Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 44 — 4. mars 1992 Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, Torshavn, afholdes Torsdag den 26. marts 1992 kl. 09.20 tvangsauktion (AS nr. 629/91) over matr. 67 a Oyri, tilhørende P/F Sundalaks. nr. Auktionen er begæret af advokat Olav- ur Jåkup Kristoffersen, Advokatskriv- stovan, Fr. Petersensgøta 9, 100 Tórs- havn tlf. 1.1145 på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er en alistød på en 16540 m? stor grund, bestående af: Fóður- goymsla og sláturhús. Stødd 150 mi 2 hæddur við tilbygningi 70 m*. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til genn- emsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 02.03.92 Ole G. Olesen dfm. Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, afholdes Torsdag den 26. marts 1992 kl. 10.10 tvangsauktion (AS nr. 531/91) over matr. nr. 10, Toftir, beliggende Runa- vikar Kommuna. Auktionen er begæret af advokat Frida Patursson, Advokatskrivstovan, Fr. Petersensgøta 9, 100 Tórshavn tlf. 1.1145 pá vegne en pant- og udlægs- haver. Ejendommen er et beboelseshus pá en 654 m? stor grund, det bebyggede areal udgør 42 m? i 3 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til genn- emsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 02.03.92 Ole G. Olesen dfm. Sinnisbati Fritidarhølid i Krossgøtu 15 er opið miku- kveld ki. 19—22. Eliaskirkjan, Vesterbrotorv 49 Møti er hvert leygarkvøld kl. 19.00 Bussarnir 6. 16, 28 og 41 steðga nærindis. Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 ella 031-578999. Fá Herðaklapp til Kára P. Fyri stuttum bæði vísu- sangarin Kári P. konsert í Norðurlandahúsinum. Tað var Norrøna Felagið, ið hevði boðið honum hendan vegin. Men eisini var konsertin í sambandi við, at Vælferðarvísur eru komnar á flegu. Lat tað verða sagt beinanvegin: Kári megnaði uppgávu sína til fulnar. Líka frá fyrsta til síðsta minutt. Mong rósandi orð fullu frá áhoyrarunum, sum duga at skilja millum dygd og so tann lætti- soppatónleik, vit alt ov ofta hoyra. Sangirnir hjá Kára siga okkum nakað og legini festa seg eisini skjótt. Alt er væl gjegnum arbeitt. Tí undraði tað mangan at lesa ummælið í Sosial- inum. Í fyrsta umfari hev- ur greinin eina yvirskrift, sum hongur í leysum lofti. „Kalli katt er deydur«, so- leiðis ljóðar hon. Hvat meinar tú við? At draga aðrar fram- førslur uppí, sum einki hevdu við hetta væleydn- aða kveldið í Norðurland- ahúsinum at gera, kann bert tulkast sum mein- fýsni og óreini. Har vóru eingir slit- menn og lurtaðu, bert vambarsíðir og nálastríp- utir, sigur ummælarin. Hví kunnu slitmenn ikki eisini sleppa at vera væl ílatnir eitt leygarkveld? Skoða ikki hundin á hárin- um. Júst hetta, at Kári P. er ferur fyri at samla áhoyr- arar úr ellum stættum og aldursbólkum, ber boð um dygdarverk hansara. Eisini saknar ummælar- in nakað nýtt. Hann tyk- ist troyttur av ov gomlum slagarum. Fyrst er at siga, at flestu sangirnir hjá Kára standa so sterkir, at tíðin ikki hevur so nógv at siga. Sama kann sigast um sangirnar hjá eðrum yrkj- arum, sum Kári hevur sett lag til. Annað er so tað, at konsertin bar heitið >Væl- ferðarvísur — hinumegin ringvegin«. Åhoyrarin visti ti, hvat hann kundi vænta sær. Kåri gav ut band fyri hálvum ári síð- an, so at krevja nakað nýtt longu aftur, er ikki rímiligt. Hesi fáu orðini skulu bert verða eitt herðaklapp til Kára P. og ein áheitan á ummælaran á Sosialinum um heldur at halda seg til grindavísuna. vælnøgdur áhoyrari NORLAX-málið og Sjóvinnubankin Tað sær út fyri mær, at nú skal onkur svartiper finn- ast í alingini her í Norð- oyggjum. Eg haldi sjálv- ur, at »tad finnast fleiri reyðar kýr enn prestsins<, sum tað danska orðatakið sigur. Tað er ikki bara norðuri í Hvannasundi, at menn skava inn undir seg. Hví skrivar ongin eina segu um hví NORLAX skuldi koyrast fallitt fyri ein hvenn prís. Eg trúgvi, at tað hevði verið gott fyri teir menn, sum áttu hetta alibrúk, at fingið sann- leikan fram í ljósið. Eg kenni sakina sjálvur, tá eg havi arbeitt hjá Norlax. Tað var einki alibrúk í Feroyum, sum var rikið betur enn Norlax. Vit hevdu heilt óalmindiliga góðan vekstur í fiskinum. Og tað, sum eg sá til tal, sá pent út. Um vit sluppu at halda áfram, hevdu vit komið út við góðum resul- tati. Sjálvur haldi eg síðu- mennirnir hjá okkum bóru seg ikki pent at. Hví skal man vera gevundsjúkur fyri tað, at tað gongst væl hjá nábúgvanum. Hví ikki heldur vera glaður fyri tað. Ein banki sum Sjó- vinnubankin mátti ikki lurtað eftir baktalilsum frá eðrum og handlað út frá tí. Hver endin verður av hesum veit eg ikki. Men eri harmur um at hava mist eitt gott arbeiði. Kanska teir somu mennin- ir, sum hevdu so travlt við at spilla aðrar út, koma at sita eftir við øllum. Tað ræður bert um at gera fleiri partafelog, eini 2 ella 3, so hevur man bæði Borðoyarvík og allan Pollin í Klaksvík. Men hygg bert eftir hver eigur hesi partafelog. Tað eru somu menn (Tordens- skjolds Soldatar), sum ganga aftur alla staðni. Tað skuldi verið legið, um ikki Feroya Lands- stýri og alimálaráðharrin hyggja eitt sindur nærri upp á hetta. Ella er hetta planlagt av Sjóvinnu- bankanum og landsstyrin- um upp å forhond? Mitt uppskot skuldi verið at latið somu menn, sum áttu Norlax, sloppið at byrjað aftur í sama stað. Hetta sigi eg við tí grundgeving, at eingin var betur ferur fyri at fáa fisk at vaksa skjótt enn SOSIALURIN LL hesir menn. Um so ikki verður, so kemur ikki an uppá hver dugir best at ala, men so eru heilt aðrar grundir. Og hesar hugsi eg eri ósemiligar. Klaksvíkingur Ringið! - og vit skriva (11820 — einasta blað 5 ferðir um vikuna > >e reg mas í. .