fríggjadagur 28. februar 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Áhaldandi
ódnarveður
EF ódnarveður fyri og ann-
að eftir herjar um landið í hes-
um døgum. Tær herviligu vet-
raródnirnar fyri nøkrum fáum
árum síðani vóru bert byrjan-
in — eitt varskó um, hvat vit
øll, sum í hesum oyggjalandi
búgva, kunnu vænta okkum
— av einum broyttum veður-
lagi her í Norðuratlantshavi.
NÝGGI veðurmaður okkara
vesturi í Vágum hevur so
sanniliga fingið ein »urias-
post« at umsita. Tí alt hann
hevur kunnað sagt fólki, sum
annars eru so altráð at hoyra
veðurlíkindini, er, at nú er aft-
ur eitt lágtrýst í nánd og vit
kunnu vænta illveður fyri ikki
at siga kolandi ódn ella
orkan.
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Útgevari: PÆ Søsiaturin
Uppseting: P/t Sosiaturin
Prent: P4 Pressan 1981
FÓLK eru ørkymlad. Tey, sum
eru veðursjúk, hava tað ikki
stuttligt, men helst eru tað
mong, sum ikki áður hava
havt ampa av veðrinum, ið nú
kenna ótta á sær. Og einki
logið í tí heldur. Tí soleiðis
sum veðrið hevur verið hesi
seinastu árini, eru fólk farin at
seta spurnartekin við, hvussu
trygt tað er at búleikast í hes-
um landi.
EINGIN ivi um, at bæði løg-
reglan, brandstødirnar og
bjargingarfelggini kring land-
ið alt leggja alla orku í at
hjálpa, har hjálp er fyri neyð-
ini. Men spurningurin um vit
ikki í stórri mun enn higartil
áttu at lagt upp fyri slíkum
ódnum, t.v.s. verið betur fyri-
reikað, er ikki minst aktuell-
ur, nú vit eru „mitt í ódnar-
vedrinum«. Í skrivandi lotu
leikar hart á kring landið alt.
Eingin veit, hvat hetta skal
enda við. Spurningurin um vit
ikki áttu at brúkt útvarpið
meira sum neyð- og upplýs-
ingarstød er meira aktuellur
nú enn nakrantíð. Útvarpið
átti í slíkari støðu at sent
bæði á FM og millumbylgju, ti
tað eru mong, sum ikki hoyra
FM. Útvarpið átti at borið
fram veðurprognosur so
hvort, soleiðis at fólk visti,
hvussu stødan fer at verða
komandi tímarnar. Tað átti
eisini at verið so, at útvarpið
sendi alla tíð á samdøgrinum,
tá slíkar ódnir herja. T.v.s. at
sendarin átti at verið tendrað-
ur á nátt eisini.
HETTA er alt nakað, sum vit
eiga at taka eitt álvarsamt
orðaskifti um nú beinanveg-
in. Tað skal vera okkara vón,
at Útvarpið í nógv stórri mun
enn higartil kann vera fólki til
hjálpar bæði so og so í slíkari
stóðu. Útvarpið átti at kunn-
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Telefax:
ad virkad sum ein hjålpar- og
neydstød fyri øll pláss í land-
inum. Vitandi at telefonnetið
ikki virkar, sum tað eigur, tá
so ringt veður er, átti útvarpið
at virkað sum neyðsentralur,
og sjálvandi eigur tá eisini at
verða sent á millumbylgju.
Útvarpið átti at verðið boð-
sentralur alla tíðina, heldur
enn bara tíðindastovnur.
TÁ hetta ódnarveðrið er has-
að av aftur, eiga vit at taka
allan spurningin um hvussu
vit best sleppa mest snikka-
leys frá slíkari ódn, upp til al-
ment kjak. Hetta var kanska
gott evni at tikið upp í kom-
andi fimmara í útvarpinum.
Fjølmidlarnir eiga í hvussu er
at geva hesum álvarsspurn-
ingi stórri gætur.
Útgjaldingarnar til smáan fisk
Sambært studningslógun-
um til ráfisk eru tað ávís
fiskasleg, sum fáa land-
ingarstudning. Lógin hev-
ur higatil fyriskrivað, at
allur fiskur, sum fær
studning, skal vera sterri
enn 55 cm. Tá vrakaralóg-
in var í gildi hevði tað al-
menna eftirlit á keikantin-
um við ellum fiski, sum
kom í land, og var sostatt
ein almenn váttan á ellum
avreiðingarseðlum og eftir
hesum skjølum varð so
studningurin útgoldin. Tá
vrakaralógin undir hinum
landsstýrinum varð avtik-
in, fall hetta almenna
eftirlitið burtur.
Tað hevur leingi ljóðað
millum manna, at tað hev-
ur verið »fuskad« við av-
reiðingarseðlunum soleið-
is, at allur fiskur — smátt
sum stórt — hevur fingið
studning. Nú er tað so-
leiðis, at tað ber ikki til at
stjórna landinum grundað
á, hvat hoyrist sum sleyg
og slatur. Tí fekk Heilsu-
freðiliga starvsstovan í
fjør til uppgåvu at gera
stakroyndir á flakavirkj-
unum fyri at vita, um tað
var nakað um hetta prát-
ið.
