hósdagur 27. februar 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 40 — 27. februar 1992
»
TRUMMUSETT
Eitt trummusett, í
góðum standi, til solu.
Tif. 55428.
— Ymiskt
LOPPU-
MARKNAÐUR
verður í VB-húsinum
leygardagin 29/2-92.
Seinasta freist at lata
lutir inn er ónsdagin
26. febr.
Hondbóltsdeildin
hjá VB.
RÓGVIMASKINA
Ein Taarnby rógvima-
skina til sølu fyri 1.500
kr.
Tlf. 55131.
1% FAG GLAS
FYLLINGSHURÐAR
Ein 206x100 cm, ein
206x110 cm og ein
206x120 cm, til sølu.
Tlf. 11475.
1/1 FAG SPROSSA-
VINDEYGA
120x130 cm, til sølu.
Tlf. 11475.
HUSPLÅSS
Ung genta, 19 år, still
og ikki roykjari, ynskir
lættligt húspláss við
verilsi. Helst í Havn.
Svar ynskist skjótast.
TIf. 15986.
BRILLUR FUNNAR
10. febr. við P-økid
sunnan fyri Eiler-Foto
við Nólsoyar Pálls
gøtu.
Tlf. 56537.
FØSTULÅVINTS-
BINGO
verður í Argja Skúla
sunnudagin 1. mars,
kl. 16.00. Nógvir mat-
vinningar. Burturlutað
verður m.a. uttan-
landsferð.
10. flokkur.
HARRA-UR FUNNIÐ
uttanfyri avgreiðsluna
hjá Føroya Bjór,
Ækranesgøta 10, hós-
dagin. Eigarin biðist
avheinta tað.
Tlf. 134 34.
STÓRT MATBINGO
verður í Eysturskúlan-
um í kvøld, hóskveldið
27. febr., kl. 19.30.
ONGAR
TEKNINGAR
fáast fyri kr. 30,-, sum
lýst var undir hesum
teigi fyri kortum. Án-
arin av telefonini í
Vági, sum varð upp-
givin, sigur, at talan
må vera um »vånaligt
skemt«. Tibetur kem-
ur slíkt sjáldan fyri í
blaðnum, men so sak-
leys lýsingin tóktist,
vardi tað ikki okkum,
at alt ikki var sum tað
skuldi. Men vit fara
framyvir at hava eyg-
uni enn betur eftir
»skemti« sum hesum.
Síða 9
Starvsfólk søkist
Sekt verður eftir starvsfólki, sum kann vegleida og hjálpa okk-
ara viðskiftafólkum í ymiskum edv-skipanum. Umsøkjarin skal
somuleiðis undirvísa á okkara skeiðum.
Ein umsøkjari við hollum kunnleika til edv, roknskap og royndir
við undirvísing hevur fyrimun.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til: Johnnie
Rørvig ella Regin Joensen á tlf. 1 72 20.
Umsóknir verða at senda til Pf. Formula Føroyar, att: Johnnie
Rørvig, Postrum 3074, 110 Tórshavn.
formula (SROYAR
Fútalág 1 - FR-100 Tórshavn - Tlf. 1.7220 - Fax 1.8154
Framhald av síðu 2
sín líka í heimsseguni.
Ólóglig bryggjarí skutu
upp sum hundaland runt
landið. Býir og landspart-
ar vóru býttir sundur
ímillum mafiuna, sum
hevði valdið á bæði
bryggjaríunum og teim-
um, sum seldu rúsdrekka.
Legregla, dómsvald,
eins og politikarar vóru
keyptir av mafiuni at tiga,
og teir, sum ikki vildu
samarbeiða við brots-
mannaveldið, vóru skotnir
niður á áljósum degi.
Samstundis gjørdist
hver ein tann einasti
amerikumaður, sum vildi
smakka sær á, lógbrótari.
At spírin til tann skipaða
narkotikamarknaðin, sum
vit hava í dag, eisini var
lagdur tá, er helst eingin
ivi um.
Sjálvsagt hava viður-
skiftini í Amerika í tjúg-
unum lítið við tey viður-
skifti at gera, sum vit bú-
leikast undir í okkara lítla
fjarskotna oyggjalandi.
Men hetta demið vísir
okkum, hvussu álvarsligt
málið er, tá ein heil tjóð,
aftan á at tað er sett full-
komið bann ímóti at
bryggja og selia rús-
drekka, má ásanna, at
ongantíð, hverki fyrr ella
seinni, hava trupulleikar-
nir viðvíkjandi rúsdrekka
verið so út av lagi sum tey
árini, = rúsdrekkabannið
var galdandi. Hetta var
eitt tað daprasta
tíðarskeið nakrantíð hjá
amerikansku tjóðini.
