hósdagur 27. februar 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Postfólk heita á landsstýrið:
Óneyðugt við
nýggjum stovni
-Latið einkarsøluna og postverkið samstarva, so
vit varðveita okkara arbeiðspláss, samstundis
sum einkarsølan fær eina biliga og góða
umsiting, siga postfólk í yvirlýsing
Føroysku postfólkini halda
onga orsøk vera fyri at fara
at seta á stovn eina rús-
drekkasølu uttan um post-
verkið. Postverkið hevur
allar royndir av at umsita
og útflýggja rúsdrekka.
Tað hevur deildir kring
landið, so eingin orsøk er í
hesum tíðum at brúka
pengar til ein heilt nýggjan
almennan stovn.
Hetta siga postfólk í eini
yvirlýsing, tey gjørdu á
aðalfundinum sunnudagin,
og sum er send løgtingin-
um. Felagið vísir á, at
postverkið longu í dag ger
stórt sæð tað arbeiði, ein
einkarsøla skal gera. Og
postverkið hevur longu
tað, sum skal til. EDV-tól,
flutningstól, og fyri ikki at
tala um goymslubygning-
ar.
Í yvirlysingini verður
sagt, at verða einkarsølur
settar á stovn uttan um
postverkið, minka inntøk-
urnar hjá postverkinum við
umleið 3,5 milliónum. Tá
er tænastustgðið, postverk-
ið hevur í dag, í vanda,
verður sagt.
-Sum fakfelag hava vit
áhuga í at varðveita okkara
BR FEE
Nr. 40 — 27. februar 1992
Postfólkini vísa á, at
postverkið longu í dag
ger stórt sæð tað
arbeiði, sum komandi
rúsdrekkasólan skal
gera. Tí halda tey onga
orsøk vera fyri at brúka
pengar til ein heilt
nýggjan almennan
stoyn. Mynd: Kalmar
arbeiðspláss, men sam-
stundis halda vit okkum
kenna vidurskiftini á post-
verkinum so mikið væl, at
her er ein møguleiki hjá
myndugleikunum at brúka
ein verandi stovn til fulnar.
Tað slepst undan óneyðug-
um dýrkandi útreiðslum,
sum brúkarin skal gjalda,
siga postfólkini.
Tey halda ein møguleika
vera, at ein einkarsøla og
postverkið kunnu sam-
starva, hóast talan er um
tveir stovnar. Eitt slíkt
samstarv skal tryggja
báðar partar, og postverkið
eigur ikki at taka vinning
upp á rúsdrekkasgluna til
restina av rakstrinum, sam-
stundis sum einkarsølan
fær eina biliga og g60a
umsiting, siga postfólkini í
síni yvirlýsing frá aðal-
fundinum sunnudagin.
Samstarv
Hóast einki stendur í
nýggju rúsdrekkalógini um
hvønn Rusdrekkasølan
skal samstarva við, ella um
talan verður um samstarv
við nakran yvirhøvur er
líkt til, at postverkið og
rúsdrekkasglan fara ikki at
standa so langt frá hvørj-
um ødrum.
Marita Petersen, lands-
styriskvinna sigur, at hóast
talan er um tveir ymiskar
stovnar, er einki sum
forðar fyri einum tílíkum
samstarvi. Hvussu hetta
møguliga verður skipað,
fer landsstýrið nú at taka
stóðu til.
tór.-
Dýrari at snýta
i skatti og tolli
Fongsulsrevsing fyri grovt skattasvik
Tað skal verða dýrari at snýta í tolli og skatti.
Landsstýrið skýtur upp at ávísar broytingar í
borgarligu revsilógini, eisini skulu galda í Føroyum.
Hetta er eisini eftir tilmæli frá landfútanum.
Ein av broytingunum er, at sum er, kann ein fáa
upp í tvey ár fyri at svika grovt í skatti og tolli.
Broytingir er, at framyvir skal tað kunna kosta fýra
ár handan rimarnar fyri tílíkt brot.
