fríggjadagur 28. februar 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
”
Sunnudagur ikki
tvungin legudagur
Uppskotið hjá Kristiliga Fólkaflokkinum um at
sunnu- og halgidagar skulu vera legudagar hjá
veiðuflotanum fekk ikki meiriluta á tingi.
Málið hevur verið í Fiskivinnunevndini. Lands-
stýrisflokkarnir førdu har fram, at landsstýrið hevur,
saman við Fiskivinnunevndini, ásett legudagar
ávísar tíðir av árinum. Tiltakið at áseta legudagar
varð sett í verk fyri at minka um veiðutrýstið á
gunnunum.
Haraftrat vísa landsstýrisumboðini á, at orsaka av
sáttmálaósemjuni í januar, lógu skipini longri enn
ætlað var við ásettu legudøgunum. Tá landsstýrið,
saman við Fiskivinnunevndini hevur heimild at áseta
legudagar, tekur meirilutin ikki undir við uppskotin-
um hjá Kristiliga Fólkaflokkinum.
Hinvegin tók minnilutin í Fiskivinnunevndini
undir við uppskotinum hjá Kristiliga Fólkaflokkin-
um.
tór.-
Figgingin verður
skjótt greið
Undir viðgerðini av eykafíggjarlógini á tingfund-
inum mikudagin spurdi Hergeir Nielsen, hvussu
verður við næmingaheiminum við Hoyvíksvegin,
sum so nógv hevur verið sagt og skrivað um.
Marita Petersen segði, at fíggingin fyri 1991 er
fingin til vega, og hon vónaði at hava fíggingina fyri
1992 greiða heilt skjótt.
tór.-
Nr. 41 — 28. februar 1992
Tingmenn taka væl undir við nýggju fyrisitingarlógini
Afturlatna umsitingin
gloppar nú dyrnar
Okkara fyrsta grundlóg um før-
oyska fyrisiting, segði Marita
Petersen, landsstýriskvinna
-Føroyski borgarin fær nú
stórri rætt mótvegis mynd-
ugleikunum. Millum
annað gjøgnum fjølmiðl-
arnar, sum fáa lættari
atgongd til almenn skjøl,
og sum harvið kunnu
greiða fólki frá, hvat
hendir. Føroyska sam-
felagið er ógvuliga aftur-
latið, og hevur havt ilt við
at lata nakað fá sær. Tað er
okkara sidvenja, og ti
verið hendan lóg um
almenna fyrisiting og innlit
heilsað vælkomin.
Hetta segði Jóannes
Dalsgaard, løgtingsmadur,
tå uppskotini hjå landsstyr-
inum um nyggjar fyrisit-
ingarreglur vóru til vid-
gerðar á unngi mikudagin.
Tingmaðurin segði, at
nýggja lógin fer eisini at
geva hverjum einstøkum
borgara betri møguleika til
at kunna seg um egnu
viðurskifti, og hann legði
dent á, at stórri innlitið
fevnir ikki um privatu
viðurskiftini hjá ødrum
enn einum sjálvum. Jó-
annes Dalsgaard helt, at
nýggja lógin fór at seta
verju í privatum viður-
skiftum.
Meira opin
Signar Hansen tók eisini
væl undir við uppskot-
inum, men kundi hugsa
sær, at tað almenna fór at
gloppa hurðina eitt sindur
meira enn. Hann spurdi
hví landsstýrisins gerða-
bøkur ikki eisini skuldu
vera almennar. Hann
saknaði eisini okkurt, sum
stendur í donsku lógini, og
sum ikki er komið við í
føroyska uppskotið.
Terji Davidsen úr Sam-
bandsflokinum og Birgir
Danielsen úr Fólkaflokk-
inum søgdu seg eisini taka
undir við uppskotinum.
Teir hildu, at hetta var
byrjanin til stórri fólka-
ræði. Birgir Danieslen
helt, at hetta kundi eisini
hava tað við sær, at bæði
umsiting og politikarar
fóru at kenna størri ábyrgd
mótvegis borgaranum.
Fyrsta grundlógin
Marita Petersen, lands-
stýriskvinna í lógarmálum
ooo ———
Landsstýriskvinnan segði,
Nú gloppa almennu
sera stór krøv til fólk i
stovnarnar hurðina, so
kallaði uppskotið okkara
at tað var helst rætt, at vit
fólk fáa stórri innlit í tað,
almennari umsiting, men
hesi krøv helt hann at tey
fóru at klára. Tingmaðurin
mælti tinginum at sam-
tykkja uppskotið sum hann
helt fór at geva fólki
víðkaðan rætt og størru
fyrstu grundlóg um før-
oyska fyrisiting. Hetta er
fyrstu ferð, at vit hava eina
samlaða lóg, sum fyrisit-
ingin skal arbeiða eftir, og
hetta helt hon vera stórt
framstig.
Momsurin kemur
skjótt á ting
Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráðharri upplýsti á
tingfundi mikudagin, at landsstýrið arbeiðir í løtuni
av lívsins kreftum at fyrireika uppskotið um moms,
eins og ávísar broytingar í skattalógini at leggja fyri
uingið í vár.
Hóast løgtingsformadurin hevur útsett freistina at
leggja uppskot á ting frá 5. til 10. mars, hevur
landstsýrið neyvan moms-uppskotið greitt so skjótt.
Eftir ætlanini fer tingid heim í seinasta lagi 24. apríl,
men moms-uppskotið verður neyvan heldur greitt tá,
og ti er møguleiki fyri, at tingformaðurin fer at kalla
tingið saman í ótíð, so momsurin kann koma á
tingborð í vár. Ætlanin er, at bæði momsurin og
broytingarnar í skatalógini skulu galda frå 1. januar
komandi ár.
tór.-
fingu ein løgtingsins um-
boðsmann, og í so máta
kundi hetta uppskotið vera
ein byrjan.
Málið var eftir fyrstu
viðgerð beint í Rættar-
nevndina.
tór.-
Eysturoyar
Javnaðarfelag
Aðalfundur
verður á
Runavíkar Sjómansheimi
í kveld kl. 19.30
Skrá samb. lógini.
Jørgen Thomsen greiðir frá politisku stoð-
uni og Oli Jacobsen, fiskimannafelagsfor-
maður, greiðir frá ferðum sínum i Eystur-
europu.
Nevndin
har hendir. (Tilvildarliga
vald mynd )
Mynd: Kalmar
eee
——— — —T————
á
KÁ Í ASTAN
VEGAR