Sjálvandi skulu vit
tríva í egnan barm, nú
steða skal takast í hesum
álvarsmáli.
Tað; sum eg minnist, er
tað ongantíð drukkið
meira enn í dag, sjálvt um
vit hava eina skipan, sum
summi meta eina skamt-
anarskipan.
Hver er so orsekin til at
tað verður drukkið meira,
serliga ímillum tey heilt
ungu.
Her hevur vaksandi
peninganegdin helst verið
stersta orsekin til at tey
ungu drekka meira í dag
enn fyri 30—40 árum síð-
ani, eisini er tað ein sann-
roynd, at meðan flest allir
av teimum 15—20 ára
gomlu dreingjunum fyrr
vóru til skips stóran part
av árinum, so er hetta
mynstrið fullkomiliga
broytt, tí í dag sekir
meginparturin av hesum
aldursbólkinum sær bók-
liga útbúgving og man
kann siga, at tað nærum
er vorðið traditión fyri at
nýta rúsdrekka í viku-
skiftunum hjá tí unga ætt-
arliðnum.
Fara vit so víðari og
kanna eftir hvar tey ungu
drekka rúsdrekka, so er
tað í mestan mun í og
uttanfyri dansiheli, eins
og í bilunum.
Tá ið loyst hevur verið
út, er kassin ella kassarnir
koyrdir í bagagurúmi,
sum igjøgnum hvert viku-
skifti verður nytt sum
goymsla.
Hetta er so avgjert tað
mest hættisliga og hartil
óhugnaligasta fyribrigdi í
heila tikið vit hava her á
landi, tá tað snýr seg um
avleiðingarnar av rús-
drekka.
Orsøkirnar til at flosk-
urnar, sum verða loystar
út, verða loystar út, verða
verandi í bilinum til tær
tómar verða tveittar út á
be og haga, eru helst fleiri.
Ein orsek er helst hon,
at foreldur, sum sjálv ikki
nýta rúsdrekka við eini
góðari meining nokta
bernum sínum at koma
inn í heimið við rús-
drekka.
Í flestu førum hevur
henda avgerð ta avleiðing,
at drukkið verður ístaðin í
bilinum ella í dansinum,
og er tá nakað vunnið,
neyvan.
Eitt annað, sum ger seg
galdandi og sum leggur
upp til meira náttarkoyr-
ing, er at tann almenni
dansurin hvert leygar-
kveld endar beint aftan á
midnátt.
Hervið tvingar tú tey
ungu inn i ølklubbarnar,
sum ótarnaðir hava dans
so leingi teimum lystir,
eisini leygarkveld.
tað vildi verið fátongt at
hildið, at uppskotið um
broyting av rúsdrekkalóg-
ini hevur við sær at vit
framyvir = ongar rús-
drekkatrupulleikar fara at
hava her á landi.
Sjálvur siggi eg tað
fyrst og fremst sum eina
roynd at fáa tamarhald á
tí skilaloysi, sum valdar
innan hetta ekið í dag.
At fráhaldsrerslan mæl-
ir til at gera broytingar í
okkara verandi rúsdrekka-
lóg, vísir okkum veruliga
hvussu langt av leið vit
eru komin.
Tað má tí sigast at vera
fullkomuliga burturvið, tá
reddir, ja, heilir flokkar,
mæla til at koyra málið út
til fólkaatkveðu.
Hetta er at renna undan
ábyrgdini. Harri formað-
ur. Vit eru 32 fólkavald
umboð, sum eiga at taka
steðu og viðgera hetta
álvarsmál við tí álvara tað
hevur uppiborið.
Sum eg segði í byrjanini
í hesum innleggi, so meti
eg ikki at verandi rús-
drekkalóg er ein skamtan-
arlóg.
Tað at rúsdrekka og vín
skal bíleggjast frá megin-
landinum, setir kassamen-
talitetin í hásætið, tí eing-
in bíleggur 1—2 fleskur,
men ístaðin verða hálvir
og heilir kassar bílagdir.
Hetta og tann sann-
roynd, at hesar seks ella
tolv fleskurnar skulu tøm-
ast frá fríggjakveldi til
mánamorgun, er eitt av
teimum eyðkennum, sum
vísir okkum, at tað ikki
verður drukkið við máta
her á landi.
Orsekin til at eg taki
undir við at seta eina
einkarselu á stovn, er tí at
eg eri sannferdur um at
tað orsakað hesum verður
drukkið minni sum frá líð-
ur.
Í viðmerkingum sínum
27 fót bátur
til solu. Minni bátur kann ganga inn í
keypið.
Tlf. 44534
sigur ein av minnilutun-
um, háttvirdi løgtings-
maður T. Niclasen, m.a.,
at uppskotið hjá sam-
gongumonnum í rættar-
nevndini fer at hava við
sær, at tað fer at verða
lættari at fáa fatur í rús-
drekka, nýtslan fer at
hækka og skaðarnir fara
samsvarandi at hækka.