Orsøkin til hesa broyting er, at myndugleikarnir
vilja sláa fast, at tílíkt lógarbrot í ávísum fórum
mugu metast javnt við onnur lógarbrot í revsilógini
um ríkingarbrotsbert,- gkonomist kriminalitet, sum
tað stendur í danska tekstinum.
tór.-
Lasse fekk av
at vita
Tveir av tingmonnunum, sum atkvøddu fyri
nýggju rúsdrekkalógini við aðru viðgerð, høvdu
hesaferð uppskotið skuldi samtykkjast endaliga,
hálsað um.
Annar teirra var Finnbogi Arge, sum fegin vildi
hava,at postverkið fór at umsita løgin, men at vit
skipa ein nýggjan almennan stovn, vildi hann ikki
atikvøda fyri.
Hin tingmaðurin, sum ikki vildi vera við hesa-
ferð, var Lasse Klein. Hann hevði verið í teimum
stóru lógbókunum og har funnið, at einasta rætta
var at beina málið út til fólkaatkvgðu, tí hesum var
vanaregla skapt fyri í Føroyum, segði hann.
Fyri hesa kúvending hansara fekk hann av at vita
frá partamanni sínum, Ásbirni Joensen.
Ásbjørn Joensen gjørdi tinginum púra greitt,
nýggja rúsdrekkauppskotið var í lagi, og at flokkur
teirra tók fult og heilt undir við tilmælinum hjá
Helenu Dam á Neystabø, partakvinnu teirra. At so
onkur annar nú hevur skift stóðu er ein onnur søk.
Løgtingsmadur sjálvstýrisfloksins í Norðoyggj-
um hevði eisini annað at siga teimum, sum ikki
vildi taka undir við uppskotinum. Millum annað
Tordi Niclasen, sum frammanundan hevði ávarað
móti donskum vertshúsmentaliteti í Føroyum.
-Hevdi ungdómur okkara komið líka frægur
aftur av onkrari stevnu, sum danskur ungdómur út
av einum vertshúsi, stóð væl til. Fløskuna kunnu
Vil taka frá ungdóminum, men ikki kenningina,
segði Asbjørn Joensen.
Hann hevði eisini eina viðmerking til teirra, sum
vildu varðveita 20 ára aldursmarkið.
-Verður ein 18 ára gamal løgmaður eftir næsta
val,- skuldi hann so verið noyddir til at biðja pápa
sín keypa eina gl fyri seg?
Ikki fleiri
folkaatkvødur
Tvær ferðir hava føroyingar atkvøtt um rúsdrekka-
spurningin við fólkaatkvgðu.
Fyrru ferð 6. november í 1907. Tá var fólkaat-
kvøda í øllum landsins kommunum. Fólkaatkvgð-
an var ásett við heimild í lógini frá apríl mánað í
sama ári. Hendan lóg gav í prinsippinum loyvi til
at reka handil við rúsdrekka, men lógin ásetti
samstundis, at slíkur handil bert kundi loyvast eftir
fólkaatkvgðu í hvørjari sókn.
Félkaatkvødan tá talaði sitt greiða mál, og for-
boð varð sett at selja rúsdrekka í Føroyum.
I apríl mánað í 1973 samtykti løgtingid nýggja
rúsdrekkalóg, men hetta við teirri treyt, at tað
skuldi góðkennast við fólkaatkvgðu. Folkaatkvøda
varð hildin 8. november sama ár, sum vrakaði
nýggja lógaruppskotið.
Aftur nú varð roynt at fáa f6lkaatkvødu, men
hesaferð var tað av ongum. Umframt teir ting-
menn, sum hesaferð kravdu málið út til fólksins
dóm, sendu 13 fólk út eina yvirlýsing, har tey
heittu á løgtingid, um at lata rúsdrekkamálið fara
til fólkaatkvgðu. Hesi vóru Jákup Lindenskov,
Jógvan á Lakjuni, Ossur Berghamar, Karsten
Hansen, Jákup Oluf á Lakjuni, Svenning av Lofti,
Erla Berghamar, Sørin Steinhólm, Jógvan i
Løduni, Sólborg Dulavik, Hans Pauli Højgaard,
Johan Olsen og Bjarti Petersen.
tór.-
tór.-