Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 — 5. mars 1992 Nýtið landsins tryggasta rúm til rúsgoymslu Skipafelagið hevur flutt og goymt øl og sprutt í mong harrans år, men politikararnir tosa bert um posthúsið í samband við nýggju rúsdrekka- lógina. Einasta rætta er at nýta nýggja pakkhúsið hjá Skipa- felagnum til høvudsgoymslu, sigur Kristoffur Danielsen, fyristóðumaður Kristoffur Danielsen hevur seinastu tíggju árini havt gl- og spruttgoymsluna hjá Skipafelagnum um hendi. -Hóast tað millum ár og dag eru farnir nógvir dýra- varir dropar inn og út úr hesi goymslu tykir mær, at teir politikarar, sum tosa um nýggju rúsdrekka- lógina, bert hava post- verkið í huganum, tá teir tosa um rúsdrekkasglu landsins, sigur Kristoffur Danielsen sum vísir á, at øl- og spruttgoymslan i nýggja pakkhúsinum eyst- anfyri er tryggasta rúm í landinum. Har er eisini gott pláss. Tað er eingin trupulleiki at goyma eini 60 tons av øli, og einar 3000 kassar av brennivíni. Væl at merkja tá alt spruttið verður sett á hyllar. Verða hesar tiknar burtur er pláss fyri enn meira. Kristoffur Danielsen heldur tað vera løgid, at tey, sum arbeiða við at fyrireika rúsdrekkasgluna, ikki enn hava verið og tosa við Skipafelagið um goymslurúm, men hann vónar, at landsstýrið fer at hava hesa goymslu í huganum, heldur enn at byggja nýtt. Fyristóðumað- urin á goymsluni hjá Skipafelagnum leggur aftrat, at goymslan liggur eisini sera væl fyri, og gott er at koma til og frá. tór. tíðindablaðið Síða 5 Kristoffur Danielsen, leiðari á øl- og sputtgoymsluni heldur, at landið eigur at nýta pakkhúsið á eystaru bryggju sum hóvuðsgoymslu fyri alt innflutt øl og sprutt. Mynd: Kalmar Betri ferða- meguleikar fyri brekad Møguliga fara land og komm- una at ganga saman um rakst- urin av MBF-bussinum MBF-bussurin i Havn man vera hin mest umtaladi bussurin i Føroyum. Hann hevur nú tiggju ár á baki, og koyrt einar 130.000 kilometrar. Men hann er í so ringum standi, at spur- ningurin er, hvussu leingi hann koyrir aftrat. Millum annað hevur hitaskipanin í bussinum ikki virkað í út við eitt hálvt ár, og tí settu teir á brandstødini, sum dagliga umsita bussin og koyra harm, ein gassovn í bussin fyri at halda hitan. Men hvørki hetta við gassovninum ella sum bussurin er í standi annars, er nøkur varandi loysn, og tí arbeiða landsstýrið og býráðið at finna eina loysn framyvir. Tað skilst, at Havnar Kommuna og landsstýrið skulu rinda hvør sína helvt av at seta bussin í rímilig- an stand, og somuleiðis at býta rakstrarútreiðslurnar sínámillum. Sum er koyrir bussurin bert í vanligari arbeiðstíð, og bert tá brekað skulu åvis ørindir. Men ætlanin er, at víðka skipanina soleiðis, at brekað eisini kunnu nýta bussin um kvøldid, og møguliga eisi- ni um vikuskiftini. Annars hevur í longri tíð verið arbeitt við eini landsætlan um flutning av brekaðum, men vit hava skilt, at uppleggið til hesa ætlan var so dýrt at seta í verk, at nú verður onnur loysn umhugsað í lands- stýrinum. tór.- Skommin, sum ber av øllum skommum, tá neyðugt var at seta ein gassovn í MBF-bussin fyri at fólk ikki skuldu doyggja í kulda. Mynd: Kalmar Nú sleppur fútin at taka stóðu til, um ákæra skal relsast móti teimum, sum skipaðu fyri Smokie- konsertini í høllini á Hálsi herfyri. Mynd: Brandur í Dali Politi-kanningarnar staðfestu illgrunan Enn vænta tvær avhoyringar í málinum um Smokie-kon- sertina, men iva tykjast ikki vera um, at málið endar í rættinum Lítil ivi tykist at vera um, at fyrireikararnir av Smokie-konsertini herfyri sleppa at svara fyri gerð- um sínum í rættinum. Men hetta skal fútin avgera, tá hann hevur fingið alt tilfarið frá politinum. Millum annað fleiri avhoyringar, og úrslit av ymiskum kanningum. Suni Vinther, politikommiserur, sigur, at enn vænta tvær avhoyringar, men út frå ti tilfarid, politiið longu hevur, kann sigast, at fyrireikararnir av konsertini hava loyvt ov mongum fólkum innar í høllina. Fyrireikararnir hava heldur ikki havt nóg gott eftirlit hetta kveldið, og somuleiðis verða teir helst eisini kravdir eftir tí ov nógva vinninginum, av teimum ov mongu atgongumerkjunum, sum seld vóru til konsertina. Suni Vinther roknar við, at málið verður latið fútanum í vikuni. tór.- | pf. Wenzel Petersen, tlf. 1 3873