Nú fyriliggja so og so
nógv skjal, sum visa, at
seðlar, ið studningur verð-
ur útgoldin eftir, ikki eru
rætt útfyltir og ikki í sam-
svar við tær steddir, sum
verða landaðar. Eg havi ta
grundfatan, at tá skrivlig
prógv liggja á borðinum
hjá einum politikara um,
at ein lóg ikki verður yvir-
hildin, so má hann gera
nakað við tað. Ger hann
einki, verður hann sam-
sekur við teimum, sum
bróta lógina.
Her vóru so tveir megu-
leikar fyri at umsita fram-
eftir. At fáa totalkontrol á
kaikantinum aftur vildi
kosta nógvar pengar, og
við teimum sparingum,
sum eru í umsitingini,
kann hetta í hvussu so er
ikki gerast innanfyri gald-
andi fíggjarlóg. Hin
meguleikin er at avtaka
steddarmarkið, sum er 55
cm og siga sum so, at allur
fiskur, sum í aðrar mátar
lógliga er fiskaður fær
studning.
Tað er hetta, sum nú er
samtykt, og verður lógin
sostatt greiðari at umsita.
Vit spara umsiting, og
studningurin má so lækk-
ast soleiðis, at tann saml-
aða studningsupphæddin
á fíggjarlógini rekkur til.
Viðvíkjandi tíðini, sum
farin er, so hava vit nakr-
ar stakroyndir fyri virkir
og skip, og sjálvandi vilja
vit lata juristarnar her
hyggja uppá hetta tilfar
við tí fyri eyga at fara í
rættin. Har vit ikki hava
gjørt stakroyndir, verður
próvbyrðan ógvuliga
trupul. Fiskurin er fram-
leiddur til fars, flak, blokk
osfr., og hver kann aftan á
prógva, hvussu stórur ein
fiskur hevur verið, áðrenn
hann bleiv til hesi pro-
dukt? Tað verður torført,
og tí síggi eg lítla vón fyri,
at nakar meguleiki er at
rættarsekja alt, ið fram er
farið.
Viðvíkjandi steddar-
markinum, ið lógin setur
sum treyt fyri útgjaldan
av studningi, so er hetta
nakað, sum annars ikki er
tilmælt av umsitingini í
Tinganesi, men er gjøgn-
umfert av fiskivinnu-
nevndini í legtinginum.
Tankin er óivað góður —
at studningur skal ikki
latast fyri fisk, sum er ov
smáur, men hetta ber ikki
til at umsita uttan total-
kontroll. Fyri at verja
smáfiskin hava vit so ung-
fiskakunngerðina at virka
eftir. Hon sigur greitt,
hvussu nógvur ungfiskur
må vera uppi í veiduni.
Vaktar- og Bjargingar-
tænastan hevur skrivað
fleiri frágreiðingar inn um
tilburðir, har henda kunn-
gerð er brotin. Enn hevur
tað ikki fingið konse-
kvensir fyri nakran, tí
hetta skal í rættin, og er
ein ógvuliga long og tung
prosess.
Tað, sum eg haldi er
rætt at gera, sum eg havi
nevnt omanfyri, at vit av-
taka steddarmarkið fyri
studning og regulera
studningin niður prosent-
vís eftir hvussu nógvur
smáur fiskur er uppi í.
Harafturat eigur ung-
fiskakunngerðin at
strammast soleiðis, at tá
Vaktar- og Bjargingar-
tænastan = saman við
Heilsufreðiligu starvs-
stovuni hevur konstater-
að, at eitt skip hevur
brotið hesa kunngerð, so
eigur sanktiónin at verða,
at skipið missir veiðu-
loyvið nakrar dagar. Tað
vildi verið ein effektivur
máti at steðga ránsveiðu
eftir ungfiski.
Samanumtikið má sig-
ast, at vit lóggeva og
rokna við totalkontroll
bæði her og der, men í tíð-
um, har vit skerja umsit-
ingina, og har vit spara
allastaðni, mugu vit
síggja í eyguni, at vit
mugu inn í lógarbroyting-
ar, soleiðis at tær lógir, vit
hava, veruliga hava eina
meining og veruliga eru til
at umsita.
Harafturat mugu vit
eisini brúka sanktións-
meguleikar, soleiðis at tá
lógirnar verða brotnar, so
eigur tað at fáa konse-
kvensir fyri tann, sum
brýtur tær, konsekvensir
mugu merkjast, og teir
mugu virka beinanvegin.
Tann, ið rekur ránsveiðu,
hann fær mest at merkja,
um hann missir veiðu-
dagar, og tann, sum snýtir
í skatti, merkir mest, um
hann fær revsing sum
kriminellur í staðin fyri, at
hetta ofta verður ordnað
við eini bót, sum hann
kanska hevur innroknað í
risikoina við at snýta í
skatti.
Vit sum politikarar
mugu bert gera okkum
klárt, at tynna vit út í
umsitingini, so tynna vit
út í kontrolnetinum, og so
mugu vit broyta lógir og
konsekvensir av lógar-
broti — ella við eðrum
orðum umsita á ein heilt
nýggjan hátt.
Thomas Arabo