum
skekja og at Judd tvey ár frammanund-
an hevur blakað hana út, tí hon var við
barn.
Mánadagin kl. 22.25:
Rockford Files
Ein ung og ógvuliga vekur genta hýrir
Rockford at kanna, hvaðani hon í veru-
leikanum kemur, hon vil vita, hver hon
er. Kanningarnar føra til Denver og
brotsmannakongin Ralp Correll, sum
roynir at steðga Rockford.
Týsdagin kl. 18.00:
The Toughest Man
in the World
Mr. T
Am. filmur frá 1984 við Mr T í leiklutin-
um sum Brusie Brubaker. Brubaker er
ein flotayvirmaður og vietnamveteranur,
sum nú arbeiðir sum duraverður í einum
náttklubba í Chicago. Men hann er eisini
uppi í einum hjálpararbeiði fyri born við
trupulleikum. Hann roynir at gera tilver-
una lættari hjá hesum børnum, sum ann-
ars mugu klára seg sjálvi. Men hetta
hjálpararbeiðið er hótt, tí tað kostar ov
nógv at reka tað. Teimum tervar í minsta
lagi 100.000 dollarar, og tað hevur
skund. Í eini roynd at útvega pengar, ger
Brubaker av at melda seg til eina kapp-
ing hver er heimsins sterkasti maður.
Hann venur nógv, og hann trýr uppá at
megin kemur av at hann veit, at hann
stríðist fyri tí, sum rætt er
Týsdagin kl. 21.00:
Miami Vice
Tá ið Symington, ein kendur handilsmað-
ur, doyr, verða Crockett og Tubbs bidnir
at finna gentu hansara, Ali, sum skal
hava verið nærhendis, tá ið hann doyði.
Teir uppdaga, at Ali fyrr hevur arbeitt
sum call-girl hjá Caprice fyritøkuni. Sam-
stundis kemur ein onnur kvinna upp i
leikin, Christine von Marburg. Ali verður
funnin deyð, myrd
Mikudagin kl. 22.25:
Rockford Files
Tá ið Jolene Hyland vitjar sjúka mann
sín í fongslinum, hoyrir hon hann siga
okkurt um ein skatt, sum er krógvaður í
lítla býnum Caledonia. Ein gáta skal vísa
teimum á skattin, og Rockford hjálpir
henni at loysa gátuna — men bert helvt-
ina. Hina helvtina hevur partamaður Hy-
lands, sum samar við sheriffinum í Cale-
donia roynir at finna skattin fyrst.
Hósdagin kl. 18.00:
The Parade
Am. filmur frá 1984 við Michael Learned,
Frederic Forrest og Rosanna Arquette í
hevuðsleiklutunum.
Í einum býi í Kansas fyrireika oll seg
til 4. juli-paraduna, men ein familja hevur
stórar trupulleikar.
>The Parade«
Eftir at hava sitið sjey ár fyri nakað,
hann ikki hevur gjørt, kemur Matt Kirby
heim aftur til familju sína. Har bíðar kon-
an eftir honum og dóttirin, men eisini
vermamman, sum hatar hann. Meðan
Matt hevur verið burtur, hava tey noyðst
at klára alt sjálvi, tað hevur verið torfert,
men tað hevur gingið kortini. Serliga
omman Sarah, sum er 66 ár, hevði ilt við
at góðtaka, at hon noyddist at arbeiða.
Hin unga Tilda hevur fingið students-
prógv og arbeiðir ein part av degnum á
eini matstovu. Hon hevur hitt ein ungan
mann, Jeff, sum onga familju hevur.
Rachel óttast at dóttirin rýmir heiman-
ífrá og giftist við einum, sum einki hevur
at bjóða henni. Og tað gerst ikki
lættari, at Matt einki veit sær at gera, tá
ið hann kemur heimaftur.
A———————————
Morgunlestrar
í Útvarp Føroya
24.—29. febr.
Hesa vikuna lesur Kristianna
Strøm í Trongisvågi
Sálmar og bíbliuorð:
Mánadagur 24. februar
nr. 146 Gott sáð, ið út var sáað
Luk. 8,5
Týsdagur 25. februar
nr. 369 Gakk tú fram við góður
treyst
Luk. 8,5
nr. 357 Guð, tú tín akur má signa og
Mikudagur 26. februar
nr. 423 Fýkur stormur, dunar ådn
„uk. 8,5
nr. 257 Arbeið, tí náttin kemur
Hósdagur 27. februar
nr. 396 Komi ríki títt við megi
Mark. 4,26 & 27
Harra Guð, títt dýra navn og
æra
nr. 1
Fríggjadagur 28. februar
nr. 506 Tann trúgv, ið Jesus fevnir
Ef. 6,10
Leygardagur 29. februar
nr. 255 Vár Guð er føst og haldgóð
borg
Ef. 6,16