Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 00 S0Sialurin Nr. 37 — 22. februar 1992 »Samstarv« — bókin um Kongshavn Við hentari, upplýsandi og fjølbroytta RO = 3 a & 3 E 5 s E | ri bókaútgávu lýsir Kongshavnar Havnastýri sín 75 ára dag. Ta 262 síður stóru bókina hevur Oluf Djurhuus saman við óðrum skrivað verður víst á í fororðunum til >Samstarv<, sum Kongshavnar Havnastyn gav út í sambandi við, at 75 år vóru liðin, síðani Kongshavnar Havna- stýri varð sett á stovn, er sera lítið til av søguligum og niðurskrivaðum tilfari, tá um Skålafjørdin er at røda. Men hóast hetta, er ikki smávegis, ið er komið burtur úr nevndu bókaútgávu, ið Oluf Djurhuus saman við øðrum hevur skrivað og lagt til rættis. Serliga hevur Poul S. Nybo verið honum hollur stuðul. serliga, tá talan er um ymsar samrødur. Bókin er ein dýrgripur fyri tey, ið á ein ella annan hátt hava tilknýti til okið kring Skålafjørdin, og so mong nøvn eru nevnd og so nmangar myndir eru vid, at neyvan slepst undan, at flestøll å ein ella annan hátt finna onkran av sínum í bókini. Rúgvusmikið yvirlitstilfar Aftast í bókini er rúgvusmikið yvirlits- tilfar — bæði yvir fólkangvn, skipa- og båtanøvn og staðangvn á Skálafirði við frálíkum tekningum afturvið, ið gera heildarmyndina enn betri. Eingin ivi er um, at stórur partur av til- farinum er leitað upp av teimum, ið lagt hava til rættis, og er hetta ikki smáarbeiði, her er talan um. Tað av søguligum og skrivligum tilfari, id er at finna og hevur tydning fyri høpid, er tikið við, og allan vegin igjøgnum verð- ur heildin funnin við hóskiliguym samrød- um inn ímillum, ið undirbyggja skrivliga tilfarið og geva bókini týdning — eisini í dag. Sum eisini D ókina Søgan hjá Kongshavnar Havnastýri byrjar afturi í 1914, tá tørvur kom á skip- aðum havnavidurskiftum á Skálafjørð- inum, eins væl og aðrastaðni, so hvert sum skipafloun øktist. Nógvar fundafrásagnir tiknar við Kongshavnar Havn ljóðar kanska eitt sindur lagið, tí navnið verður ikki dagliga brúkt so nógv millum manna. Men Kongshavnar Havn er nevniliga stórt sæð Skålafjørdur. Í innganginum til bókina gevur Oluf Djurhuus ta einfaldu leiðina í Kongshavn: »Inn í Kongshavnar Havn kemur tú, tå ið komið er inn um Garðs- enda í Nes sókn og Raktanga í Sjóvar sókn.< Ein rættiliga stórur partur av bókini er ein av teimum fyrstu, ið er brot úr fundar- frásagnunum í skiftandi nevndunum í Kongshavnar Havnastýri gjøgnum hesi 75 árini. Hetta er ikki smávegis tilfar — heilar 76 síður. Umframt áhugavert lesitilfar frá hesum drúgva tíðarbili, erun eisini myndir av monnum, ið hava sitid í havnastýrinum — bæði tey fyrstu árini og upp til í dag. Lýsing av ymsum virksemi, bátum og skipum viðvíkjandi, er eisini við í bókini. Har eru samrødur og greinar um báta- smíð, gerð av glastrevjabåtum og skipa- smíð. Alt samalt prýtt við myndum. Hegnisligt bókaverk Eisini fæst alt møguligt at vita um ann- að, ið hevur tilknýti til og týdning fyri Kongshavn, so sum gomlu kongligu ring- arnar, vitarnar, Skålafjørdin undir seinna heimsbardaga, alingina — frá byrjanini í Skálabotni til dagin í dag. Samanumukið må sigast, at talan er um eitt hegnisligt bókaverk, ið ikki skemmir bókahillarnar. Men enn betur er tað, verð- ur lisið í ti. Bókin er lættlesilig, og einum nýtist heldur ikki at gloypa øllum í einum vita, tí væl er býtt sundur, so ein eins væl kann taka hana í smábrotum. At nógvar samrødur eru við, ger bókina meira við- nn 7 ÁL Flumasljjótauni fr Megahanna komandi í dag, og somuleiðis lættari at lesa. Somu nyttu gera tær mongu mynd- irnar í bókini — gamlar sum nýggjar — sum fórum greidliga lýsa tað, skriv- að verður um. Arbeiðið at fáa bókina frá hondini hev- ur tikið nógv longur tíð, enn fyrireikar- arnir roknaðu við, áðrenn farið varð undir tað. Men tað ger einki, tí úrslitið er eisini hareftir — dygdararbeiði! í mongum hj. 7 fer Soleiðis verður byrjað í teirri fyrstu gerðabókini hjá K ongshavnar Havrastýri.