týsdagur 25. februar 1992síða 20
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Richard Jacobsen
Týsdagin 18. februar andaðist Richard Ja-
cobsen, Klaksvík. Hann var føddur 8. august
1908 og var 83 ár, nú hann flutti. Við Richard
Jacobsen siga vit einum av undangongu-
monnunum i føroyskari siglingarsegu síðsta
farvæl, einum teirra, ið sigldi vandasjógvin,
eisini øll krigsårini og samstundis einum
teirra, sum var undangongumaður í einum
skeiði í okkara sjóvinnu, sum merkt var av
stórbroytingum.
Richard hevði alla sína tíð hugin til sjógv-
in, sum hann sjálvur sigur frá, men ikki fyrr-
enn hann hevði fingið realskúlaprógvið í
Havn í 1926, slapp hann til sjós, men síðan
var hann alla ævi sína á sjónum sum fiski-
maður og síðani skipari við mongum fari —
og var hann á sjónum so leingi, hann var
mentur.
Hann var virdur og hegt í metum millum
sítt fólk vinsælur maður burturav.
Tey sera álvarstungu árini í 50-unum var
brúk fyri álitisfólki.
Í 1954 var Richard Jacobsen valdur ting-
maður fyri Norðuroyggjar umboðandi Javn-
aðarflokkin — og sat hann á Feroya Legtingi
til valið í november 1958.
Hann var valdur í sóknarstýrið fyri Klaks-
víkar kommunu 1955—1959 og sóknar-
stýrisformaður var hann í 1955, tá Klaks-
víksstríðið var upp á tað harðasta.
At norðoyingar valdu sær Richard sum
talsmann sín, bar prógv um tað álit, teir
høvdu á hesum roynda skipara, sum tíðum
hevði sýnt dugnaskap og evni til at verja tey
virði, hann metti hegt — og sum óræddur
steig fram, hvert tað var Orðið, hann boðaði,
ella sjónarmið síni annars, hann vardi.
Í bók síni »Min lívssega til sjås«, sum kom
út upp undir jól í 1984, sigur Richard meist-
arliga og í lettum málburði frá hesum parti
av ævi síni. Tað er ogn í hesum lestri, tí teir
eru fáir, ið sjálvir hava skrivað um lívið um-
borð.
Sum legtingsmaður var Richard Jacobsen
hegt í metum — og tók hann orðið, varð lurt-
að eftir honum, tí tað var fynd í tí, hann bar
fram.
Vit minnast henda merkismann við takk-
semi — og drýpa hevur í virðing — og lýsa
H-. ans frið yvir minnið um Richard Jacob-
se segði Jákup Lindenskov í útvarpinum
se masta friggjakvøld í minningarorðum sín-
um um merkismannin Richard Jacobsen.
Nr. 38 — 25. februar 1992.
Svenskar vatnlitsmyndir
í Norðurlandahúsinum
Svenski myndlistamaður-
in Lars Lerin, er vorðin
sera kendur í storum pert-.
um av Norðurlondum og í
restini av heiminum.
Hann hevur givid ut eitt
tiggjutal av bókum við
vatnlitsmyndum og ferða-
fråsøgnum frá Hellas,
Norður-Noregi, Suðurís-
havinum, einstøkum
svenskum gerðum langt
inni í skógunum, fjeru-
steinunum í Sveríki og
eðrum steðum. Lars Lerin
kemur úr Vermlandi i
Sveríki, og kemur nú við
eini sera væl umtóktari
framsýning, ið hevur verið
i Nordnorsk Kunstnar-
center í Svolvær í Norður-
Noregi. Væntandi verða
fleiri av motivunum úr
Norður-Noregi hesa ferð
og harafturat verður helst
okkurt óvæntað.
Tað er sera nógv
náttúra í myndunum hjá
Lars Lerin, og í sambandi
við framsýningina í Norð-
urlandahúsinum frá 28.
februar til 22. mars, er
hann eisini biðin um at
Ókeypis filmssýning í Norðurlandahúsinum
Pippi Smokkuleggur
Norðurlandahúsið fer nú
undir at vísa barnafilmar
hvenn 14. dag. Sýningar-
nar verða antin mikudag
ella leygardag, og tann
fyrsti filmurin verður ein
av teimum bestu filmun-
um við Pippi Smokku-
leggi.
Filmurin snýr seg um,
at Tommy og Annika eru
troytt av ellum sussinum
av mammu síni, so tey
gera av at rýma heiman í-
frá. Men tað er einki stutt-
ligt at rýma uttan Pippi,
so Pippi má rýma saman
SOSIALURIN
— einasta blad 5 ferðir um vikuna
við teimum. Pippi, hon
veit hvussu tú kanst upp-
liva spennandi ævintýr.
Hon kann súkkla uttan
hjól, og hon kann koyra
bil við fótunum. Heldur
ikki er hon bangin fyri
nøkrum. Hverki fyri at
„flóta á eini tunnu beint við
ein foss, ella at meta ein-
um illum tarvi. Og tå
Pippi er upp á tað besta,
gongur hon å linu millum
tvey hus. Beint uppi yvir
gøtuni, medan helvtin av
øllum fólkunum í bynum
hyggja at vid hjartanum i
hålsinum!
Norðurlandahúsið hev-
ur keypt eitt nýtt tól, ið
kann vísa sjónband upp á
eitt stórt tjald, og eftir
sum tað er fyrstu ferð, ein
barnafilmur verður vístur
á tí nýggja sokallaða
„stórskíggjanum=<, bjóðar
Norðurlandahúsið øllum
bernum at síggja Pippi ó-
keypis!
Tann fyrsta sýningin
verður mikudagin 26.
januar kl. 16.00.
halda eitt skeið fyri
foroysk listafólk í vatn-
litsmáling.
Framsýningin letur upp
28. februar kl. 17.00 og
hevi verður at fáa hendur
á bæði góðum listabókum
og góðari svenskari list.
eru rett -
gerst
ferðin lott
eft
FERÐSLUTRYGD