Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

F Nr. 38 — 25. februar 1992 Møguleikin skal standa opin fyri undirsjova tunnlinum Varsemi eigur at vera vist i samband vid størri iløgur, men tað er ikki beint at taka eitt Samferðsluneyndin HB eldur, at varsemi eigur at verða vist í samband við stórri útbyggingar, men heldur tað vera skeivt at lóggeva serskilt fyri at steðga undirsjóvartunlinum. Mynd: Kalmar einstakt mál burtur úr heildini og lóggeva fyri at útseta tað, heldur Samferdslunevndin, sum hevur viðgjórt uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø um at útseta undirsjóvartunnilin í nókur ár Í november mánað í fjør skeyt Helena Dam á Neystabø upp, at undir- sjóvartunnilin varð útsettur í minsta lagi í fýra ár. Hon vísti á, at tað var lítið skilagott at fara undir eitt tílíkt tiltak sum figgjar- viðurskifti landsins vóru. Haraftrat vísti uppskots- stillarin á, at ikki bert ætlanin um undirsjóvar- tunnilin átti at verið steðgað, men eisini aðrar ætlaðar iløgur hjá lands- stýrinum. Uppskotið hevur verið til viðgerðar í Samferðslu- nevndini. Í sínum áliti Sig- ur nevndin, at hon er samd við uppskotsstillaran um, at varsemi eigur at verða víst í samband við størri fløgur, nú figgjarstødan og útlitini framyvir eru so vánalig. Hinvegin heldur nevnd- in, at neyðugt er við nakað av fløguvirksemi, bæði hvat viðvíkur neyðuga útbygging av samfelagnum og til at skapa eitt ávíst virksemi, og tí heldur nevndin tað ikki vera beint, at taka eitt seinstakt mál butrur úr heildini og lóggeva fyri at útseta tað. Samferdalunevndin vísir á løgtingslågina um lån- tøku landskassans og um- legging av landskassalån- um, eins og vidmerking- Síða 9 arnar frå figgjarnevndini til hetta sama. Har verður staðfest, at so hvort ætlan- in er at fara undir nýggjar iløgur, skal heimild til fígging beinleiðis fram- ganga av fíggjarlógini, eykafíggjarlóg ella við eykajáttan. Nevndin heitir tí á lands- stýrið um at leggja fyri tingid yvirlit yvir rað- festing av ætlaðum iløgum á samferðslugkinum. tór.- Innbrot á Tvoroyri Burtursæð frá einum innbroti leygarkveld- ið hevur politiið í Suð- uroynni havt eitt sera friðarligt vikuskifti. Onkur breyt: inn í eini sethús á Tver- oyri. Eingin var inni tá, so innbrotsmaður- in hevði góðar um- steður at útinna verk sítt. Politiið heldur seg vita um okkurt smávegis, sum er stolið. Tíkin fyri innbrot Seinasta vikuskifti varð brotið inn í Klaksvíkar Timbur- handil, og nú tykist sum innorotið er upp- klárað. Um vikuskift- ið tók politiið í Klaks- vík ein mann, sum hevur viðgingið seg sekan. Stolnar vóru umleið 1700 krónur. Maðurin hevur sagt seg vera einsamallan um innbrotið. ár. ' Einki lusk við MKI -Okkara uppgáva er at arbeiða fyri, at viðskiftafólk okkara ikki missa pengar í sínum handilsviðurskiftum við persónar og krónur um árið, sigur umboðsmaðurin fyri MKI MKI stendur fyri Mis- kredit-infomatión, og er nýstovnað føroyskt felag. Fyritøkur kunnu gerast limir í MKI, og harvið tryggja sær, at tey í hand- ilssambandi sínum bert hava við fólk og fyritøkur at gera, sum ikki eru komin í ilt orð peningaliga. Í Sosialinum hósdagin gjørdi ein handilsmaður vart við, at hann hevði havt ein umboðsmann fyri MKI í telefonini, sum hevði boðið honum eitt yvirlit yvir vánaligar betal- arar. Eitt tílíkt yvirlit kundi MKI útvega fyritøkum við jøvnum millumbili, sam- bært handilsmannin vit tosadu við, og tað helt handilsmaðurin vera sera óhappi. Stjórin í MKI ger vart við, at her má onkur misskiljing vera hend. MKI sendir eitt kunning- arskriv út til føroyskar fyritøkur. Í hesum skrivi verður sagt frá hvussu MKI arbeiðir og hvat tað kostar at vera limur. -I hesum døgum eru alt ov nógvar fyritøkur, sum hava pening útistandandi, og tað er her MKI vera til hjálpar, fyri 3.800 krónur í årligum limagjaldi. Limir okkara kunnu brúka okk- ara skjalagoymslu, har frá- greiðingar eru um cinstak- ar persónar og fyritøkur, ið ikki hava kredittvirdi, sigur umboðsmaðurin fyri MKI. Hann heldur, at tað man vera betri, at ein føroysk fyritøka kann veita fyritøkum tílíka tænastu heldur enn at ein útlendsk kemur higar í hesum grindum. Fleiri ávaringar Umboðsmaðurin hjá MKI sigur, at hann hevur fingið loyvi til hetta virksemi frá Skrásetingar- eftirlitinum. Skipanin vir- kar á tann hátt, at vil ein limur í MKI vita um ein er skrásettur sum vánaligur betalari, má hann fyrst fáa váttan frá viðkomandi fyri at venda sær til MKI. Ein sokallaður svartalisti verð- i ur tí ongantíð latin nøkrum. Tað kemur heldur eingin fyritøka á listan uttan hon fyrst hevur fingið wíggjar ávaringar. Í somu løtu ein hevur greitt síni fíggjarligu trupulleikar er hann burtur av listanum aftur. Umboðsmaðurin hjá MKI heldur, at hóttanin um at koma á listan yvir vánaligar betalarar ger í flestum fórum tað, at rokningin verður goldin, og sleppast kann undan at hon endar hjá sakførara. MKI arbeiðir í trúnaði, og vísir tað seg, at nakar hevur lyndi til at misnýta upplýsingar frá MKI, Jyritøkur. Hesa tænastu kunnu vit bjóða fyritókum fyri 3.800 verður hann beinanvegin stríkaður sum limur. MKI umboðsmaðurin letur væl at undirtøkuni fyritøkan higartil hevur fingid. tór.- Sosialurin — altíð á blettinum !