týsdagur 25. februar 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 38 — 25. februar 1992
Ólavur Guttesen, Sørvågur, um stóðuna og framtíðina hjá útróðrinum
>Tað sær svart út...<
Tað var tann tíð, tá útróðrarmenn kundu leggja alt samfelagið lamið. Nú er stóðan ein heilt
onnur, og tað er ivasamt um nakar deksbátur fer at verða bygdur í framtíðini til hesa vinnu
18 tonsarin Raðnes í Ser-
vági er ein av tveimum
deksbátum í bygdini. Har-
umframt rógva eisini eini
4-5 plastbátar út regluliga
Tað er tann 47 ára gamli
Ólavur Guttesen, ið eigur
bátin, sum er bygdur í
Havn í 1925. Ólavur
keypti bátin í 1978; tá
hevði hann verið eini tvey
ár í bygdini.
Ein fastur
Sjálvur er Ólavur land-
formaður; tveir mans eru
umborð. Annar maðurin er
fast við, meðan tað er eitt
sindur skiftandi við øðrum
manni umborð. Raðnes rør
mestsum bara við línu
Vit hava sjey snellur
umborð, men tað fæst
einki við snelluni, sigur
Olavur.
Ólavur Guttesen letur
illa at
sera illa fyri! Ovfisking er
høvudsorsøkin, men tað er
okkurt í sjónum,
heldur Olavur
útróðrarvinnan er
CISINI
Ein dag í februar!
50 pund uppá stampin er
einki óvanligt, og i ár
hevur tað eisini verið reint
forgjørt, tí eingir dagar
hava verið heldur, greiðir
Ólavur frá
Raðnes hevur verið ein
dag úu í februar mánaði!
Stóð báturin í nógvum
peningi, so hevdi tað verið
vónleyst at fingið endarnar
at røkka saman, sigur Ol-
avur.
Raðnes hevur egnan
skúr, ið varð bygdur síðst í
70'unum. Einir 5-8 dreing-
ir egna fyri Radnes; hend-
an dagin vit eru í skúrinum
eru fýra ungir egnarar har
Tað hevur ongantíð
staðið á hjá okkum at fáa
egnarar, sigur Olavur.
Ein í bonus
Egnararnir fáa 65-70
ur fyri Tá teir
hava egnt tann fimta, fáa
stampin
teir ein í bonus og verða
avroknaðir fyri seks
stampar.
Raðnes brúkar bara
makrel til agn; høggu-
slokkurin er ov dýrur og
verður als ikki egndur
Um summarið verður
Raðnes ikki nógv drivin; tá
fæst fasti maðurin umborð
við at smíða.
Og sum gamal drongur
havi eg ikki fyri neyðini
heldur at dríva tað so hart,
sigur Olavur, ið leggur
aftrat, at um summarið
hevði helst eisini verið
trupult at fáa egnarar.
Stórt fall
Tá kemur spæl uppí. So
er tað venjing og so er tað
dystur og so er tað ferðing,
so egnararnir høvdu helst
verið so ódrúgvir, at tað er
ivasamt um tað hevði
borið til...
Olavur Guttesen hevur
ringar vónir um framtíðina
hjá útróðrarvinnuni. Tað
var tann tíð, tá útróðrar-
menn kundu leggja alt
landið lamið við at fara í
verkfall, men nú er ødrvisi.
Tað sær svart út, og eg
vænti tað verður seinur
dagur, áðrenn nakar deks-
bátur verður bygdur til út-
róður... um tað yvirhøvur
fer at koma fyri, sigur Ól-
Raðnes hevur egnan
skúr, ið hevur pláss fyri
átta egnarum samstund-
is. — Tað hevur ongantíð
staðið á hjá okkum at
fáa egnarar, sigur Ólav-
ur Guttesen, ið eigur
Raðnes
avur, 13 ikki ivast í, at út-
óðrarvinnan hevði drigið
í
í
ix
þ
Í
K til Sín, um so var at
10n gav nakað
Tungur róður
Meðan tað hevur verið
trupult at fáa ungt fólk í
útróðrarvinnuna síðstu
árini, tí annað arbeiði hev-
ur verið roknað sum betri
og hevur givið meira, so
eru fleiri ungir menn nú
farnir at rógva út av neyð!
- Fleiri ungir menn
rógva út, serliga um
summarið, tí einki annað
er, sigur Olavur.
Men teir hava tað íkki
lætt
Olavur vísir á, at Dimm-
an er full av plastbåtum, ið
eru ul sølu, fleiri teirra å
tvingsli.
- 700.000 at forrenta og
eingin fiskur... tað er
næstan ómgguligi, sígur
Ólavur.