Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 38 — 25. februar 1992 000 Trygvi Samuelsen fekk gæsnar aftur, men Tiggju vóru Ikki at finna Hóast gæsnar hjá Trygva Samuelsen í Havn vóru 18 í tali, tá tær vórðu tiknar upp, vóru bert átta eftir, tá hann fekk tær aftur í síðstu viku "Jéladøgurdin ið hvarv' var sýgan um tær 18 gæsn- ar hjá Trygva Samuelsen í Havn, sum sluppu sær til rýmingar ein mánað undan jólum. Gæsnar rýmdu 19. november, og vórðu tær tiknar upp av aktingar- manninum hjá Tórshavnar Býráð og síðani settar í varðhald úti í Vika, har løgreglan varðveitir hund- ar og seyðir, ið verða tiknir upp á alfaravegi. Fyri at fáa gæsnar aftur, skuldi Trygvi av við 3.000 krónur, men tað helt hann vera ov nógv. Tískil vórðu gæsnar verandi úti í Vika, og á jólum fekk Trygvi ikki gásarsteik, men ræst kjøt í staðin. Skuldi gjalda 30.000 Síðani gjørdist rokningin fyri gæsnar alsamt størri, og kom hon upp i 30.000 krónur, skuldi hann hava tær aftur. Umframt at tað kostar 125 krónur, tá gæs verða tiknar upp, var dagligi kostnaðurin 35 fyri hvgrja av teimum fyri "kost og logi". Tá gæsnar høvdu verið í varðveitslu í seks vikur, var rokningin komin upp á 30.000 krónur, ið var meira enn Trygvi hevði hug ella ráð at gjalda. »Eg læt so sakførara málið, og royndu vit so at kæra allastaðni, har kærast kundi,< sigur Trygvi. >Tað var næstan bert í Tinganesi, at vit íkki royndu at fáa vent málinum.< Og at Trygvi setti seg í samband við sakførara, 2 SOSÍalurin Síða 7 loysti seg eisini. Í hvussu er hevur hann nú fingið gæsnar aftur, men ikki utt- an víðari. Ikki fyrrenn far- ið var til hegnsýnið við málinum, spurdist nakað burturúr. Aðrenn vóru bæði løg- regla, fúti, býráð og aðrir møguleikar royndir. Skeiv framferð >Tað visti seg nevniliga, at framferðarhátturin var skeivur, tå gæsnar vórðu tiknar upp,< sigur Trygvi. Reglurnar siga, at um eingin vísur eigari er funn- in innan tríggjar dagar, skulu gæsnar verða lýstar upp. Og tað varð ikki gjørt.« Arbeitt hevur verid aftur og fram vid målinum, og endin var so, at Trygvi i farnu viku varð biðin um at koma eftir gæsnum úti í Vika. Og ikki bert tað — hann skal heldur íkki gjalda so mikið sum eitt oyra fyri tað vistarhald, gæsnar hava fingið. >Ég havi roknað út, at um eg skuldi havt goldið fyri gæsnar — 35 krónur um dagin — hevði upp- hæddin verið farin um tey 60.000 krónurnar,< sigur hann. Tíggju vantaðu í Men ivasamt er, um hetta mál hevur fingið sín enda, tí tá Trygvi skuldi avheinta tær 18 gæsnar, vóru bert átta eftir. Hinar tíggju vóru burturi, men enn hevur eingin vitað at sagt, hvat er blivið av teimum. >Ég veit heldur ikki sjálvur, hvussu eg fari víð- ari við málinum nú,< sigur Trygvi Samuelsen. >Men í øllum fórum kann ein siga, at talan er um heilt filt av mistum pengum, tí fyri eina gás verður í dag latið millum 500 og 700 krónur, so fyri hasar tiggju gæsnar er talan um virði millum 5.000 og 7.000 krónur, eg havi mist. Hvat hendir við tí, má eg tosa vid sakføraran um.