Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. februar 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jóannes Eidesgaard, landssstýrismaður: -Latið okkum reka skilagóðan eldrapolitikk -Vit eiga at stinga fingurin i Jórðina og spyrja, hvar vit eru, og hvagar vit fara Leygardagin varð nýggi parturin av Eysturoyar Røktar- og ellisheimi vígdur. Í tí sambandi helt Jóannes Eidesgaard, landsstyrismadur rødu, har hann ynskti tillukku vid útbyggingini. Serstakliga fegnaðist hann um, at tað nú fyri fyrstu ferð gevast møguleikar fyri okkara rórslubrekaðu. Hetta er eitt tilboð, sum vit frá politiskari síðu, fróast um segði landsstýrismaðurin. Hann segði annars. Góða samkoma. Gerandisdagurin hjá okkum føroyingum hevur tey nógvu seinastu árini verið merktur av ynskjum og krevum. Hesi eru sum oftast rættvisgjørd av lík- andi krevum, sum onnur hava fingið eftirlíkað. Um tað er eitt serføroyskt skal eg ikki siga, men gjarna verður fyribrigdi, skeitt eftir hvat grannin, grannabygdin og onnur hava fingið. Hetta hevur sum oftast ført við sær, at tann loysn, tann fyrsti hevur fingið er vorðin eftirgjørd um alt landið. Tað er sanniliga ikki nekur heppin gongd Harvið læsir tú teg fastan í ta fyrstu loysnina, tað fyrsta uppskotið, og øll onnur, eisini skilagóð al- ternativ, koma als ikki upp á tal. Soleiðis hava vit t.d. sæð menningina av flaka- virkisvinnuni og fyri ein stóran part eisini menn- ingina av alivinnuni. Innan okkara føroyska eldrapolitikk hava vit eis- ini drigist við sama syn- dromið. Tað var tann tíð, at einasta svar uppá skila- góðan eldrapolitikk var bygging av stórum og dýrum heimum. Ein hevði eitt ávíst lyndi til at halda, at vit við at byggja dýrar institutiónir betaltu okkum frá trupulleikun- um, ístaðin fyri aktivt at farið inn og leitað eftir eðrum meguleikum. Og anniliga hevur tað eisini 'erið so, at um eitt eki í landinum ikki var so sostnadarkrevjandi, so høvdu teir lokalu mynd- ugleikarnir, sambært seg sjálvar, ikki dugað nóg væl og høvdu svikið álitið, fólkið hevði givið teimum. Tað fellur uttan iva onkrum fyri bróstið, at hetta vóru legin orð at koma við til ein slíkan há- tíðardag sum henda, nú tit taka útbyggingina av Eysturoyar rektar- og ellisheimi í brúk. Men hetta eru meira almennar viðmerkingar til tað, sum farið er. Men tað verður eisini gjert fyri at geva okkum meguleikan at steðga á, kanska stinga fingurin í jerðina og spyrja, hvar vit eru, og hvagar vit fara. Ikki kann tað heldur skaða okkum at kaga inn í heimin rund- an um okkum. húsast teir? somuleiðis eitt sum Hvussu Hetta er hevi, eg landsstýrismaður í m.a. almannamálum havi, at greiða eysturoyingum frá míni uppfatan av skila- góðum eldrapolitikki. Tað vandamiklasta í eini og hverjari menning er, tá vit av gáloysni og bráðsinni leypa týdningarmikil menning- arlið um. Hetta er júst tað, sum mangan er hent í Feroyum. Vit eru stórt sæð farin frá kjarnuhúsk- inum og inn í institutións- loysnina og hava ongantíð á leiðini leitað onnur al- ternativ upp. Spell. Fyri ikki so mongum ár- um síðani búðu vanliga minst 3 ættarlið í før- oyska heiminum. Her fingu bernini lívið og landið at kenna fyri fyrstu ferð frá teim gomlu, t.d. frá abbanum og frá omm- uni. >Har lærdi meg móðir at fjálga og æra tann blett, har eg ljósið av fyrstantid sá, Afturfyri, uttan at geva sær far um tað, fingu tey gomlu ta neyðugu stimu- leringina til at halda seg livs- og andsfrískan. Sjålvandi er hetta i førum partvis ein romantisering av farnari tíð, sum ikki óvanligt er. Tað eiga vit sjálvsagt at varða okkum fyri, men lat okkum tó ikki gloyma. So kemur tann tíð í Fer- oyum, har øll, maður og kona, fara at renna frá morgni til = myrkurs. Vinnulívsbroytingin sendi boð eftir monnum og kvinnum. Síðan varð livi- fóturin settur samsvar- andi. Alt gott at siga um hesa menning, men fyrsta og seinasta ættarliðið í húskinum eru knappliga »ude på Herrens mark«. So komu svarini frá samfelagnum. Stórir og nýggir barnagarðar og vøggustovur og í hinum endanum ellisheim og rektarheim. Fyri góðari viku síðani