Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið | Síða? Nr. 40 — 27. februar 1992 Smiðjan hjá Bent Mortensen: Triggir mans | til hús fyri jól Hóast útlitini ikki eru fyri, at fleiri mans verða settir í arbeiði, hevur smiðjan fingið bundna arbeiðsuppgávu til árslok í 1993 Sum stødan. er í Vági í dag, er smiðjan hjá Bent Mortensen eitt av teimum størstu arbeiðsplássunum i bynum. At Bent Mortensen sum er, bert hevur fimm mans i arbeiði, talar ikki so lítið fyri seg um, hvussu stødan er í Vági. >Tá vit høvdu sum mest at gera fyri trimum ella fýra árum síðani, vóru 13 mans her, men síðani hev- ur verið minni og minni at gera, og nú havi eg bara fimm mans eftir í føstum arbeiði,< sigur Bent Mort- ensen við Sosialin. >Fyri jól — fyrst í desember mán- aði — noyddist eg at senda tríggjar mans til hús, tí alt ov líuð var at gera. Tað ber jú heldur íkki til at hava fólk gangandi her, tá einki arbeiði er til teirra. Eisini merkt sviðan Smiðjan hjá Bent Mort- ensen, ið mest hevur arb- eitt við at gera tangar til "ymisk endamál, hevur eis- ini merkt sviðan av, at ikki allastaðni verður gjørt so nógv av at satsa upp á før- oyska framleiðslu. >Nógv spyrja eftir typu- góðkenning upp á tangarn- ar, vit gera her, men hana fáa vit ikki sett á tangarn- ar, tí vit ikki fáa hana frá Arbeiðseftirlitinum, ið nú hevur ligið á málinum í trý ár,< sigur Bent Mortensen. >Hetta hevur tað við sær, at typygóðkendir tangar verða fluttir inn úr Ørum londum, so vit ikki hava møguleika at gera ein stór- an part av tí arbeiði, vit í roynd og veru áttu at gjørt.« Okkurt fast arbeiði Men hóast hetta og ann- ars tað, at lítið er at gera í allar mátar, so hevur smiðjan tó eina bundna arbeiðsuppgávu innan íkki alt ov langa tíð. Talan er um ventilatiónina á nýggja sjúkrahúsbygninginum á Tvøroyri, sum gevur arb- eiði til tveir ella tríggjar mans til 1993 er farið aft- urum. >Men sjálvt um vit hava fingið tað arbeiðið, gevur tað helst ikki fleiri monn- um arbeiði,< sigur Bent Mortensen, ið annars ikki sigur seg fáa so nógvar fyrispurningar um arbeiði frá arbeiðsleysum, sum ein kundi væntað, nú so mong arbeiðsleys eru í Vági. Men av og á spyr onkur, hóast møguleiki ikki sum er er fyri at geva játtandi svar. hj. Bent Mortensen, smiðju- meistari: >Vit máttu senda tríggjar mans til hús fyri jól, og hóast vit hava fingið ventilatión- ina á Suðuroyar Sjúkra- hús! al gera, gevur tað ikki fleiri arbeiði, enn teimum, ið nú eru her.« Mynd: Hilmar Jan Ikki kann sigast, at tað just er optimisma, ið eyð- kendi teir útróðrarmenn, Sosialurin seinnapartin týsdagin hitti á keiøkinum í Vági. Teir gingu og smáputl- aðust við ymist umborð á bátunum, men annars ikki tað stóra. >Nú eru tíggju dagar, síðani vit seinast høvdu ein útróðrardag, og tilsam- ans hava vit bert havt 13 dagar á sjónum higartil í ár, nú tveir mánaðir eru farnir,< siga teir. >Og ikki er nóg mikið við tí, nú tað vísir seg, at heldur eingin nki virki! nki veður! ngin fiskur! fiskur er til.< Í síðstu viku læt so virk- 10 eisini aftur, so ikki kann sigast, at akliviteturin er serliga stórur í Vági. >Tá mesta arbeiðið var herfyri, vóru eini 50 mannfólk og 70 konufólk ul arbeiðis. Nú hava tey einki at fara til.« Útróðrarmenninir harm- ast stórliga um, at so illa stendur til í Vági og í sunnaru helvt av oynni sum heild: Politikararnir kúrrir >Og meðan alt hetta gongur fyri seg, eru okk- ara egnu politikarar púra kúrrir. Teir klíva íkki í tvey, og nú norðingar eru áhugaði í at fáa skipini av plåssinum, sær heldur ikki út til, at teir røra seg av teirri grund,« siga útróðr- armenninir. >Missa vit hesi skipini, er einki at hava virki til, tí tað fer jú ongan veg kortini. Men skipini og fiskiloyvini kunnu vit ikki vera fyriutt- an, skal virkið hava nakr- an livandi kjans at bera seg framyvir, verður tað latið uppaftur.< Útflyta bert grót Ein teirra heldur fyri við sorgblíðum skemti, at sum nú er, er størsta útflutn- ingsvøran hjá suðuroying- um grót. >Tað er í hvussu er tað einasta, ið ført verð- ur av oynni sum er.< Í øllum fórum tykist vera greitt, at útróðrar- menninir hava alt ov bjart- ar vónir, hvat framtíðini viðvíkur. >Sum er, sær ikki út til, at nakar bati er á veg, og eitt vita vit: Kemur hann ikki nú, kann hann gerast so drúgvur, at hann verður ov seinur.< Virkið hava vágbingar so ikki meira, men heilt mótleysir eru teir tó ikki: »I gllum sleppa vit av við fiskin, um vit bara fáa hann, og neyvan kann hetta fiskaloysid halda fram uttan íslit, so tað man fara at ganga framá nú nakað skjótt. Tað mugu vit í hvussu er vóna.< hj. Dia Poulsen er ikki út- róðrarmaður burturav, men hevur 9-tonsaran >Nólsoyar-Pállæ, ið sonurin rekur. Hendan dagin var Dia í ferð við at rigga snellurnar til umborð. >Fiski- skapurin hevur verið sera ússaligur hesa síðstu tíðina — bátarnir hava ikki fingið meira enn upp í eini 50 pund upp á stampin.< Mynd: Hilmar Jan Få