Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 tíðindablaðið Amnesty International krevur: Kvinnur verjast moti neyðtoku og kynsbrotum Amnesty International heitir á stjórnir um allan heimin at steðga teimum mest vanæriligu manna- rættindabrotum, ið verða framd móti kvinnum — neyðtekur og onnur kyns- brot, gjerd av hermonn- um, legreglumonnum og fangaverðum. Av einari frágreiðing, kunngjørd av Amnesty International tann 5. febr. 1992, sæst, at kvinnur verða neyðtiknar og mis- nýttar kynsliga av stjórn- arumboðsmonnum um all- an heimin, enntá kvinnur við barn og smágentur mugu tola hesa and- styggiligu viðferð. Stjórnirnar kunnu ikki skúgva hesa mannagongd til viks ella bera seg und- an ábyrgdini. Er brots- maðurin umboð fyri stjórnina, er brotsverkið at javnmeta við píning og stjórnin hevur ábyrgdina. Hóast demini um neyð- teku er mong, halda nógva rnir fast um, at hett nki ålvarsligt mann ndabrot. Tad er Slå i il kannin; veruligar erða gjerdar av hesum misbrotum, teir fáu brotsmenninir, ið verða revsaðir, fáa sjáldan meira enn ein brest undir vangan, og teir flestu vita, at teir sleppa snikkaleys- ir. Í India skutu hermenn í 1990 eftir einum bussi, ið nærkaðist einari vega- byrging. Í bussinum var eitt stórt brúðarfylgi. Her- menninir drógu brúðrina og mammusystur henn- ara, ið var nógv við barn, úr bussinum og neyðtóku tær. Og hóast myndug- leikarnir at enda váttaðu, at kvinnurnar vórðu neyð- tiknar, hendi hermonnun- um ikki annað, enn at teir vórðu loystir úr starvi. Tað merkisverda við hesi hendingini var, at hon kom alment fram. Or- sakað av hóttanum, óttan- um um vanvirðing og tí nyttuleysa í at melda tílík brotsverk til myndugleik- ar, sum í roynd og veru góðkenna tey, er tað sjáld- an at tey verða umredd. Sambært frágreiðingini hjá Amnesty Internatio- nal er neyðteka vorðin ein partur aV taktikkinum til kúging av kvinnunum í londum, har andstødan stríðist við vápnum. Í Uganda hava hermenn neyðtikið kvinnur og gentur í bygdum, har teir hava leitað eftir uppreist- rarmonnum, og í Filips- ov unum hava kvinnu- bólkar avdúkað nógv dø m neyðteku og mis n i av kvinnum undir atsóknum frå herinum. Í eir feri vórðu tvær kv ur tiknar við á eina herstød til avhoyringar, eftir at løgreglan hevdi funnid søtmeti og siga- rettir uppi á teimum, sum myndugleikarnir seinni segdu vera ætlað til upp- reistrarmenninar. Báðar kvinnurnar vórðu mis- nýttar kynsliga, onnur neyðtikin. Summar kvinnur eru í vanda av tí, at tær, eins og aðrir limir í politisku and- steðuni, verða kúgaðar av myndugleikunum. Ein kvinnuligur fakfelagslim- ur í Guatemala segði, at hon var úrlatin, meðan hon varð avhoyrd, og hótt við at verða neyðtikin, um hon ikki segði frá tí, hon visti. Tólv kvinnur í Grikkalandi, sum vóru í ferð við at seta politiskar plakatir upp, vórðu tiknar av legregluni. Á løgreglu- steðini vórðu tær tvingað- ar at lata seg úr klæðun- um og máttu sita í einum rúmi saman við nógvum løgreglumonnum, sum komu við skendskum við- merkingum. Fleiri vórðu bukaðar av. Í ødrum førum verða kvinnur illa viðfarnar og kynsliga misnýttar sum revsing fyri at tær eru skyldar við menn, sum myndugleikarnir = liggja eftir, og uttan at tær sjálvar hava gjørt nakað til sakar. Í Bangladesh vórðu einar 14 gentur tiknar av vápnaðum her- monnum í 1990, latnar úr klæðunum, bukaðar og neyðtiknar, eftir ollum at dema sum hevnd fyri, at nakrir menn har um leiðir høvdu verið uppi i and- steðuni móti stjórnini. Tað er meðan fólk verða avhoyrd, at tílík misbrot eins og onnur líknandi. verða framd fyri at tvinga tey at viðganga seg sek ella geva Nógvar palestinskar kvinnur og gentur, sum hava sitið fastar í her- tiknu økjunum í Ísrael,. sigast at hava verið mis- nýttar kynsliga ella hótt- ar, meðan tær vórðu av- hoyrdar, og í Turkalandi er tað vanligt, at kvinnur verða neyðtiknar fyri at fáa tær at viðganga seg sekar. Ein 20 ára gomul kvinna, sum varð handtik- in í Turkalandi í