fríggjadagur 6. mars 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdsrblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Jústinus Eidesgaard
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Utgevari P/f Sosiaturin Bústaður
Uppseting: P/f Sosiafurin
Prent P/f Pressan 1981 Telefon
Í
Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoge 78
Argir 110 Tórshavn
11820 Teiefax: 14720
Okkurt má
gerast
FØROYA Arbeidarafelag,
landsins størsta fakfelag,
hevur adalfund i dag. Hesin
verður hildin bert eina viku
eftir, at felagið umboðandi
vinnuna i Føroyum, Føroya
Ídnaðarfelag. hevði sin adal-
fund.
Í BLADNUM i dag ger for-
kvinnan í FA púra greitt, at
stødan í landinum nú er so
mikið álvarslig, at okkurt
itøkiligt má gerast fyri at fáa
gongd á aftur samfelagið.
Hon vísir serliga til sera ringu
støðuna í Suðuroynni, Norð-
streymoy og í Nólsoy. Men
alla staðni kring landið er
stødan ring. Fólk gerast ar-
beiðsleys, tey, sum hava ar-
beiði, fáa ikki pengarnar osfr.
Vit kunnu ikki bara sita og
hyggja at, meðan alt fellur
saman rundan um okkum,
sigur forkvinnan í Føroya Ar-
beiðarafelag.
HON er ikki nøgd við okkara
ráðandi politikarar, sum hon
heldur gera alt ov lítið til tess
at bøta um støduna — fáa
gongd á aftur. Hon heldur
ikki, at landsstýrið bara kann
lata standa til. Eitt nú má
flakavirkið í Vági í gongd aft-
ur sum skjótast, og tað held-
ur hon at landsstýrið eigur at
skunda undir. Hetta hevur
tað gjørt í ødrum fórum, og ti
má tað eisini kunna lata seg
gera í Vági, har nærum øll
fólk ganga arbeiðsleys, tó við
undantaki av teimum, sum
hava alment lønt arbeiði.
INGEBORG Winther kemur
um somu tíð við eini áheitan
á allar limir í FA um at meta
fjólment upp til aðalfundin í
felagnum, sum byrjar í dag
klokkan 10. Hon heldur, at
tað ongantíð áður hevur verið
so neyðugt sum nú at standa
saman fyri at verja síni rætt-
indi.
EINS og formaðurin í Føroya
Ídnaðarfelag gjørdi vart við í
síni formansfrágreiðing, um
at fáa útlendingar at gera
íløgur í Føroyum, so ger for-
kvinnan í FA vart við hetta
sama. Hon hevur borið hetta
upp á mál áður, men heldur
ikki, at nakar hevur tikid tað
nóg nógv í álvara. Men
kanska onki er at gera, tí ong-
in hevur áhuga fyri Føroyum
longur, heldur hon fyri við
Sosialin í dag.
TAÐ verður áhugavert at
fylgja við, hvat fer at henda
og hvat fer at verða sagt á
aðalfundinum í FA í dag og í
morgin. Antin ein tekur undir
við forkvinnuni í FA ella ikki,
so er greitt, at júst sjónarmið-
ini hjá landsins størsta fakfe-
lag eiga at fáa týðandi pláss í
almenna kjakinum. Ikki minst
eiga okkara politikarar at
leggja sær í geyma, hvat fer
at verða sagt her, eins og tað,
sum kom fram á aðalfundin-
um hjá Føroya Ídnaðarfelag í
vikuni.
ØLL eru vit samd um, at stød-
an er álvarsom. Spurningurin
er nú, hvat kann gerast og
um nakað kann gerast fyri at
fáa vent gongdini. Eitt er so
givið, at hevur tað nakrantíð
verið neyðugt at viðgera bú-
skaparligu støðu landsins og
at lurta eftir gllum sjónarmið-
um, so er tað nú. Vit eiga í fe-
lag at royna at fáa sum fræg-
ast burtur úr. Politikararnir
eiga ikki at gerast firtnir um,
at tað verður funnist at teim-
um. Heldur eiga teir í størsta
álvara at lurta eftir og viðgera
hesar atfinningar. At okkurt
má gerast nú, kunnu vit á
ongan hátt vera ósamd við
forkvinnuna í FA um. Vit fara
í hvussu er gjølla at fylgja við,
hvat annars fer at koma fram
á aðalfundinum í FA og hvat
annars er við at henda í sam-
felagnum í løtuni.