leygardagur 22. februar 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 37 — 22. februar 1992
tíðindablaðið
Bert sjey tingmenn
ynsktu fólkaatkveðu „
Stórur meiriluti var í tinginum fyri flestu
pørtum í uppskotinum til nýggja rúsdrekkalóg.
Fyri samlaðu lógini atkvøddu 19 av teimum 31
tingmonnunum, sum vóru tilstaðar
Verður uppskotið frá víð-
kaðu Rættarnevndini til
nýggja rúsdrekalóg sam-
tykt við triðju viðgerð týs-
dagin, sum tað við aðru
viðgerð varð samtykt hós-
dagin, fáa vit einkarsølu,
einkarinnflutning, út-
skeinking á m.ø. matstov-
um. Haraftrat verður
aldursmarkið broytt úr 20 í
18 ár, og skamtanin fellur
burtur.
Tveir av minilutunum í
víðkaðu Rættarnevndini
høvdu skotið upp, at
uppskotið fyrst skuldi út til
fólkaatkvóðu, men hetta
verður av ongum. Tað var
líul áhugi millum ting-
menn til tess. Bert sjey
tingmenn atkvødddu fyri at
senda rúsdrekkauppskotið
út til følkaatkvødu.
Ikki er vanligt, at stór-
vegis broytingar henda frá
aðru til triðju viðgerð í
tinginum, og tí er líkt til, at
vit fáa eina nýggja rús-
drekkalóg, sum í høvuds-
heitum er sum niðan fyri
greitt frá:
Endamálið við lógini er at
avmarka rúsdrekkanýtslu-
na og minka sum mest um
skaðan, sum rúsdrekka-
nýtslan hevur við sær fyri
einstaklingin og samfelag-
ið. Fyri at røkka hesum
endamáli skulu reglur
ásetast í samband við
Tað,
rúsdrekka í Føroyum.
sum í lógini verður roknað
sum rúsdrekka er allur
løgur, ætlaður at drekka,
og sum hevur minst 2 1/2
vektprosent av alkoholi í
sær.
Tað er ikki loyvt at
bryggja ella framleiða rús-
drekka í Føroyum. Undan-
takið er, at bryggjaríum er
loyvt sum nú at bryggja gl
í mesta lagi 4,6 vektpro-
sent sterkt
Einkarsøla
Setast skal á stovn Rús-
drekkasøla Landsins, sum
skal innflyta og selja rús-
drekka. Hvussu hendan
skal virka, ger landsstýrið
av saman við rúsdrekka-
og narkotikaråOnum.
Landsstýrið kann gera av
at avseta alt ella ein part av
avlopinum hjá rúsdrekka-
søluni til fígging av upp-
lýsandi virksemi um skað-
arnar við nýtslu av rús-
drekka og til viðgerð av
rúsdrekkamisnýtarum.
Bert rúsdrekksglan kann
innflyta rúsdrekka, og
framhaldandi verður filur
og sterkari enn 60 prosent
bannað at innflyta.
Ætlanin er, ar rúsdrekka-
sølan eisini skal selja ølid,
men fyribils fer verandi
útflýggingarskipan hjá
bryggjarínum, at halda
fram.
Utskeinking
Nú er líkt til, at loyvt
verður at skeinkja rús-
drekka á millum gðrum
matstovum. Ein loyvis-
nevnd skal geva loyvi í
hvørjum einstókum føri.
Utskeinkingarloyvi kunnu
sambært lógini persónar,
partafeløg, lutafeløg ella
tilik feløg, sum reka hotell
og matstovuvirksemi fåa.
Tað er eisini útgreinað,
hvat hugsað verður um, tá
talan er um hotell og
matstovuvirksemi. Her er
talan um borðreiðing av
mati og drykkjuvørum
móttóka av gisting við
møguleika fyri borðreiðing
og útleiga av hólum til
samkomur, ið sjálv reika
fyri borðreiðing.
Eisini feløg
Eisini feløg kunnu fáa
útskeinkingarloyvi. Um
hetta verður sagt, at reg-
lurnar eru eisini galdandi
fyri feløg í tann mun, sum
virksemi teirra úteftir er at
meta sum vinnuligt virk-
semi, og fyri feløg, sum
skeinkja rúsdrekka fyri
limum móti gjaldi.
Loyvi til skeinking av
rúsdrekka móti gjaldi verð-
ur tó ikki kravt av
feløgum, ið bert halda árs-
veitslur ella tílíkar einstak-
ar veitslur fyri limunum.
Síða 13
Áðrenn nakað loyvi til
útskeinking verður givið
skal bý- ella bygdarráðið
sprjast fyrst.
Annars eru neyvar treytir
settar til teir persónar og
tey feløg, sum fáa skeinki-
loyvi, eins og åvis krøv
verða sett til hølisvidur-
skiftini og umstødurnar
annars.
Aldursmarkið 18 ár
Aldursmarkið, sum nú er
20 verður broytt til 18 ár.
Verður lógin samtykt sum
við aðru viðgerð kunnu
persónar, sum eru fyltir 18
ár, keypa rúsdrekka eins
og tað kann verða skonkt
fyri teimum á útskeinking-
arstødunum.
At lýsa vid rúsdrekka
verður framvegis ikki
loyvt. Tað er heldur íkki
lovt at reklamera við
útskeinkingarstóðum ella
stóðum, har rúsdrekka er
at fáa til keyps.
Rúsdrekkalógin kemur
til triðju og endaligu við-
gerð í tinginum týsdagin.
Verður hon tá samtykt
kann roknast við, at partar
av henni fara at virka heilt
skjótt. Millum annað at
hotell og maistovur fara at
skeinkja longu i summar.
Hinvegin samtykti ting-
ið, at einkarsølurnar skulu
ikki fara at virka fyrr enn
øll viðurskifti teimum
viðvíkjandi eru í lagi. Tað
kunnu tey neyvan væntast
at vera fyrr enn um eitt ár
ella so.
|
AUTOCAD
HRÁ >
Ipað Tyri
Cad
m
9. — 20. mars
27 24 anril
23. —24. apríl,
Ji 40 í
ghúsveg
verður hildið í hølum
Tórshavr
iUFUDKCIOU ÞAU
nyta grun Idstýriboð Ølni ti
Skeiðið er ætla teimum,
nýta AutoCad ella júst eru byrjaði
Skeiðið er skipað soleiðis:
i 2-D teknina.
sum fara at
skulans å
Kostnaður kr. 2.500.-
Luttøka skal fráboðast til skrivstovu
skúlans í se
inasta lagi 13. mars 1992.
Tekniski Skúlin í Tórshavn
Tórsgeta 21
Tif. 11957 - Fax 16621
- P.O.Box 239