hósdagur 27. februar 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Nr. 40 — 27. februar 1992
Hvat skal henda við ullini?
Vit eru nógv, sum er spent
uppá at frætta, hvat kem-
ur burtur úr ellum tosin-
um um ullina. Tað er tor-
fert at fáa nakað konkret
at vita. Bóndafelagið hev-
ur verið frammi í fjølmidl-
unum fleiri ferðir, og ein
fær fatan av, at okkurt er í
umbúna. Men hvat er tað,
teir ætla at gera? Teir
hava keypt ein part av
Tetingarvirkinum, og
sum skilst, skulu teir
keypa ein part afturat.
Páll Patursson úttalaði í
telefonini, at teir ikki
hevdu ætlanir at keypa ta
stóru vaskimaskinuna í
Getu, men sama dag segði
Birgir Danielsen í telefon-
ini, at teir hevdu keypt
maskinuna.
Men hvussu ætla hesir
menn at skipa seg? Er tað
meiningin at fáa Tetingar-
vr TEE
virkið partvis at koyra?
Og hverjar fyritreytir
hava hesir menn at fara
undir ullarframleiðslu utt-
an tær, at teir eiga seyðin?
Er tað nakar av hesum
monnum, sum hava kunn-
leika til hesar maskinur,
teir hava keypt? Er tað
nakar av teimum, sum er
spesialistur í ullartilvirk-
ing?
Ídnaðarstovan arbeiðir
við at skráseta fólk, sum
hava útbúgvið seg, og
fólk, sum hava kunnleika
til framleiðslu av ti før-
oysku råvøruni. Hvussu
ber tað til, at hesi fólkini
ikki verða tikin upp á ráð?
Mín fatan er, at bert lista-
fólk verða tikin upp á ráð.
Páll Patursson segði, at
í fyrsta umfari skuldu teir
vaska, spinna og gera alla
ullina til tógv. Hvat skulu
foroyingar gera við 30
tons av tógvi um árið?
Og hvat við Snælduni —
skal hon bara pakka sam-
an?
Er tað ikki meiningin at
ráðfera seg við tey, sum
kunnu keypa og tilvirka
hesa råvøru? Eg meini
ikki við tey, sum hava
brúk fyri tógvi til eitt
plagg nú og tá.
Skulu vit fara undir at
vaska ull í Feroyum fyri
ein og hvenn prís? Tað eru
fólk, sum hava kannað,
hvat tað kostar at fáa ull-
ina vaskaða í útlondum.
Tað fer at kosta umleið kr.
9,00 pr. kg. við frakt aftur
og fram. Tað fer ikki at
verða gjerligt at vaska ull
í Feroyum fyri undir kr.
40.00 pr. kg. Tað vil siga,
at føroyingar koma at
gjalda 1 mió. um árið fyri
at tvey fólk skulu hava ar-
beiði ein part av árinum,
og eisini ger tað tógvið
óneyðuga dýrt.
Eg dugi ikki at skilja,
hvat galið er í at vaska ull-
ina í útlondum, tá vit
sjálvi ikki eru kappingar-
fer í prísi.
Beinta Nielsen
NÚ er at spenna
BELTINI
Framhald av síðu 13
FERÐAST VIÐ
BØRNUM
i HESUM
VEDRINUM?
Strandferðsluni. Sam-
ferdslunevndin sigur, at
hon heldur ákærurnar móti
Strandferðsluni vera so
álvarsligar, at tær mugu
avsannast ella staðfestast.
Tí skeyt Samferðslu-
nevndin upp, at málið
verður latið løgtingsgrann-
skoðarunum at greiða
nærri, og leggja kanning-
arnar fyri tingið aftur á
seinastu ólavsgku.
Nú er skjøott Olavsøka
aftur, men enn er enki
komið frá løgtingsgrann-
skoðarunum.
Lasse Klein er farin at
ótolnast, og fer tí at skriva
løgtingsformanninum
bræv har hann bidur um at
fáa málið greitt skjótast
gjørligt. Sum skilst ivast
Lasse ikki í, at tey tøl,
hann hevur borðreitt við,
eru tey sonnu.
Vit liggja heldur nátt
í tilhaldshúsinum
SKANSANUM
til veðrið batnar!
HLHALDSHÚSIÐ
SKANSIN
Jekaragøta 8
tlf. 122 42
Tórshavn
tór.-
Útsola P/F VALDEMAR LUTZEN
Bakarovnur
Fyrr 785,-
nú 498,-
Bakarovnar
Fyrr 1648,-
Nå 848,-
/
Vingløs —
í Vágsbotni - tlf. 11675
Porpcom % pris
maskina á
Fyrr 578,- Þoxaskjúlarar fot,
vasar, figurar o. a.
nú 198,- 9
Saftpressa
Fyrr 888,- Nú 498,-
Stálgrýtur
Fyrr 348.-
nú 248,-
Arco Flame
Ísspannir
1 På
/ pris
EPE