hósdagur 5. mars 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Få
+
|
Nr. 45 — 5. mars 1992
FØROYSK TELDUFYRITØKA ÅVARAR: > ”
Síða 7
Skaðiligt telduvirus
kann gera um seg
— eisini I Førovum
Hesa seinastu tíðina hevur
verið nógv at sæð og hoyrt
um eitt telduvirus, sum í
næstum fer at gera um seg
í teldum kring allan heim.
Talan er um eitt virus, ið
kallast Michelangelo. Í
yvir eitt ár hevur hetta
virus ferðast frá teldu til
teldu og sett seg at bíða, til
tíðin er komin, at tað skal
sláa til.
>Vit hava fingið ávaring
frá einum samstarvsfelaga,
vit hava í Kalifornia, ið
hevur heitt á okkum um at
taka hetta virus í størsta
álvara,< sigur Steinbjørn í
Dali, Com Data. >Og tað
hava vit so sjálvsagt eisini
gjørt, og hava vit tí hjálp
at geva kundum okkara, ið
eru bangnir fyri, at hetta
virus kann gera skaða á
teldu ella forrit, ið eru á
telduni.«
Oyðileggur allar
upplýsingar 6. mars
Hevur Michelangelo sett
seg á telduna, ger tað stór-
an skaða fríggjadagin 6.
mars. Virkningurin av
hesum virusið er, at allar
upplýsingar á telduni fara
fyri skjeyti og verða oyði-
lagdar.
>Vit hava m.a. eitt anti-
virusforrit, ið eitur Norton
Utilities, ið kann uppdaga
hetta virusið,< sigur Stein-
bjórn. >Fólk kunnu keypa
forritið ella senda boð eftir
okkum, so koma vit og
leita á telduni við tí, so tað
vandamikla virusið kann
finnast.«
So tey, ið hava teldu,
mugu leggja sær í geyma,
at virusið gerst virkið í
morgin. >Vit kunnu so í
øllum fórum ráða fólki til
at fáa sær kopi av øllum tí,
tey hava liggjandi inni á
telduni, so tað kann vera
óskalað av virusinum,<
sigur Steinbjørn.
Men tað er ikki bert
hetta eina telduvirusið, ið
er komið í ljósmála.
Vísir seg sum vakurt,
blaktrandi fyrverkari
Eitt annað, ið av mong-
um verður mett eins álv-
arsligt, um ikki uppaftur
ålvarsligari, er eitt virus,
ið verður kallað Maltese
Amoeba. Hetta virus er
bert fáar mánaðir gamalt,
og hetta kann somuleiðis
oyðileggja allar upplýsing-
ar á telduni. Men ikki er
nóg mikið við tí. Maltese
Amoebe er bygt soleiðis
upp, at tað alla tíðina end-
urtekur seg í ymiskum líki,
so tað er at kalla heilt vón-
leyst at finna.
Hetta virus gerst virkið
sunnudagin 15. mars, og
vísir seg á tann hátt, at eitt
vakurt fyrverkari kemur á
skermin við blaktrandi lit-
um. Tá so brúkarin sløkkir
skermin og roynir at byrja
umaftur, er skaðin longu
hendur. Tá vísir skermurin
fyrstu reglurnar í yrkingini
>Auguries of Innoncence<
eftir William Blake, og so
er teldan deyð!
Verður harði diskurin
kannaður, vísir hann, at í
staðin fyri tær oydiløgdu
upplýsingarnar nú bert er
eitt harðliga orðað álop á
fróðskaparsetrið á Malta at
finna. Hetta, tí at tað eru
lesandi á fróðskaparsetr-
inum har, ið hava skapt
hetta virus og set tað í
Hóast vandin altíð er til
staðar fyri, at virus er at
finna á eini teldu, so er
hetta hóast alt — og
eisini tíbetur — ikki so
øgiliga vanligt i Føroy-
um.
»Vit hava bert havt
eitt dómi um. 2t virus
hevur verið at funnið,
og var tað fyri nøkrum
fáum vikum síðani á
einari stórari fyritøku í
Eysturoynni,< sigur
Steinbjørn í Dali, Com
Hava funnid eitt
virus Í Førovum
Telda á stórari fyritøku i Eysturoynni
var smittað við einum virusi
Data. >Har var tó talan
um eitt virus, ið ikki var
av so skadiligum, men
tað varð so funnið,
áðrenn tað hevði gjørt
nakað um seg.<
Talan var um eitt vir-
us, 10 virkaði á tann hátt,
at "að upptók minni á
telduni, og spakuliga át
burtur av arbeiðsorkuni,
so teldan arbeiddi seinni
Og seinni av teirri somu
orsøk.
Annars finnast mong
og ymisk sløg av virus,
10 kunnu gera skada å
teldur, men langt frå øll
eru skadilig. Talan er
tilsamans um eini 1.000
ymisk sløg, harav bert
fá eru av veruliga oyði-
leggjandi slag, meðan
mong eru nærmast stutt-
lig og bert arga brúkar-
an eitt lítið sindur, uttan
oyðilegging. Men altíð
ræður um at vera fyri-
varin.
Steinbjórn í Dali, Com
Data: >Fólk kunnu
keypa eitt antivirusfor-
rit frá okkum ella biðja
okkum koma út at
gjøgnumganga telduna
vid einum slikum for-
riti, so sleppast kann
undan, at skaðilig
telduvirus kunnu gera
skaða á telduni og
oyðileggja upplýsing-
ar.< Mynd: Kalmar
gongd.
»Sum sagt er altíð ein
ávís trygd í at fáa sær kopi
av tí, ein hevði á telduni, tí
tá er tað hóast alt eftir, um
so alt hitt á telduni fer,<
sigur Steinbjørn í Dali.
Revsað kopiering
Men hvussu ber tað til,
at eitt virus so lættliga
kann gera um seg í Føroy-
um, tá tað hóast alt er av-
markað, hvussu nógv sam-
band brúkarar av fóroysk-
um teldum hava við út-
lendskar teldur?
>Har eru fleiri møgu-
leikar, og eitt tað mest
vanliga er helst, at eitt
virus liggur í eitt nú
spólum, og at hetta virus
verður gjørt virksamt, tá
forritið av einum slíkum
spæli verður kopierað.
Eisini ber ul at fáa eitt
virus á annan hátt, men
hetta er tað mest vanliga,<
sigur Steinbjørn í Dali. »Å
tann hátt smittar virusið,
hvgrja ferð ein brúkari
velur at kopiera, heldur
enn at keypa upprunaligu
vøruna. Sigast kann á ein
hátt, at hetta er ein máti
hjá framleiðarunum at
verja upprunalig: forritini,
samstundis sum tey, ið
kopiera, verða revsað.<
Vid ødrum orðum ræður
um hjá fólki at ansa sær
eftir tveimum døgum, um
ein hevur illgruna um, at
virus er á telduni, ella
kann vera komið hagar á
einhvønn hátt. Dagarnir
eru friggjadagurin 6. mars
og sunnudagurin 15. mars.
hj.
Can
on
Eitt heilt ótrúligt og ødrvisi fototól, grundað á
hægstu framtíðar tøkni. Nýtir t.d. ikki film,
men disk og m.a. spennandi møguleikar ber
til at sýna júst tiknar myndir í sjónvarpstólin-
um.
Síggið tólið hjá serfrødinginum.
SMS FOTO & VIDEO
Tlf. 19820 - Postsmoga 1058 - FR-110 Tórshavn