mai- mánað í fjør, segði, at hon: varð úrlatin fleiri ferðir og hongd upp við ledurreim-. um um skevningarnar, pind vid ravmagnsstoyt- um å brostini og kyns- lutirnar og misbrúkt kynsliga á annan hátt, alt fyri at tvinga hana at undirskriva eina váttan um, at hon var sek. upplýsingar.: Nr. 44 — 4. mars 1992 Filipso jarnar: Cherry Mendoza Cherry Mendoza og Ce- cilia Sanches vórðu handtiknar av umleið 30 hermonnum og legreglu- monnum, tá tær vóru úti og spákaðu í getunum í Binaritan í Morong í Ba- taan. Tá ið teir kannaðu við- ferið hjá kvinnunum, funnu hermenninir siga- rettir, góðgæti og brev. Tær vórðu báðar ákærd- ar fyri at vera limir í for- bodna kommunistiska flokkinum í Filipsoyggj- unum og vera sendiboð hjá vápnaðu limunum í flokkinum. Sagt varð, at tað tær høvdu uppi á sær var ætlað hesum. Kvinnurnar vórðu noyddar inn í ein hernað- arbil, har tær máttu leggja seg niður á gólvið, fjaldar av klæðum fyri ikki at verða sæddar. Kvinnurnar vórðu tiknar inn á hevuðspoli- tistødina i Morong. Cherry Mendoza sigur frå, at meðan hon varð avhoyrd, varð hon sligin í andlitið og krámað á bróstunum, og at kyns- lutirnir vórðu rerdir. Hon sigur, at ovastin fyri avhoyringina hótti hana við, at hon fór at verða neyðtikin seinni um kveldið. Aftan á avhoyringina sigur Cherry Mendoza, at hon varð noydd at eta stokt rís, sum hon helt vera ógvuliga nógv kryddrað. Hon gjerdist í ørviti og fall í óvit. Dagin eftir, hin 4. de- sember, vaknaði Cherry Mendoza kl. 2 um nátt- ina. Seinni hevur hon sagt skyldfólki, at hon hevði ilt um allan kropp- in, eisini í kynslutunum. Hon legði merki til, at elastikkið í undirbuks- unum var slitið, og at undirklæðini vóru blóð- plettut. Hon segði, at hermenninir flentu at henni. Cecilia Sanches hevur eisini greitt frá, at kyns- lutir hennara vórðu krámaðir undir avhoyr- ingini. Hon segði, at hon hevði fingið at vita, at hon fór at verða kannað fyri at vita, um hon var moy. Hon segði, at leið- arin fyri av hoyringina hevði viljað havt hana at eta okkurt, men hon hevði noktað. 12. desember varð Cherry Mendoza kannað á sjúkrahúsi í Bataan. Í læknafrágreiðingini stendur, at moydómurin var skræddur og móður- skeiðin illa lestað, allar- helst orsakað av at álvarslig kynslig mis- nýtsla var framd ímóti henni. Báðar kvinnurnar siga, at teir militeru embætismenninir royndu at fáa tær til at skriva undir eina frá- segn um, at tær vóru sendiboð fyri kommun- istaflokkin. Men báðar noktaðu. Tær vórðu leyslatnar 19. mars í 1991 aftan á at hava goldið 10,000 pesos í loysigjaldi. Politiovastin fyri Philippines National Police noktaði harðliga skuldsetingunum um, at kvinnurnar vóru kyns- liga misnýttar. 29. januar í 1991 varð Cherry Mendoza boðin at koma á avhoyringar- deildina á hevuðspoliti- steðini í Bataan fyri at greiða nærri frá skuld- setingum hennara um kynsliga misnytslu. Verjin hjå Cherry Men- doza råddi henni til ikki at fara. Hon hevur seinni lagt offisiella klagu i- moti teimum, sum hon fyri vist sigur vera sekar i brotsgerðini. Seinastu 2 årini hava túsundtals fólk verið fongslað á Filipsoyggj- unum. Flestu teirra eru leyslatin aftan á at hava verið til avhoyringar, men fleiri sita framhald- andi fongslað. Mong teirra hava sagt frá, at tey hava verið illa við- farin ella pínd av teim- um, ið hevdu tikið tey, annað hvert fyri at fáa tey at viðganga seg sek ella fyri at fáa fatur á upplýsingum. Tortur- offrini hava bæði verið fólk, ið arbeiða fyri mannarættindum, og fólk, ið liva í landspert- um har mótsteðan ímóti stjórnarvaldinum er ser- liga sterk, og limir í lóg- ligum felagsskapum, ið verða hildnir at vera væl við kommunistaflokkin. Limir í vápnaðum mótsteðubólkum eru eis- ini kendir fyri at hava ábyrgdina av manna- rættindabrotum. Men hvussu álvarslig og vítt- fevnandi misgerdirnar hjá andsteðubólkunum enn eru, so rættvísger tað ikki, at stjórnir og tey, ið stuðla stjórnini, fremja brot á manna- rættindini. | 0 OJ T— | |