leygardagur 22. februar 1992síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Foroya Handverksmeistarafelag:
vegin
Havnarfólk vilja helur sleppa undan kloakkvatni enn havaldu,
skrivar Foroya Handverksmeistarafelag í opnum brævi til
Føroya landsstýri og allar kommunurnar i Føroyum.
Tað álvarsliga arbeiðs-
loysið, ið tók seg upp fyri
tveimum árum síðan, og
sum tíverri ivaleyst fer at
standa við í eina drúgva
tíð afturat, man vera
stersta vandamál, ið før-
oyska samfelagið hevur at
dragast við.
Tann gamla loysnin —
at flyta av landinum eina
tíð — er ikki nýtilig long-
ur. Ein arbeiðsloysis-
trygging loysir heldur
einki vandamál.
Hinvegin er tað av
stersta týdningi, at teir
stýrandi og ráðandi —
landsins yvirvald — hava
hetta vandamálið í hugan-
um hvenn tann einasta
dag, og gera alt, sum ger-
ast kann fyri at fáa hjólini
at mala aftur, so fólk
sleppur aftur til arbeiðis.
Tað er tí so ómetaliga
týdningarmikið, at
skattakrónurnar = verða
nýttar skilagott og ikki
verða tveittar í illa gjøgn-
umhugsaðar ætlanir, ja,
enntá bókstavliga tveittar
í havið.
Ein av dygdunum hjá tí
gamla feroyinginum var,
at hann vendi hverjari
krónu, áðrenn hann læt
hana av hondum. Tað eru
slíkar dygdir, sum vit
sakna í føroyskum poli-
tikki í dag.
Demini eru nógv um,
hvussu illa skattakrónur-
nar kunnu fara til ymisk
endamál, har tann rætta
loysnin ístaðin hevði givið
fólki akkara arbeiði.
Landsverk-
frødingurin
Føroya Handverksmeist-
arafelag hevur i hesum
sambandi ådur nevnt fleiri
dømi um landsverkfrød-
ingin, og tey skulu ti ikki
endurtakast her.
Suduroyar Sjukra-
hus til danskar
fyritøkur
Suðuroyar Sjúkrahús er
eitt annað átaluvert mál.
Tá ið tað varð gjørt av
at útbyggja sjúkrahúsið,
var tað ein donsk arki-
tektafyritøka, sum fekk
projekteringsarbeiðið.
Feroya Handverks-
meistarafelag vísti fyri
einum hálvum ári síðani á,
hvussu óbúgvið uppgávan
er loyst.
Men tá ið útbyggingin
er liðug, skal sjúkrahúsið
harafturat byggjast um,
og her hendir tað ófatiliga,
at javnaðarlandsstýrið
letur hesa somu donsku
fyritekuna fáa hetta pro-
jekteringsarbeiði eisini.
Hetta fær hon millióna
upphædd fyri, samstundis
sum feroyskir arkitektar
og verkfreðingar sóknast
eftir arbeiði í Sosialinum,
sum javnaðarmenninir í
landsstýrinum vónandi
lesa.
Frágreiðingin úr lands-
stýrinum er, at tað er laga-
ligast, at tað er sama fyri-
teka, sum umsitur alt ar-
beiði.
Hetta er bert undan-
forsla. Landsstýrið hevur
als ongar skyldur mót-
vegis donsku fyritøkuni.
Og serliga nú vit hava ar-
beiðsloysi í huga, átti
landsstýrið at kent sína á-
byrgd móti tí feroyska
vinnulívinum, heldur enn
at latið milliónaarbeiði
farið av landinum. Tað, at
vit eru so illa royndir 'av
donsku fyritøkuni framm-
anundan, skuldi bara
gjørt avgerðina lættari
hjá landsstýrinum. Tí
álvaratos, hver letur fleiri
uppgávur upp í hendurnar
á eini fyritøku, sum ein er
sera illa royndur av
frammanundan.
Lat tað so eisini verða
sagt, at tá ið Suðuroyar
Sjúkrahús varð boðið út,
vóru treytirnar, at bert
feroyskir arbeiðstakarar
kundu bjóða. Men ein
donsk fyritøka bað um út-
bjóðingartilfar, bjóðaði
igjøgnum føroyskan hólga
og fekk sín part av arbeið-
inum.
Landsverkfrødingurin.
Suðuroyar Sjúkrahús.
Fleiri demi skuldu verið ó-
neyðug fyri at prógva, at
teir játtandi myndugleik-
arnir framvegis íikki
vanda sær nóg væl um
tær fáu krónurnar, ið
verða nýttar til projekter-
ing og bygging.
Havnarfólk vilja
heldur sleppa undan
kloakkvatni enn
havaldu
Borgmeistarin í Havn
hevur júst latið upp til-
boðini upp á at leingja
ytra brimgarðin eystan-
fyri. Arbeiðið kemur at
kosta einar hálvthundrað
milliónir.
Nr. 37 — 22. februar 1992
Brimgarðin kann Havn-
in saktans vera fyri uttan
nekur ár afturat, serliga
tá havt verður í huga, at
byggingin gevur arbeiði
til alt ov fáar hendur.
Nú hendir tað seg so
javnan, at kjallararnir í
Havn fyllast við vatni —
kloakkvatni — hverja ferð
áarferi er. Hetta er ikki so
legið, tí kloakkirnar eru
gamlar og gjerdar til ein
ávísan býarpart fyri fýrati
árum síðani. Tá ið so allar
kloakkirnar frá nýbygg-
ing ell hesi árini omanfyri
tann gamla býarpartin
bara verða bundnar í tær
gomlu kloakkirnar, má
enda galið.
Milliónirnar, ið ætlaðar
eru til at byggja brimgarð
fyri, fóru nógv hentari til
eina nýggja kloakkskipan.
Hetta er í fyrra lagi ein
harðliga tiltrongd iløga,
og í øðrum lagi skapar hon
nógv meiri arbeiði, enn
brimgarðurin ger. tí hann
mettar bert maskinur,
ikki fólk.
Steðgið skeivum
íløgum
Tað sindrið av peningi,
sum land og kommunur
hava til taks til iløgur,
mugu geva so nógvar ar-
beiðstímar til arbeiðsfólk,
handverkarar og teknikar-
ar sum gjerligt.
Feroya Handverks-
meistarafelag heitir tí á
landsstýrið = og allar
kommunur í Føroyum, um
at hava sjónarmið okkara
í huga og tískil um at
steðga teimum skeivu
ílegunum beinanvegin.
20. februar 1992
Feroya Handverks-
meistarafelag
Vilhelm M. Johannesen,
form.
TØKK
Hjartans tøkk til øll tykkum mongu, sum
tóku lut í stóru sorg okkara, tá góða, kæra
kona og mamma, svigarmamma og omma
okkara
SANNA H. JENSEN
bleiv tikin frá okkum. Tekk til Jónsvein
Bech, prest, fyri troystarrík orð í heimi-
num, kapellinum og í kirkjuni. Til sangar-
ar, berarar og tann seinasta heiður, ið
vístur var henni við teimum mongu
heilsanum, kransum og blómum og tann
stóra skara, ið fylgdi henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Dánjal Jacob,
Ruth, Elisabeth og Sonja
H