< Trygvi hevur burtursæð frá missinum alt gott at bera ansingini, tí hinar átta gæsnar eru bæði feitar og vælpassaðar. Hann ætlar at lata burturav teimum, men ætlar sær sjálvur at hava eini tvey por eftir. hj. Ein sera vælnøgdur Trygvi Samuelsen, hóast tíggju av teimum 18 gæsnum ikki vóru at finna, tå hann skuldi avheinta tær. Mynd: Kalmar Tórfinn Smith, blaðmaður, skrivar: Hví ræna ein banka, tá tað loysir seg betri at seta ein á stovn? Soleiðis tók danski rithøvundurin og samfelags- revsarin, Mikael Witte, einaferð til, og rætt hevur hann. Hálvtannað ár handan rimar, fyri at ræna eina lítla arbeiðsmanna årsløn, sum síðani skal latast aftur, væl og virðiliga... Tá er skilabetri at lata ein banka upp. Tað loysir seg betri. Vinningin (rentumarginalin) setir bankin júst sum honum lystir, og hann ger guð hjálpi mær eisini sjálvur av, um hann rindar skatt ella ikki. Næst størsti banki okkara,- "okkara" banki - hevur júst havt aðalfund, og har gjørdi hann greitt, at hann hevði als ongar ætlanir at lata eitt oyra í skatti. Men hví skal ein gjalda skatt, tá ein kann sleppa undan? Hetta er bert ikki galdandi fyri øll. Forbankað frekt, men satt kortini. Sum kunnugt er føroyskt vinnuliv so gott sum skattafrítt. FÓlk - tú og eg - rinda um 1800 milliónir í skatti til land og kommunu. Samlaða vinulívið slakar 100 milliónir, íroknað bankamar, sum vanliga hava latið bróðurpartin av teimum 100 milliónunum. Men, sum sagt, nú tíma teir heldur ikki meira. Men hetta nervar ikki hin altíð yviroptimistiska figgjarmålaråOharran. Hann hevur sagt, at hann vil heldur vera tær 26 milliónirnar fyriuttan, sum bert ein av bankunum annars skuldi goidid í skatti, heldur enn ein minni væl konsolideraðan banka Fíggjarmálaráðharrin sigur seg vilja hava sterkar okkara" bankar. Tað hevur hann so sanniliga eisini fingið,- bæði so og so. Og teir verða sterkari enn. Um tað ikki so verður tað ikki leingi, til bankarnir fara at stýra bæði fíggjarmálaráðharranum og øllum okkum øðrum, men tað er kanska júst tað. landsstýrismaðurin vil. At bankarnir sleppa undan at rinda skatt, mugu vit bert finna okkum í. Høvdu so bankarnir sloppið longu er hent, okkum ødrum undan at hoyrt teirra árliga orakulsvar upp á allar samfelagsspurningar, hvussu vit onnur skulu skikka okkum. Líkt er til, at vit í dag fáa eina nýggja rúsdrekkalóg Tad tók sína tíð í víðkaðu Rættanevndini. men tað ger minni. Nevndin hevur arbeitt seriøst við hesum álvarsmáli, og tað skal hon fáa eitt herðaklapp fyri Um nýggja lógin er hin perfekta, kann altíð kjakast um, men ivaleyst er hon ein n t lUnandi bati Landsstýriskvinnan, Marita Petersen. he við nýggju lógini ber til at fremja vur sagt, at em miðvísin rúsdrekkapolitikk, sum hevur til endamáls at minka um rúsdrekkanýtsluna. Vónandi fer tað at eydnast »i Klokkan ellivu fyrrapartin seinasta leygardag gjørdust vit tvær havnakonur ríkari. Hesar standa so triðarligar og hålsfevnast uttan fyri Keypssamtøkuna i Dr. Jakobsensgøtu og eygleida tey, sum har fara til handils. Við mínum sera avmarkada kunnleika til tílíka list haldi eg, at listarmadurin hevur verid heppin. Sam- felagsliga må listarverk hansara eisini Sigast vera eitt plettskot, sum avmyndar vanligu havnakonuna. klædda at skinninum. Men nú má vera nógmikið við tílíkum býarprýði. Tað ber ikki til at geva fólki broncu fyri breyð. Er tað sera umráðandi at vit fáa fleiri standmyndir, so er eitt ótal av tilikum eystantyri, sum teir beinleiðis eru komnir í neyð Flestu eru nidurtiknar, og fáast ivaleyst fyri at I av stað við teimum. Listarliga standi tær ne; aftanfyri tær, vit eru von við. - |