samtykti landsstýrið í prinsippinum, at rektar- heim skuldi byggjast í Kollafirði til 24 búfólk. Fyri minni enn 4 árum síð- ani samtykti tåsitandi landsstýrið, at byggjast skuldi ellis- og rektarheim í Norðstreymi í 3 eindum fyri meira enn 80 mió. kr. Kostnaðurin av núverandi ætlan liggur um 25 mió. kr. Her er vert at leggja til merkis, at heitið á hesum ætlaða stovni í Kollafirði er rektarheim, t.v.s. at kombinatiónin ellis- og rektarheim er burtur. Her skulu bert búfólk visiter- ast, sum eru so rektar- krevjandi, at júst rektin yvirskuggar alt annað: Á mangan hátt hava bú- skaparkreppan og tær mongu sparingarnar fingið okkum føroyingar at hugsa meira rationelt og skilagott. Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Fyrstu nógvu árini og partvís enn, var kravið har rættsin og mildi var barndómsins læra har lærdi eg alt, sum mitt lív byggir å«. Nr. 39 — 26. februar 1992 Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður: -Á mangan hátt hava búskaparkreppan og tær mongu sparingarnar fingið okkum fóroyingar at hugsa meira rationelt og skilagott fyri at hava meguleikan at koma inn á eitt traditio- nelt ellis- og rektarheim, at tú hevði nátt ein ávísan aldur og kundi kallast pensionistur. Nú veit eg fullvæl, at tykkara offisiella heitið er rektar- og ellisheim, og tað ber boð um, at onkur her hevur prioriterað røkt- ina fram um ellið. Vónandi verður tað eisini gjørt í verki. Tað, sum eyðkennir eitt framkomið land í hesum sambandi er, at tey gomlu og veiku hava eitt ávíst valfrælsi. Øll kenna vit kendu orðini: »Jeg vil de i min rede<. Men í hesum orðum liggur nakað fundamentalt, sum eigur at vísa okkum, sum í dag fáast við politikk, á rettu kós. Tí er neyðugt, at vit kunnu geva tilboð — lata tey gomlu í mest megu- ligan mun hava eitt val- frælsi. Tað er í sjálvum sær ikki nekur sosial hending at gerast gamal. Tí skal tað vera okkara aðalmál, at strembast má ímóti, at fólk búgva so leingi sum gjørligt í egnum heimi. Á sama hátt, sum tað fyrr var vanligt fyrstu ferð at síggja dagsins ljós í heim- inum, skal tað eisini vera eins náttúrligt seinastu ferð at leggja eyguni saman í egna heimi. Til tess at náa hesum máli er sjálvsagt neyðugt við tilboðum um stuðul og hjálp av ymsum slagi. Her hava vit fyrst og fremst tann stuðul, familjan kann geva. Síðan hava vit tær frálíku skipanirnar við heimahjálpini og heimasjúkrasystrunum, sum primert arbeiða fyri, at gjørligt skal vera at bugva i egnum heimi so leingi sum gjørligt. Eisini eru her møguleik- ar at avvarðandi, sum á- taka sær eina rektarupp- gávu, kunnu fáa ansingar- løn. Fyrradagin vóru vit suðuri í Húsavík og tóku í brúk eitt eldrasambýli. Her eru eini vanlig sethús í bygdini nú undir fyrisæti av heimahjálpini vorðin sambýli fyri 6 gomul fólk úr oynni. Umframt tað stimbrandi í at vera sam- an og ikki at sita einsa- mallur og kúra, so er heimahjálpin um tey 24 tímar um degnið. Her er sjálvsagt dentur lagdur á tað heimliga, tað einfalda, tað hugnaliga og viðkom- andi. Ein góð og hartil bílig loysn. Hetta er júst eitt av teimum alternativunum, sum eg í byrjanini nevndi, vórðu gloymd, tá institu- tiónspolitikkurin var í hæddini. Styrkin í tiltakinum Eysturoyar rektar- og ellisheim liggur fyrst og fremst í tí samtakshuga, allar bygdir í oynni her hava víst. Her hava tit skapt tykkara medborgar- um, sum nú ikki longur kunnu verða verandi í egna heimi, karmar, sum tit við reistum hevdi kunnu vísa fram. Men tað, sum ikki minni hugtekur er, at tað nú fyri fyrstu ferð gevast megu- leikar til okkara ungu rerslubrekaðu. Hetta er eitt tilboð, sum vit frá politiskari síðu frøast um. Landsstýrisins vegna er tað mær ein stórur heiður at kunna ynskja ellum hjartaliga tillukku við hesi útbygging. Kommun- unum í oynni, stýri, bygginevnd, arbeiðstak- ara, arbeiðarum, hand- verkarum, leiðslu og starvsfólkum og seinast, men ikki minst, búfólkun- um, verandi og komandi, og teimum ungu rerslu- brekaðu, sum her fáa ein meguleika at mennast, ynskja vit tillukku og góða eydnu. Takk fyri. —————————————————————————— EN