hósdagur 27. februar 1992síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ILLS * 93
A
Nr. 40 — 27. februar 1992
Minningarorð um min elskaða vin,
Ivan Gærdbo
f. 23.03.1960 — d. 14.02.1992
3. hvørt sethus
i Føroyum hevur
ein CTC-ketil
Fríggjadagin 14.02. bórust mær tey sorgarboð,
at tú Ivan ikki var hjá mær longur, deyður bert
31 ára gamal.
Tá starvsfelagi okkara mánakveldið 27.01.
ringdi til mín at siga mær frá, at tú brádliga var
blivin innlagdur við nógvari pínu í maganum,
grunaði eg ikki, at hetta skuldi føra deyðan við
sær. Eg hugsaði við mær sjálvum: tað var gott,
at tú nú umsíðir kom undir læknahond, tí henda
pínan nívdi teg næstan dagliga. Men, góði
Ívan, í dag dugi eg at síggja, hvussu sterkur tú
hevur verið, tú var ikki av teimum, sum gjørdu
nógv burtur úr tí, sum nívdi teg.
Ívan kom eg at kenna frá ungum árum, tá ið
vit blivu floksfelagar og gjerdust vinmenn.
Hesa tíðina í skúlanum kom eg at kenna títt
lætta lyndi, hetta smílið, sum eyðkendi teg og
flovaði. Góðsligur og dámligur var tú og gávu-
mildur sum fáur, hetta sum tú so ríviliga hevur
arvað eftir mammu og pápa tínum.
Aftan á lokna skúlagongd bórust vegir okk-
ara aftur saman. Tað barst so á, at vit seinnu
blivu svágrar. Mær rennur í huga allar tær
góðu hugnaletur saman við tær, har tú altíð var
tann, sum legði steði undir góðan og skemti-
ligan stemning.
Arini gingu, og vit fóru báðir um somu tíð at
seta fetur undir egið borð. Eg minnist so væl
tann dagin, tú og Anna stigu inn um gáttina í
egnum húsum. Ein glaður Ivan kundi nú umsíð-
ir bjóða familju síni inn í sítt egna vakra heim,
ið hann saman við pápa sínum til langt út á
kvøldarnar í langa tíð hevði lagt so nógva
orku i at fáa upp at standa. Ivan elskaði heimið
og heimbygd sína, Velbastað og fólkið í bygd-
ini. Mínir tankar leita til tykkum á Mýrini, har
Ívan var so góður stuðul, tá ið eitthvert skuldi
fáast frá hondini..
Starvsfelagar blivu vit seinastu 3 árini.
Hetta starv gekst tú upp í við fullum huga. Vit
vóru allir líka góðir við teg, starvsfelagarnir, tí
tú hevði nakað yvir tær, sum fáum av okkum er
fallið í lut at eiga. Nú eru vit allir tungir í huga
og spyrja, hví tú skuldi falla frá. Vit skilja tað
ikki nú, men ein dag skulu vit skilja tað. Gud
hevur gjert tær staðin til reiðar. Tú var still-
forur og hóvligur, og tín partur lá ongantíð eft-
ir, tá vaktin var at enda komin.
Ivan var avhildin maður, óvin átti hann ong-
an á fold. Boð um hetta var eisini tann stóra
fjøldin, sum sýndi honum tann heiður at fylgja
honum til hansara síðsta hvíldarstað. Neyvan
man sterri fjøld vera sædd í sóknini áður.
Tað kundi verið so nógv gott at drigið fram
um Ivan, men lat meg steðga her, tí minnini
verða rík at eiga. Myndin talar fyri seg, tí so-
leiðis var tú altíð fyri mær. Eitt satt lívsstykki.
Vit hildu nógv av hverjum eðrum, og aldri fall
evugt orð okkara millum. Øll, sum kendu teg,
munnu hava hesa áskoðan um teg. Tí kennist
tað so svárt at missa ein so góðan vin, bert 31
ára gamal og í besta blóma. Sorgin og saknurin
man kennast eins stórur hjá tykkum, sum mist
hava sonin, beiggjan, mannin og pápan.
Góðu tit, Nora, Kristian, Ann-Mari, Jendis,
Anna, Bjarma, Ragnhild og Nora Maria. Eftir
Ívan fara at standa nógv tómrúm, sum fara at
vera ring at fylla út. Lat okkum tí falda hendur
og biðja Harran hjálpa okkum áleiðis, so vit
ikki stúra ella falla í fátt eftir tann svára miss.
Góða Anna, saman fingu tit trý bern, og
sjálvt um byrðan kennist tung fyri framman, so
veit eg, at tú við tíni hóvligu medferð og góðu
gávum megnar at bera byrðuna. Og skal mín
stersta bøn vera, at tú framyvir skal eiga hesar
gávur. Tí her standa vit saman.
Í størstu neyð og sorg mini vil eg lýsa frið yv-
ir minnið um mín elskaða vin, Ivan Gærdbo.
J.H.
Til seinast fari eg at loyva mær at seta henda
vakra sang i bladid. Sangurin vard sungin vid
grøvina, og hann setti sini spor å minni mitt.
Mær er sagt um ein stað handan támið,
handan fjallanna skaddu hann stendur,
mær er sagt um hans sólljósu strendur,
tonk — ein dag standi sjálvur eg har!
Halleluja! Eg sælur má syngja,
halleluja, eg fari til staðin,
kann enn mótbrekka troytta og tyngja,
altíð heimá og framá tað ber!
Mær er sagt um eitt land uttan sorgir,
eingin nívdur og tyngdur har stríðir,
eingin særdur av sjúku har líður.
Tonk — ein dag eri sjálvur eg har!
Halleluja, sum vit skulu frøast!
Helleluja — hver ivi er svunnin,
aldri aftur vit snáva og mødast,
— komin fram — komin heim, heim til Guð!
Mær er sagt frá teim snjøhvitu búnum
hjá teim himmalsku, frelstu herskarum
og um ljóman frá reyðargullkrúnum.
Tonk — ein dag verði sjálvur eg har!
Halleluja — so sælur mín andi
eins og hoyrir hin himmalska songin,
stendur á hverjum jørdiskum bandi;
ti eg veit, eg skal skjótt vera har.
0
Umleið
5000 set-
hús í
Føroyum
hava (i
ein }
CTC- }
ketil. ;
Tað prógvar
atCTCe |}
verulig
dygd.
I
Alt tilfar til
hitaverk og sanitet
T//L
Tr”
Ultimo
25.2. síðsta mán.
USA Dollari .. 639,50 625,60
Bretland Pund ... 1115,42 1115,57
V-Týskland Markur . 987,51 387,61
Svøriki Kréna 106,91 106,76
Noreg Kréna 98,88 98,85 .
Frakland Frankur . 113,97 113,78
Belgia Frankur . 18,844 18,821
Sveits Frankur . 428,48 436,72
Holland Gyllin... 344,43 344,27
Italia Lifi ..... 0,5163 0,5158
Finnland Markur 141,61 142,34
Ísland Króna .. 10,84 10,76
Eysturríki — Skillingur 55,072 55,085
Spania Pesetas . 6,173 6,162
Portugal Escudos 4,505 4,504
Kanada Dollari .. 53875 532,20
Japan Yen .... 459% 4,9869
Írland Pund ... 1033,69 1033,62
Grikkaland Drakmur 3,362 3,358
Kelda: Føroya Sparikassi
Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49
Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19.00
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. '
Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 ella
031-578999.
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin månadag, miku- '
dag og friggjadag kl. 11—16. T.f. 15816.