Her kemur harra Tordur
Niclasen inn á aðalspurn-
ingin í tí orðaskifti, sum er
farið fram um at broyta
verandi rúsdrekkalóg.
Sum steðan er í dag,
kann ein ikki siga, at tað
er trupult at fáa fatur á
teimum 12 fløskunum, tú
eftir lógini hevur rætt til
hvenn ársfjórðing.
Hevur tú eina telefon
við hondina, so kanst tú
allar tíðir av degninum
ringja til eitt ella fleiri
nummer í Danmark.
Tveir, tríggjar dagar
aftan á kanst tú fara á
posthúsið eftir tí rús-
drekka, tú hevur bílagt.
Hinvegin so er tað heilt
greitt, at sjálvt um tað er
skjótt at taka telefonina,
so er tað í flestu førum
soleiðis, at viðkomandi bí-
leggur ein hálvan kassa
ella ein heilan kassa. Ikki
tí at brúk er fyri hesi
negdini, men einans tí
hann akkurát tað sama
kann fáa sær fyri allan
ársfjórðingin, tá hann hev-
ur sligið upp á tráðin.
Tað er eisini ein sann-
roynd, at nógv av tí, sum
verður bilagt, verður
drukkið í tørnum og um
vikuskiftini. Og ikki er tað
so sjáldan, at tey, sum
ikki hava aldur at bí-
leggja, fáa burturav, tí
ríkiligt er til, men í nógv-
um ferum gjalda tey ein
okursprís.
Tað er hesum hugburði,
sum vit mugu koma burt-
ur úr, og her meti eg at
einkarsølan kemur at
hava sín avgerandi leik-
lut.
Í álitinum frá drús-
drekka- og narkotikaráð-
num mælir ráðið til at
nýta prísin á rúsdrekka
sum stýringsamboð til at
minka um nýtsluna á rús-
drekka.
Hetta meti eg vera sera
óheppið. Tí skal úrslitið
av hesum gerast, at farið
verður meira yvir til at
drekka barberspritt, nýta
heilivág og onnur evni at
rúsa seg við, eins og
smugling og heimabryggj
kemur at vinda uppá seg,
tá er lítið vunnið. So ein
eigur at vera varin við
hesum tankanum.
Í grein 4, stk. 2 stendur,
at landsstýrið ger eftir
samráðing við rúsdrekka-
og narkotikaráðið nærri
reglur fyri skipan og
rakstur av rúsdrekkaselu
landsins.
Nú veit eg væl, at hetta
lógaruppskot tekur av
skamtanina, tó haldi eg
tað hevði ikki verið av
leið, um ávísar reglur vóru
settar í sambandi við út-
flýggjanina av rúsdrekka.
T.d. kundu tað verið
gjørdar avmarkingar, so-
leiðis at bara eitt ávíst
kvantum var útflýggjað
hverja ferð.
Hetta vildi skert megu-
leikarnar fyri at keypt inn
undir seg við selu fyri
eyga.
Tí, sum vit ell vita, so er
tað ikki so heilt lítil bólkur
av fólki, sum av eini ella
aðrari orsek ikki vil viður-
kenna, at tey nýta rús-
drekka. Hin bólkurin eru
tey, sum eru undir aldurs-
markinum.
Sjálvt um eg kundi
ynskt, at okkur var eðr-
vísi, so taki eg undir við
uppskotinum hjá sam-
gonguminnilutanum.
Eg haldi tað vera rætt,
at aldursmarkið er sett
niður til 18 ár. Tí álvara-
tos, Signar Hansen, Lis-
beth Petersen og Tordur
Niclasen. Er tað nekur
sum helst meining í at
dreingir, sum hava verið
til skips í fleiri ár, hava
goldið sín skatt og gjert
sína skyldu, av tykkum
skulu gerast ómyndigir.
Tá teir aftan á lidnan
túr koma heim, og hava
eina fløsku ella tvær við
sær, so skal tollvaldið
taka fleskurnar frá hesum
monnum.
Tað, sum er sera avger-
andi, er at aldursmarkið
verður hildið, og mega vit
øll kenna okkara skyldu í
hesum álvarsmáli at so
verður.
Vit vita, at tað skal
nógv til fyri at broyta
tann hugburð, sum hevur
valdað bæði hjá tí yngra,
men so sanniliga eisini hjá
tí eldra ættarliðnum í
nýtsluni av rúsdrekka.
Eg atkveði fyri hesum
uppskoti, tí eg haldi at
uppskotið er ein góður
karmur at arbeiða innan-
fyri, til tess at fáa skipað
viðurskifti á råsdrekkaøk-
inum her á landi í framtíð-
ini.