Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 40 — 27. februar 1992 tíðindablaðið Síða 5 Teir pussa hin tiltikna grindabátin >Svanin< upp: Hava jú einki annað at takast við kortini Arbeiði frá Eurofisk Fær fisk frá fronskum trolarum Tá Pf. Eurofisk fyri tveim- um árum síðani fekk fótin fastan á Tvøroyri, leigaði flakavirkið og fekk arbeiði í gongd har, vóru fólk misjøvn á máli um, hvussu gagnligt tað var, at virkið har soleiðis var »avreitt« ul fremmandar fransmenn, eingin kendi nakað til anna Mynd: Hilmar Jan frammanundan. Avtalan glapp eisini fransa/føroyska partafel- agnum av hondum, tå hon skuldi endurnyggjast, og f eina tíð hevur Pf. Eurofisk ikki beinleiðis havt nøkur holi. Men nú sær út til, at okkurt er á veg. Í hvussu er hevur Pf. Eurofisk leigað seg inn í ett hús á keigkinum í Vági, har arb- eiði varð til nakrar mans mánadagin, tá ein franskur trolari kom inn við einum skaddum manni og sam- tíðis landaði 17 tons, ið tó beinanvegin vórðu um- skipað í bingjur at senda av landinum uttan viðgerð. Og í dag er aftur arbeiði, nú ein trolari aftrat kemur inn við 100 tonsum, sam- bært ti, Sosialurin frætti í Vági týsdagin. Soleidis sær út til, at Pf. Eurofisk kann geva fólki í Vági arbeiðið, hóast tað har hevði verið enn betur móttikið, um fiskurin eis- int varð vidgjørdur Ann: hevur I óð 1 STOUI í iP To k hcyu int t í ÝTI KO Da i VAGUR - EITT UPPSTEDGAD SAMFELAG Í einum kjallar niðrir á keigkinum í Vági sæst eitt stevni koma undan. Hettta er stevnið á tiltikna grinda- båtinum »Svaninum«, ið Erling Mortensen hevur skrivad åhugaverdar søgur um — allar år veruleik- anum. Orsøkin til, at »Svanur- in« stendur i hesum kjall- aranum er tann, at hann nú verður pussadur upp og tjøradur, so hann verdur klårur saman vid hinum grindabåtunum at seta å fjørdin einaferð í mei mån- aði, tá ætlanin er at hava eitt tiltak, har hesir bátarn- ir og sluppin >Johanna< verða við, umframt onnur. Skift seymin og tjørad bátin Ein stórur partur av seyminum í honum er skiftur út, og nú fåast teir við at tjóra hann — bæði innan og uttan — so hann sær út sum nýggjur. >Teir< eru Niels Petur Midjord, Signar Magnus- sen og Henry Jacobsen. Niels Petur Midjord arbeiddi á flakavirkinum, til tað læt aftur í síðstu viku: >Nú er so einki at gera har, so ti havi eg síðani hjálpt teimum eitt sindur við at gera bátin klåran.« Heldur ikki hevur Signar Magnussen nakað arbeiði: »Eg havi koyrt lastbil, seinast í sambandi við bergholsgerðina í Lopra, men síðani í november hevur einki serligt verið har,< sigur hann. >Tað, sum nú hendir, velst um, hvussu fíggjarlógin fer at síggja út. Verður ikki nøk- ur serlig játtan til berghol- ið, eru heldur ikki tey stóru útlitini fyri nøkrum arbeiði har.< Niels Petur Midjord og Signar Magnussen eru í ungum árum — helst fyrst í tjúgunum, og aftrat sær hava teir so ein meira royndan mann, Henry Jac- obsen, ið hevur arbeitt á skipasmiðjuni í 40-45 ár. >Síðani arbeiðið ikki var meira á skipasmiðjuni, havi eg mest fingist við ymist umvælingararbeiði í býnum, so sum hús, bátar og neyst,< sigur hann. >Nú er tað so >Svanurin< ið skal pussast upp, so her er tað nú, ein arbeiðir um hj. Teir triggir vågbingarnir, ið pussa »Svanin« upp. Frá vinstru Niels Petur Midjord, Signar Magnussen og Henry Jacobsen. Mynd: Hilmar Jan Fiskofar í Lopra at arbeiða fisk í, og samstundis leiga ein part av sagverkinum at hava til goymslu, men ikki eru hetta tíðindi, Sosial- || inum eydnaðist at fáa vátt- að, áðrenn dagsins blað fór ul prentingar seinna- partin í gjár. hj. WwW pf. wenzel petersen, tif. 13873 | MH