fríggjadagur 6. mars 1992síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
Utbúgving
við arbeidsmøguleikum
— avmarkað tilfeingi
— trupulleikar i alivinnuni
— ætlanir um storri útflutning av
meira virkaðum fiskavørum
Hetta setir stórri krøv til tin, sum ætlar
tær starv innan føroyska fiskaidnadin
ella havbúnaðin.
3-ára útbúgving
Fiskivinnuskúlin bjóðar 3-ára útbúgving
til eldri og yngri næmingar innan fiska-
ídnað og havbúnað. Næmingarnir
sleppa eisini at royna seg úti í vinnuni og
at arbeiða við sjálvvaldum arbeiðsupp-
gávum.
Endamálið við útbúgvingini er at út-
búgva millumleiðarar til fiskaidnadin og
alivinnuna, og næmingarnir bera heitið
Fiskivinnutøkningar aftan á lokið prógv.
Meira at vita
Umsóknarfreistin er úti 17. mars, og
umsóknarblað fáast á skúlanum. Tú
kanst eisini fáa meira at vita við at venda
tær til okkara.
Vel eina útbúgving við
arbelåsmøguleikum
i Føroyum!
FISKIVINNUSKULIN
Postrúm 96, 350 Vestmanna
telefon 24572
Pensionistar,
avlamin og
avvarðandi
á Argjum
Leygardagin 7 mars, kl. 15
bjóðar
Argja Róðrarfelag
pensionistum, avlamnum
og avvarðandi á Argjum
til ein drekkamunn í »Neystinum«.
Umframt at fáa eina hugnaliga løtu
saman er ætlanin at kanna áhuga og
tørv fyri at nýta okkara frálíku hølir til
gnaliga samveru hjá okkara pension-
is.um og avlamnu í dagtimunum.
Nevndin
Nr. 46 — 6. mars 1992
Eitt av hóvuðskróvunum hjá MFS:
Valrætt og valbæri
til Foroya Logting
-Fyrr enn vit, sum jú eru noydd uttanlands at útbúgva okkum,
hava fingið valrætt og valbæri til Føroya Løgting, kunnu føroy-
ingar fólkaræðisliga ikki samanbera seg við grannatjóðir sínar
segði Ráðsformaðurin í MFS, Bogi Kirke, tá hann vegna felagið
helt róðu undir setanini av 30-ára haldinum í Keypmannahavn í
farnu viku.
Hann helt tó ein glotta vera fyri framman, nú landsstýrið fer
at leggja uppskot fyri tingið um broyting í í lógtingsvallógini. -S0
nú vóna vit, at vit fáa okkara rætt sum føroyingar, nevniliga at
atkvøda til næsta val. Um hóvuðsuppgávurnar hjá MFS segði
Bogi Kirke annars:
Ein av hevuðsuppgáv-
unum hjá MFS er at beta
um korini hjá feroyskum
útbúgvandi. Í hesum sam-
bandi hevur MFS all 30
árini arbeitt fyri, at
fíggjarligi stuðulin til út-
búgvandi skal koma upp á
eitt rímiligt steði. Men
síðstu árini hevur gingið
striltið. Tað hevur verið
torfert hjá okkum at sann-
ført føroysku politikarar-
nar um hvønn tydning tad
hevur fyri føroyska sam-
felagið, at ungdómurin
nemur sær útbúgving.
Síðani 1988 hava po-
litikararnir lækkað stuðul-
in til okkara við 20%.
Meðan teir í sama tíðar-
skeiði hava hækkað eitt
nú starvsmannalønina við
15%, og fólkapensiónina
við 13%. At vit, sum
frammanundan eru eina
ringast fyri fíggjarliga,
skulu bera sterstu spar-
ingarnar á fíggjarlógini,
hevur, eftir ellum at
døma, sína orsøk í, at vit
ikki hava valrætt til løg-
tingið, og tí kunnu ofrast
uttan at politikararnir
missa atkveður.
Hetta hevur helst síðani
fort við sær, at teir nú ikki
tora at geva okkum val-
rætt, tí teir ræðast okkara “
Aðrar orsøkir
atkveður.
duga vit ikki at finna til,
at teir, hóast nógv vekur
orð, ikki enn hava givið
okkum valrætt.
Men hetta, at seta ein
heilan samfelagsbólk utt-
an fyri politiska ávirkan,
tí einum ikki hóvar krev
hansara, samsvarar illa
við ta fólkaræðisligu sið-
venju, ið vit vanliga
breggja okkum av.
Annars er júst tílík eins-
rættan fyri stuttum avtik-
in eystanfyri.
Og í grannalondum okk-
ara varðveita íbúgvarnir
atkveðurættin í heimland-
inum, tá teir fara uttan-
lands at útbúgva seg. Eis-
ini grenlendingar, sum jú
eru í somu statsrættarlig-
ari steðu sum vit. Bert vit
føroyingar vanta.
Fyrr enn vit, sum jú eru
noydd uttanlands at út-
búgva okkum, hava fingið
valrætt og valbæri til Før-
oya Løgting, kunnu føroy-
ingar fólkaræðisliga ikki
” samanbera seg við
grannatjóðir sínar.
Men! kanska er glotti
fyri framman. Í hesi vik-
uni samtykti landsstýrið
at leggja uppskot fyri løg-
tingið um broyting í løg-
tingsvallógini. So nú vóna
vit at vit fáa okkara rætt
» sum føroyingar, nevniliga
at atkvøda til næsta val!
Av ødrum, sum MFS ar-
beiðir við, er vegleiðing til
tey, ið byrja eina útbúgv-
ing. Á hverjum vári hava
vit lestrarvegleiðing á
miðnámsskúlunum í Fer-
oyum, t.v.s. á studenta-,
HF- og HH skúlunum.
Somuleiðis geva vit á
hverjum ári lestrarblaðið
»Pisuna« út. Og í Dan-
mark fyriskipa vit hvørt
heyst eitt vikuskifti, har
føroyskar pisur møtast til
gaman og ålvara. Her fåa
pisurnar góð ráð frá
sosialráðgevarum, sálar-
froðingum og eldri les-
andi.
Hesin parturin av ar-
beiðinum hjá MFS, halda
vit, er sera týdningar-
mikil. Bæði tí at foroyska
skúlaverkið at kalla onga
lestrarvegleiðing gevur,
og tí at vit á henda hátt
kunnu hjálpa pisunum við
teimum serføroysku trup-
Frá vælumtøktu kaba-
rettini.
ulleikunum tær kunnu
fáa, tá tær flyta til annað
land.
Um vit hyggja frameft-
ir, so eru tað serliga tvey
nýggj eki, sum MFS fer at
arbeiða fyri.
Nýggja ráðið, ið tók við
fyrr í hesum mánaðinum,
hevur sett sær fyri at beta
um steðuna hjá teimum,
sum eru við at vera liðug
við lesnaðin og at endur-
skoða hægri útbúgvingar
í Føroyum.
Í letuni kanna vit um
MFS kann fyriskipa so-
nevndar »karrieru-dagar«
Her er ætlanin at foroysk-
ir arbeiðsgevarar og fólk,
sum eru, ella eru við at
verða liðug við útbúgving-
ina, kur au metast.
sp i