mikudagur 26. februar 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Sørvingar:
Takka MB fyri
venjaraloysi
Soljóðandi tíðindaskriv er
komið sendandi frá S.Í:
S.Í kann í ár byrja at
venja og leika á graslíkis-
velli. Vit fingu jú álagt
graslíki í fjør, men fingu
bert meguleika at leika
tann síðsta dystin á vell-
inum.
Í ár hevur S.Í. innmeld-
að 13 lið til kappingina, og
nú umsteðurnar eru
broyttar til tað betra, so
rokna vit við at fáa mann-
að øll liðini. Her hugsa vit
mest um 2., 4. og 5. deild,
restin er ongin trupulleiki
við.
S.Í. sekti eftir venjara
til kappingarárið 1992, 3
umsóknir komu inn, og á
leikarafundi bleiv Jens
Erik Rasmussen valdur.
Men hetta var ikki sum at
siga tað, tá ið Jens Erik
skuldi biðja um leysgev-
Elspa tlf. 22077
Hasla tlf. 56414
ing, tá vildi M.B. ikki sum
so av við hann. Nei, har
var bæði eitt og annað, ein
sáttmáli var undirskrivað-
ur millum M.B. og Jens
Erik, um tá ið hann var
yviri í Íslandi, tá legði
M.B. nakað av peningi út
fyri Jens Erik og tað vildu
teir sjálvandi hava, um so
var at hann bleiv venjari
hjá SÍ. at SÍ. skuldi
gjalda til M.B., tað var
vegna S.Í. í lagi. Men eina-
ferð var Jens Erik á Mal-
lorca, og har hevur hann
skrivað sáttmála við M.B.
um, at um hann bleiv
yrkisleikari, so skuldi
hann gjalda eitt ávíst pct.
tal av lønini til M.B.,
hetta vildi M.B. at S.I. eis-
ini skuldi gjalda, hóast
S.Í. skuldi seta Jens Erik
sum venjara, og ikki sum
yrkisleikara. Úrslitið er nú
tað at Jens Erik hevur tik-
ið umsóknina aftur vegna
hart trýst frá M.B. bæði
so og so. Tað er hugstoytt
at vita sær, at feløg leggja
so hart trýst á limir sínar,
sum ynskja at skifta til
annað felag, at teir síggja
sær ongan annan megu-
leika enn at verða verandi
Servingar siga seg kunna
takka miðvingum fyri, at
SÍ í ár ikki hevur nakran
venjara
ella at halda heilt uppat at
íðka ítrótt.
Sakin er nú tann, at S.I.
hevur ongan venjara,
takka veri eitt av granna-
felegunum. So tað sum
man hevði fyrr her vest-
uri, sær út til at man vil
hava aftur, klandur og
stríð. Annars var saman-
haldið gott her vesturi, tá
ið vit hugsa um unglinga-
liðið, sum øll trý feløgini
høvdu saman. Og S.f hev-
ur ongantíð sett fetur í
spenni, tá ið talan var um
at fáa leikara, og M.B.
hevur fingið mangan góð-
an leikara frá okkum utt-
an nakran trupulleika, so
tað er stórt spell, at man
nú má taka orðatakið til
hugs: »løn skålkinum væl
og hann lenir tær aftur við
gráum kålvskinni«.
Hetta var segan um S.Í.
venjaran 1992, í øllum fer-
um hevur ongantíð verið
slíkur framgangsháttur, tí
ítróttur er jú at halda sam- |
an í sátt og semju og ikki
fora klandur og stríð, men
visa hverjum eðrum
vinarlag.
Men S.f. skal nokk
klára seg, tí trýst skapar
altíð móttrýst.
ÍSB:
Nr. 39 — 26. februar 1992
Soleiðis
gekk
i M ! 0
Svimjarar: Tóra við Keldu,
Klaksvík, Esther Høj,
Klaksvík
Venjari: Katrin Michelsen
Borðtennis: Heini Festur-
stein, Eiði
Ferðaleiðari: Jógvan Páll
T. Joensen, Klaksvík
8. februar:
Dagurin byrjaði ikki sum
vit hevdu væntað, Tóra
var vorðin sjúk í ryggin-
um, men megnaði tó at
blíðva nr. 3 av samlaðu 33
gentunum, og var hetta
yvir okkara forvæntning.
Men so kom nýggja
stjørnan, Esther Høj, sum
luttóku fyri aðru ferð og
helt okkum ellum uppi
leygardagin og bleiv nr. 2
og nr. 3 í bringu og for-
betraði tíðina við 5 sek. og
fekk sostatt silvur og
bronsu. Somuleiðis bleiv
hon nr. 4 í rygg og for-
> »tradi tíðina við 2 sek. av
ts. 10 luttakarum.
Heini Festurstein leikti
væl, men situr hann i rulli-
stóli og kom at spæla
tríggjar teir fyrstu dystir-
nar móti standandi svium:
Heini Festurstein—Frede-
rik Wåtterklint 21—17,
23—21
Heini Festurstein—Erik
Lunell 16—21, 12—21
Heini Festurstein—Vidar
Sten 10—21, 11—21
Sitandi, men kom hann i
leikbólk saman við Norður-
landameistara, so her var
ikki so nógv at gera:
Lars E. Apstrom— Heini
Festurstein 21—9, 21—7
Peter Kohlstrøm— Heini
Festurstein 21—6, 21—9
Jens Kristiansen— Heini
Festurstein 21—15, 21—9
Sum sæst vann Heini ein
dyst og slapp sostatt ikki
vidari.
9. februar:
Sunnudagur, Téra hevur
fingiå bøtt nakad uppå
skadan og skal hon byrja
at svimja innleidandi 50 m
fri og 100 m fri, medan
Esther skal svimja 25 m fri
og vóru vit øll sera spent.
Tóra kom inn sum nr. I í
innleidandi við tidini 0.31.0
og kom sostatt i finaluna,
sum skuldi svimjast
seinnapartin. Síðani svam
Esther 25 m frí og bleiv
hon nr. 2, við tíðini 0.26.4.
Hon forbetraði tíðina við 4
sek.
So var tað aftur Tóra,
sum skuldi svimja, hesa-
ferð var tað 100 m frí, vit
høvdu sjálvandi fingið
góðar vónir av tí, at tað
gekk so væl í 50 m inn-
leiðandi og blivu vit ikki
vónsvikin. Hon vann við
tíðini 1.07.0, tann næsta
eftir henni var ein svensk
sera góð (hálvblind), hon
hevði tíðina 1.09.0. Nú var
bert finalan eftir, spenn-
ingurin var í hæddini. Tóra
fekk tann besta banan og
gjørdi eisini vart við seg,
hon vann við tíðini 0.30.9.
Saman um tikið hevur
kappingini gingið væl,
hóast ryggskaðan hjá
Tóru. Ein sera væl eydn-
aður túrur.
|
4
Í
Aa